hósdagur 19. mai 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016
SOSIALURIN 57
12
TEMA Kynsnormar
BARBARA HOLM
Í
J. H. Schrøtersgøtu í Havn
er gamli sjónvarpsbygn
ingurin undir umvæling.
Har verður snikkað til, lagt
aftrat og tikið niður, tí í næstum
skal tað vera eitt serstakt vinnu
ligt hús, sum verður knýtt at
Starvsmannafelagnum. Mitt í
rokanum er 35 ára gamla Sunniva
Sólarris. Við amboðum í hond og
hjálmi sum verju stendur hon
einki aftanfyri mennirnar á ar
beiðsplássinum.
Í august í fjør fór hon í starv
hjá byggifyritøkuni Eysturlon og
í januar í ár fór hon í læru sum
timburmaður.
Hóast hon einki stendur
aftanfyri mannligu starvs
felagarnar, so brýtur hon kort
ini frá á einum øki. Hon er
frammanundan útbúgvin sum
løgfrøðingur og sokallaður lean
processleiðari. Í 2007 fór hon
í starv hjá Fiskimálaráðnum
og hevur sostatt arbeitt sum
embætisfólk so at siga fram til
lærutíðin byrjaði. Spurd um
orsøkina til karrieruskifti spyr
Sunniva, um tað skal vera tann
langa ella stutta frágreiðingin.
– Tann stutta frágreiðingin er,
at eg fekk eitt tilboð, sum eg ikki
kundi siga nei til, sigur Sunniva
Sólarris.
Tann longra frágreiðingin
nemur við uppvøksturin hjá
Sunnivu og hennara ynskju fyri
hana og 10 ára gomlu dóttrina.
»Trygdar
skógvarnir í
mínari stødd
vóru ljósareyðir,
og handskarnir
munandi minni
í stødd enn
teir hjá starvs
feløgunum«
Framhald á næstu síðu
– Onkuntíð rópa tey meg inn á fund, so eg kann hjálpa
til á tí løgfrøðiliga økinum. Tað er gott at bróta ísin
við, at ein løgfrøðingur kemur inn í arbeiðsklæðum
við amboðum í hondini, sigur 35 ára gamla Sunniva
Sólarris, sum í dag er í læru sum timburmaður
FRÁ STILLETTUM
TIL TRYGDAR-
SKÓGVAR
Løgfrøðingurin í trygdarskóm
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN