hósdagur 2. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 • hósdagur • 2. september 2004 • 78. árg.
Á altjóða bilaframsýn-
ingini í Genéve í mars
2005, verður nýggi
BMW-3 fyrstu ferð
alment sýndur fram,
men longu nú er likið
út, hvussu hann kem-
ur at síggja út. Bilurin
líkist teimum størru
BMW og verður fram-
vegis drivin av bak-
hjólunum
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
BMW-3 hevur í mong ár
verið tann mest týðandi bil-
urin hjá BMW verksmiðj-
uni í München, og tann sum
hevur givið mest avkast til
fyritøkuna. Tí er tað av
stórum týdningi, at kundar-
nir taka væl ímóti bilinum.
Nýggi BMW-3 verður
nakrar sentimetrar longri
og breiðari enn forgang-
arin.
Bilurin kemur fyrst sum
sedan, seinni koma coupé,
stationcar og cabriolet. Ein
broyting verður tó, at í
nýggja modellunum koma
coupé og cabriolet útgávur-
nar at skifta navn til BMW-
4.
BMW-3 verður enn sum
áður drivin av bakhjólunum
og servostýringin verður
hydraulisk.
16" hjól verða standard á
4 syl. útgávunum og 17"
hjól á 6 syl. útgávunum.
Nýggi BMW-3 kemur á
marknaðin komandi summ-
ar.
Nýggjur BMW-3
í 2005
BMW-3 innan – eins og teir størru BMW við I-drive systeminum
Nýggi BMW-3, sum kemur á
marknaðin komandi
summar, verður eyðkendur
av nýggja BMW-stýlinum
BMW-3 líkist nógv
BMW-5 úr hesum
vinklinum. Bilurin
verður framvegis
drivin av
bakhjólunum
15
14
Nr. 166 - 2. september 2004
Síðani november
mánaða í fjør hevur
verið arbeitt á
økinum vestan fyri
Vesturkirkjuna. Nú
hómast úrslitið, og
arbeiðið verður
ætlandi liðugt 1.
oktober. Millum
annað verður ein
standmynd av
Sigmundi Brestisyni á
økinum
KIRKJULUNDIN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Ætlanin er, at kirkjulundin,
sum økið nú verður nevnt,
skal verða eitt alment pláss,
har øll kunnu fara at hugna
sær.
Marius Müller á býráðn-
um, sum hevur teknað
lundina, sigur, at høvuðs-
elementið í lundini verður
ein tjørn við einum hólmi í
miðjuni og flísalagdari gøtu
rundanum. Eisini verður
eitt lítið torg við beinkjum,
har ein standmynd kemur at
standa.
– Økið er ætlað øllum
borgarum at brúka, og flís-
arnir gera tað eisini vinar-
ligt fyri rørslutarnað. Har
eru trappur, men har er
eisini ein flísaløgd gøta,
júst ætlað rørslutarnaðum,
greiðir Marius frá.
Sílini ikki gloymd
Rættará, sum hevur runnið
ígjøgnum økið, er nú farin
undir heilt, har tjørnin fer at
vera.
Men hóast tað, fer vatn úr
ánni framvegis at síggjast á
økinum. Ætlanin er nevni-
liga, at vatn úr Rættará skal
fylla tjørnina. Tvær slúsur
verða ímillum tjørnina og
ánna, soleiðis at vatn altíð
verður í tjørnini.
Sílini, sum altíð hava
verið í Rættará, eru heldur
ikki gloymd í nýggju ætl-
anini. Marius sigur, at alt er
gjørt fyri at fáa síl í tjørn-
ina.
– Hetta eru áarsíl, sum
aldri fara úr ánni, og ætl-
anin er, at fáa tey at koma í
tjørnina. Eisini er ætlanin at
fáa dunnur ella okkurt tílíkt
at vera úti á hólminum.
Fólk skulu tíma at at sita í
lundini og tað skal vera
hugnaligt, staðfestir Mari-
us.
Sigmundur Brestisson
Eisini skal ein standmynd
setast upp á økinum. Talan
er um eina standmynd av
Sigmundi Brestissyni, sum
listamaðurin Hans Pauli
Olsen skal gera.
Marius sigur, at hóast
fundamentið til standmynd-
ina verður gjørt í hesum
døgum, so er standmyndin
ikki bíløgd enn.
– Hon fer at koma eina-
ferð í framtíðini, men ikki
júst nú. Nú skulu vit fyrst
hava alt arbeiðið liðugt, so
økið kann takast í nýtslu,
sigur hann.
Hann leggur tó afturat at
Hans Pauli Olsen hevur
gjørt eina lítla modellmynd
av Sigmundi Brestissyni,
og at standmyndin heilt víst
fer at standa uttanfyri
Vesturkirkjuna í framtíðini.
Liðugt 1. oktober
Víðari sigur hann, at kíla-
skapið á kirkjutorninum fer
at speglast aftur í stórum
steinum, ið eru lagdir út í
tjørnina. Standmyndin fer
at standa hinumegin tjørn-
ina, beint árakað kirkju-
tornið. Framvið tjørnini eru
eisini nakrir flísar myrkari
enn hinir, og tað er kirkjan,
ið »speglast« aftur í flísun-
um.
Marius sigur, at talan
hevur verið um at gera
hetta arbeiðið í nógv ár. Nú
vóru ráðini til tað, so í
november í fjør varð farið í
gongd. Kirkjan hevur fíggj-
að ein part av arbeiðnum
sjálv og býráðið hevur
stuðlað.
Alt arbeiðið skal ætlandi
vera liðugt 1. Oktober.
– Fyrst í oktober mánaði
verða fermingar í kirkjuni,
og tá skal arbeiðið allar-
helst vera liðugt, so økið er
pent og ruddiligt tá ferm-
ingarnar vera, sigur hann.
Hann sigur annars, at
arbeiðið eftir ætlanini átti at
verið liðugt nú, men at tað
er seinkað einar tríggjar
mánaðir.
– Økið er ótrúliga vakurt,
við nógvari grótlaðing. Tað
er arbeiði, sum tekur tíð og
sum ikki kann skundast
ígjøgnum, tískil bleiv tað
nakað seinkað. Men nú
sæst ein endi á tí, sigur
Marius Müller at enda.
Økið um Vesturkirkjuna fríðkað
Hon eitur
frælsi
Brot úr røðu løg-
mans í samband
við at standmynd
av stabbagróti
varð avdúkað á
Tvøroyri sunnu-
dagin tann 29.
august
TÍÐINDASKRIV
Løgmansskrivstovan
Góða samkoma
Tað er ikki á hvørjum
degi, at vit á Tvøroyri
avdúka eina stand-
mynd við røðu, tón-
leiki og kórsangi. Men
hetta er heldur ikki ein
standmynd av tí van-
liga slagnum. Tað er
ikki ein standmynd av
onkrum
úrmælingi,
sum eftirtíðin skal
minnast,
men
ein
standmynd av nøkr-
um, sum vit hava sæð
hvønn Guðs skapta
dag – ein standmynd
av okkara egna heima-
umhvøvi – av okkara
egnu
oyggj
–
av
okkara egna landi.
...Sermerkta stabba-
gróti, sum sæst nógva
staðni í Suðuroy, er
partur av niðastu og
elstu
jarðfrøðini
á
landi í Føroyum.
. . . S t a n d my n d i n
ímyndar við øðrum
orðum tað, sum altíð
hevur verið, og tað,
sum kemur og fer.
Stabbagrótið
hevur
altíð verið her og fer
altíð at vera her, men
fuglurin flýgur frælsur
– fer avstað, men
vendir altíð heimaftur
til Føroya.
. . . S t a n d my n d i n
hevur fingið heitið
»Frælsi«. Uttan at fara
út í tær stóru útlegg-
ingar av hesum lítla
fitta orðið, sum týðir
nakað
serligt
fyri
hvønn einstakan okk-
ara, so lat meg enda
við vøkru yrkingini
hjá Bjørn Afzelius,
sála,
sum
Steintór
Rasmussen umsetti til
føroyskt:
»Frælsi er títt vakra
navn
Góðlæti er tín stólta
móðir
Rættvísi er tín bróður
Fríðurin tín systir
Stríðið er tín faðir
Framtíðin tín ábyrgd
Frælsi er títt vakra
navn«
Takk fyri.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður
10. september verður
almenn móttøka í
nýggja bygninginum
hjá Føroya Tele í
Hoyvík. Nærum øll
starvsfólkini eru
longu flutt niðan til
Hoyvíkar, og eru
sostatt komin undir
sama tak
MÓTTØKA
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Andras Róin, stjóri á
FøroyaTele, sigur, at ætlan-
in er at hava eitt størri til-
tak, tá móttøkan verður.
– Tað verður nokk nøku-
lunda tað sama, sum tá al-
mennar mottøkur eru, við
røðum og tílíkum, sum
plagar at vera. Men vit ætla
at gera eitt sindur meiri
burturúr, við sangi, tónleiki
og skemti eisini, sigur
Andras Róin.
Eisini verður framsýning
av húsinum.
– Tað er eitt sindur ringt at
fyrireika tílíkt, tí av tí at tað
er alemnn mótøka, vita vit
jú ikki hvussu nógv fólk
kemur. Men vit vænta so at
síggja samstarvspartanarar,
starvsfólk við familju og
kundar okkara.
Eru longu flutt
Andras sigur, at tey allar-
flestu starvsfólkini longu
eru flutt niðan í nýggju høl-
ini í Hoyvík, men at tey
hava bíðað við móttøkuni,
tí handverkarar hava gingið
og tikið hond um tað síðsta.
Men 10. september verður
arbeiðið tó væntandi liðugt.
– Enn eru nøkur fá
starvsfólk niðri á Tinghús-
vegnum. Tey taka hond um
teknikkin, sum framvegis
ikki er fluttur niðan í
nýggju hølini. So eru eini
20 starvsfólk, sum starvast
á Teledeplinum í miðbýn-
um. Tey fara so ikki at
koma niðan higar, tí tey
taka sær av allari fysiskari
kundatænastu,
greiðir
Andras Róin frá.
Hann sigur, at tað verður
nakað langt hjá kundum at
koma heilt niðan til Hoy-
víkar, um tey bert skulu
okkurt ørindi í Teledeplin-
um. Tí verður handilin ver-
andi niðri í býnum.
– Burtursæð frá teimum,
eru øll um at koma upp á
pláss her uppi í Hoyvík, og
vit hava framvegis rúm fyri
eitt sindur av fólki afturat,
sigur Andras.
Í hesum døgum verður
arbeitt við at fyrireika stóru
almennu móttøkuna. Skráin
er um at vera endaliga løgd,
og lýst verður nærri í bløð-
unum, tá alt er fastlagt.
Móttøka hjá FøroyaTele
Fremst sæst fundamentið, sum standmyndin av Sigmundi Brestissyni skal standa á. Aftanfyri sæst hólmurin, ið fer at vera mitt í
tjørnini
Mynd: Jens Kr. Vang
10. september verður alt arbeiðið væntandi liðugt, og tá verður
stór almenn móttøka í nýggju hølunum hjá FøroyaTele
C
M
Y
K
14