hósdagur 19. mai 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016
SOSIALURIN 57
11
var ein gáva frá ommuni til henn
ara, tí so fór hon at gerast meira
verd, tá ið hon skuldi gifast.
Tað er soleiðis í Sierra Leone,
at prísurin á einari gentu, sum
skal giftast, hækkar um hon er
umskorin. Tá er gentan meira
rein. Aðrir ræðuleikar, men eisini
møguleikar
Umskeringin í Sierrra Leone er
bert ein partur av syrgiligu søg
unum, sum verða fortaldar í Keyp
mannahavn í hesum døgum.
Til dømis er eisini komið fram,
at hvønn einsta dag verða 39.000
gentur undir 18 ár giftar og meira
enn 700 milljónir kvinnur, sum enn
liva, giftust áðrenn tær vóru 18 ára
gamlar.
Altjóða felagsskapir vita at siga
um, at gentur heilt niður í átta ára
aldur, framvegis verða giftar.
Royndirnar vísa, at tað eru fleiri
ymisk sløg av barnagiftum og ofta
ymiskar orsøkir til tað. Í summum
førum giftast børn, men børnini
búgva framvegis heima til tey eru
meira tilkomin. Hetta verður ofta
gjørt av fíggjarligum ávum, so
familjurnar hjá dreingi og gentu
framhaldandi halda sambandi
teirra millum.
Í øðrum førum verða ugnar
gentur giftar við vaksnum ella
eldri monnum. Hetta verður ofta
gjørt fyri at geva monnunum eitt
seksuelt samlív og tryggja teimum
eina kvinnu, sum tekur sær av tí
húsliga.
Í sambandi við at Women
Deliver var sett seinnapartin 2.
hvítsunnudag heitti Katja Iversen
á luttakararnar um at koma við
góðum dømum, har tað gongst
kvinnum væl, so onnur eisini
síggja, at tað ber til at finna loysnir.
Women Deliver var fyri fjóðru
ferð síðani 2007 í Keypmannahavn.
»Ger íløgur í kvinnur – tað loysir
seg« var høvuðsyvirskriftin á ráð
stevnuni.
Har verður eisini sagt, at kvinn
ur brúka 90 prosent av teirra inn
tøku uppá familjuna, meðan menn
bert brúka 30-40 prosent uppá
familjuna.
Women Deliver sigur eisini, at
kvinnur gera 70 prosent av øllum
arbeiði í heiminum, men at tær
bert fáa 10 prosent av lønini.
Eitt annað, sum kann lesast á
heimasíðuni hjá ráðstevnuni er,
at gentur, sum hava minst sjey ára
skúlagongd, vanliga giftast fýra ár
seinni enn hinar sum hava minni
skúlagongd, og eiga færri og sunn
ari børn.
Sleppa 10 prosent fleiri gentur
í skúla, so veksur bruttotjóðarúr
tøkan hjá einum landi við trimum
prosentum.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
Hesaferð eru klassisku kynsleiklutirnir til viðgerðar í temasíðunum. Vit hava valt at varpa ljós á eina
øðrvísi síðu av javnstøðukjakinum, og tosa við tvey, sum hava gjørt upp við klassisku kynsnormarnar.
Kvinnur
savnaðar
um javnstøðu
og betri kor
Meira enn 6000 kvinnuar savnaðar
á raðstevnu í Bellasentrinum
í Keypmannahavn
ÁRNI GREGERSEN
T
að kann gott vera, at
tað gongur framá við
at fáa kvinnum javn
rættindi, men enn er
ómetaliga langt eftir á mál.
Tað er ein av grundunum til,
at ein altjóða ráðstevna hevur
veirð hesa vikuna í Keypmanna
havn undir heitinum Women
Deliver.
Endamálið er at varpa ljós
á kor hjá kvinnum kring allan
heim og vísa á, at kvinnur er
ein stórur partur av samlaða
búskapinum í heiminum.
At støðan framvegis ikki er
góð sæst á altjóða tølum. 63
milljónir gentur ganga als ikki
í skúla, 250 milljónir giftast áðr
enn tær eru fyltar 15 ár og 16
milljónur gentur millum 15 og
19 ár eiga børn hvørt einasta ár.
133 milljónir kvinnur verða
umskornar hvørt einasta ár.
Kanningar vísa, at kvinnur
eru ein stórur partur av
búskaparliga framburðinum og
at hesin framburður kann ger
ast munandi størri, tryggja vit
okkum, at kvinnur fáa útbúgv
ingar á sama støði, sum menn.
Ráðstevnan
varpar ljós á:
■ Heilsu, rættindi og trivna
hjá kvinnum
■ Ráðstevnan er tann størsta
av sínum slag seinastu
10 árini. Luttakarar eru
umboð fyri ST, felagsskapir,
politikarar og ráðharrar.
■ Womne Deliver vísir á støð,
har sum kvinnur ikki hava
javnstøðu og hvar færri
kvinnu enn menn arbeiða.
Til dømis:
■ Millum teirra sum ikki
duga at lesa eru tvær út av
trimum kvinnur
■ Bert fimti hvør tjóðar
tingslimur í heiminum er
kvinna.
■ Bert ein av 12 leiðarum er
kvinna.
■ 95 prosent av londunum í
heiminum hava ein mann,
sum ríkisleiðaara.
■ Longur suður ein kemur í
Afrika sunnanfyri Sahara,
eru færri gentur millum
næmingar og lesandi.
KELDA: WOMEN DELIVER
MYNDIR: WOMEN DELIVER COPENHAGEN 2016