hósdagur 19. mai 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016
SOSIALURIN 57
10
TEMA
Kynsnormar
Í Vikuskiftis Sosialinum hava
vit áður víst á, hvussu stóran
týdning hetta hevur havt
fyri tey mongu samkyndu
í Føroyum, sum áður hava
kent seg óynsktan og ónor
malan.
Í retorikkinum rundan um
broytingarnar í hjúnabands
lógini eru tey mong, sum
hava samanborið hesa
støðuna við hana, sum kvinn
ur, myrk og aðrir minnuluta
bólkar hava upplivað
gjøgnum tíðina. Vit vita jú
øll, at tíðin broytist og vit
fylgja við, og soleiðis verður
ivaleyst eisini á hesum
økinum.
Í hesum døgum er ein um
fatandi javnstøðuráðstevna
í Keypmannahavn, har
túsundtals kvinnur og menn
úr øllum heiminum hittast at
fegnast um, viðgera og varpa
ljós á javnstøðu, nú vit skriva
2016. Ivaleyst er eisini mangt
broytt á tí økinum, síðani
man av fyrstan tíð byrjaði at
tosa um javnstøðu.
Í ár eru eisini 100 ár síðani,
at føroyskar kvinnur fingu
valrætt og á mangan hátt
hevur tað verið hátíðarhildið
og markerað kring landið og
ikki minst í Sosialinum í ár.
Í temasíðunum hesaferð
hava vit valt at taka eina
øðrvísi síðu av tí vit kalla
javnstøðu ella kynsnormar
upp til viðgerar. Vit tosa við
eina kvinnu, sum er farin
frá embætisheiminum og
heldur er farin í læru sum
timburmaður. Eitt starv,
sum ikki eingongd eigur eina
kvinnuliga útgávu av orð
inum.
Vit hitta eisini unga
suðuroyingin, Asger Eið, sum
er í starvi sum einasti mann
liga flogternan hjá føroyska
flogfelagnum. Flogtænari
verður hann helst kallaður.
Vit tosa eisini við løg
tingskvinnurnar, sum sein
astu dagarnar hava verið á
javnstøðuráðstevnu í Keyp
mannahavn.
Kynsnormarnir eru undir
konstantari broyting og
mørkini flytast og fána við
árunum – summi siga tíbetur,
onnur tíverri. Í temasíðunum
kanst tú í øllum førum lesa
um tvey, sum hava brotið við
klassisku kynsnormarnar
uttan trupulleikar.
Herfyri var eitt politiskur og ivaleyst
hugsjónarligur markapeli settur, tá ið
løgtingið endaliga samtykti, at geva
tveimum at sama kyni rættindi til at
ganga saman í borgarligt hjúnarband
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Women Deliver-ráðstevna
Kyns
leiklutir,
javnstøða
og framtíðin
ÁRNI GREGERSEN
O
v ring útbúgving og
ov ringir førleikar eru
orsøkin til, at kvinnur
og børn doyggja undir
barnsburði í India, sjálvt um kvinn
urnar eiga á sjúkrahúsum.
Amelia Christmas arbeiðir sum
mentor í felagsskapinum Christian
Medical Association of India.
Kvinnan sigur, at í Bihar-lands
lutinum í India fáa kvinnur 137
krónur fyri at eiga á sjúkrahúsið.
Myndugleikarnir hava gjørt
hetta fyri at tryggja at so nógvar
kvinnur, sum tilber eiga á sjúkra
húsið heldur enn heima og tað
hevur hjálpt. 80 prosent eiga nú á
sjúkrahúsi ella á klinitt.
– Men sjálvt um kvinnurnar
eiga á sjúkrahúsið, so hevur tað
ikki ávirkað talið av teimum, sum
doyggja í sambandi við barnsburð..
Orsøkin er, at hvørki sjúkrasysstrar
ella jarðamøður hava nóg góðar
útbúgvingar og førleikar at taka
sær av trupuleikunum, sigur
Amelia Christmas.
ST-stovnurin UNICEF metir,
at 45.000 kvinnur doyggja í India
í sambandi við barnsburð, hvørt
einasta ár.
Umskering
Á ráðstevnuni í Keypmannahavn
eru nógvar ræðusøgur at hoyra.
Ein stórur trupulleiki í mongum
londum er, at kvinnur verða um
skornar.
Alimatu Dimonekene er frá
Sierra Leone. Hon hevur á stevnuni
greitt frá søguni um, hvussu tað
var tá ið hon sum 16-ára gomul var
umskorin.
Hon sigur, at í Sierra Leone
verður ikki tosað um, at kvinnur
verða umskornar.
Hon minnist enn, at maðurin,
sum umskar hana hevði gekkaskort
fyri andlitið og hótti hana við, at
nevndi hon hendingina við einum
einasta orði, so fór devilin at taka
búgv í henni.
UNICEF sigur, at í Sierra Leone
verða 90 prosent av øllum gentum
umskornar. UNICEF sigur, at hetta
verður gjørt millum allar kvinnur,
uttan mun til hvønn sosialklassa
tær hoyra til í landinum.
Alimatu Dimonekene fortaldi,
at tað var omma hennara, sum tók
stig til at hun var umskorin.
Foreldrini vistu ikki av tí. Hetta
ÓHUGNALIGAR
SØGUR UM
VIÐFERÐ
AV KVINNUM
Tað hevur ikki
ávirkað talið
av teimum,
sum doyggja í
sambandi við
barnsburð, tí
hvørki sjúkra
systrar ella
jarðamøður
hava nóg góðar
førleikar at taka
sær av trupul
leikunum«
Stóra kvinnuráðstevnan í Keypmannahavn, sum
hevur veirð hesa vikuna, avdúkar óhugnaligar
søgur um, hvussu kvinnur verða viðfarnar