Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 14 TEMA Kynsnormar Pápi tók meg við Sunniva er ein handverkara­ dóttir. Pápi hennara er húsa- og bátasmiðjur, og heima hjá Sunnivu og teimum var eisini báta­smiðjan hjá pápanum, har fleiri fólk vóru í starvi. Sunniva og pápi hennara gingu javnan og rok­aðust í smiðjuni og Sunniva minn­ist, at pápin altíð tók hana við, um hon so ynskti. – Pápi lærdi meg at brúka am­ boðini rætt, at hava virðing fyri tí man bygdi og hvussu ar­beiðs­lag­ið sum handverkari er, sigur Sunniva Sólarris. Longu frá ungum árum var tað tí natúrligt hjá Sunnivu, at fáast við amboðum og bygging av ymiskum slag. Men starvsleiðin skuldi tó at byrja við gerast ein onnur. Sum løg­frøð­ingur fekk Sunniva starv í Fiski­málaráðnum og starvaðist har til nakað áðrenn hon fór í læru sum timbur­maður. – Eg hevði ein dreym um at byrja mína egnu fyritøku, sum skuldi vera meira enn bara løgfrøði. Eg var farin undir fyrireikingarnar, tá ið eg kom í samband við Eysturlon, sigur Sunniva Sólarris. Munur á umhvørvum Sunniva Sólarris ger greitt, at henni dámdi væl í Fiskimálaráðnum og henni dámar væl í Eysturlon. Men eingin ivi er um, at umhvørvini bæði eru sera ymisk. – Størsti munurin er kanska prátini. Í Fiskimálaráðnum tosar man um fiskivinnulóggávu, fíggjar­lógir, kvotur, komandi lógir og hvat veit eg. Og tað er sera áhuga­vert. Men tað hevur lítlan og ongan týdning í kaffipausunum í Eystur­lon, sigur Sunniva Sólarris. Hon fegnast um, at í Eysturlon er huglagið stuttligt og prátið lætt. – Eitt av tí, sum mær dámar best við arbeiðsplássinum nú er, at tað er lættur stemningur og prátini eru um gerandisting. Eitt annað er, at dentur verður lagdur á, at arbeiðið skal vera væl gjørt, tá ið umræður handverkið sjálvt, sigur Sunniva Sólarris. Meðan bæði lógarsmíð og byggi­ frøðin eru handverk, so er sera stór­ur munur á, hvussu tú nýtir hand­verkið í gerandisdegnum. – Sum timburmaður skalt tú nýta royndir, tekningar og annað fyri at skapa tað úrslitið kundin ynsk­ir sær, sum samstundis sjálv­ andi skal vera handverkliga væl gjørt og har­við dygdar­gott. Og tað er bæði spenanndi og avbjóðandi. Men úrslitið sæst frammanfyri tær so skjótt tú ert liðug. Sum embætis­fólk er støðan heldur tann, at tú skalt hugsa, hvussu tú fært lóg­gávu­verkið so gott sum gjørligt, men tað er ongantíð heilt liðugt og endaligt, og tilgongdin er heilt ein onnur, sigur Sunniva Sólarris. Tað er eisini ein stórur munur á at arbeiða við hondunum og so at arbeiða við teldu. – Tá eg fari heim frá Eysturlon, so er arbeiðsdagurin liðugur. Eg skal hvørki hugsa meira um tað ella gera meira við tað. Men tá eg fór heim frá Fiskimálaráðnum var tað mangan, at eg líka tendraði teld­una og líka hugdi eftir onkrum arbeiðs­ rela­ter­aðum, greiðir Sunniva Sólarris frá. Umráðandi at kenna síni mørk Spurd um, hvussu hon upplivir at arbeiða í einum mannligum um­ hvørvi, har allar størsti parturin av starvs­feløgunum eru menn, er Sunniva ikki í iva. – Eg haldi øll hava verið sera hjálpsom og fyrikomandi móti mær. Men har eru nakrar skemt­ iligar støður, har eg trekki uppá smíli­bondini, sigur Sunniva Sólarris og hugsar aftur á fyrsta dagin til arbeiðis. Tá skuldi hon hava útgerð so sum trygdarskógvar, arbeiðs­ klæðir, hjálm, handskar og so fram­ vegis. Men tað var ikki gerandis­ kost­ur, at ungar kvinnur leitaðu sær ar­beiðsklæðir og tí var úrvalið held­ur soltið. – Tað vísti seg, at trygdar­ skógv­arnir í mínari stødd vóru ljós­areyðir, og handskarnir vóru mun­andi minni í stødd enn teir hjá hin­um starvsfeløgunum. Tað var ein stuttlig byrjan, sigur Sunniva Sólarris. At hon er einasti kvinnuligi hond­verkarin á staðnum viðførir, at leiðsla og arbeiðsfólk annars eru til­vitað um, at tað eins og á øðrum ar­beiðs­plássum kunnu uppstanda støður, har hon onkursvegna kann kenna seg kroysta. – Eg haldi tað er umráðandi at kenna síni mørk og siga frá, um onkur fer forbí mørkini. Leiðslan hevur eisini sagt mær, at eg skal siga frá, um eitt hvørt átroðkandi sting­ur seg upp, sigur Sunniva Sólarris. Higartil hevur tað tó ikki verið nakar trupulleiki, og hon kennir seg væl sum timburmanslærlingur. – Eg føli ein øðrvísi frið á mær nú. Hetta starvið hóskar væl til ger­andis­dagin hjá mær og dóttrini og tað er okkurt friðsælt við at ar­ beiða við hondunum á hendan hátt, sigur Sunniva Sólarris. Um áleið trý og eitt hálvt ár er Sunniva Sólarris útbúgvin timbur­ maður. Men hesa tíðina sleppur hon tó eisini at nýta sínar royndur sum løgfrøðingur. Arbeiðsplássið nýtir hennara førleikar eisini á tí økinum, og tí er tað ein perfektur koktailur fyri ungu kvinnuna. BARBARA@SOSIALURIN.FO »Eg føli ein øðrvísi frið á mær nú. Hetta starvið hóskar væl til gerandisdagin hjá mær og dóttrini og tað er okkurt friðsælt við at arbeiða við hondunum á hendan hátt« Sunniva Sólarris MYND: ÁLVUR HARALDSEN MYND: PRIVAT – Eitt av tí, sum mær dámar best við arbeiðsplássinum nú er, at tað er lættur stemningur og prátini eru um gerandisting. Eitt annað er, at dentur verður lagdur á, at arbeiðið skal vera væl gjørt, tá ið umræður handverkið sjálvt, sigur Sunniva Sólarris Sunnivu Sólarris í stilettum í fyrrverandi starvinum á Fiski­málaráðnum MYND: PRIVAT