hósdagur 19. mai 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016
SOSIALURIN 57
15
OKKARA FRAMTÍÐ HONGUR
EISINI SAMAN VIÐ JAVNSTØÐU
Føroyska landsstýriskvinnan hevur luttikið
á Women Deliver-ráðstevnuni í Keypmannavn
ÁRNI GREGERSEN
F
øroyar eru komnar langt
á javnstøðuøkinum, ber
vit okkum saman við til
afturskomnu londini,
men grundleggjandi hava vit enn
spurningar at loysa, sum eru av
prinsipielt sama slag, sum hini
londini.
Eyðgunn Samuelsen, lands
stýriskvinna, er júst afturkomin av
stóru kvinnuráðstevnuni í Keyp
mannahavn.
– Skal eg hyggja at, hvat vit
kunnu brúka av hesum, so er tað
fyrst og fremst til spurningin um
búskaparligt haldføri, sigur lands
stýriskvinnan.
– Skulu vit hava ungfólk og ser
liga kvinnur at flyta heimaftur, so
mugu vit geva teimum somu møgu
leikar her, sum tey fáa aðrastaðni.
– Eg hugsi serliga um barsil. Vit
hava ikki enn eitt ára barsil og vit
hava ikki fingið gjørt tað so, at
pápar eisini kunnu fara í barsil
eins leingi og mammurnar. Hesum
eiga vit at taka okkum av og fáa tað
gjørt, so tað líkist viðurskiftunum
í okkara grannalondum.
Landsstýriskvinnan við al
mannamálum sigur, at samgongan
hevur sett sær fyri, at barsilsfar
loyvið skal vera eitt ár. Hesum
verður arbeitt við.
Búskapurin
Hendan samgongan hevur sett sær
fyri at tryggja langtíðar haldføri í
føroyska búskapinum.
Ein bólkur situr og arbeiðir við
nýggjari penssjónsskipan, men
Eyðgunn Samuelsen heldur, at
tað eisini hevur alstóran týdning,
at vit fáa ung fólk at flyta aftur til
Føroyar eftir loknar útbúgvingar.
– Og her haldi eg, at vit fram
vegis eru nakað afturút. Sjálvt
um vit hava javnstøðu, so vísa tøl,
at hetta ikki er galdandi á øllum
økjum. Menn hava hægri størv og
betri løn enn kvinnur og enn er tað
so, at kvinnur ikki arbeiða fulla tíð
á arbeiðsmarknaðinum.
– Vit mugu tryggja veruliga
javnstøðu, tí halda vit fram á hend
an hátt, so binda vit kvinnur niður
– eisini tá ið tær koma til pensjóns
aldur. Arbeiða tær ikki fulla tíð, so
fáa tær neyvan heldur fulla pen
sjón, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Loysir seg fíggjarliga
Landsstýriskvinnan vísir á høvuðs
yvirskriftina fyri ráðstevnuni í
Keypmannahavn um at tað loysir
seg at gera íløgur í kvinnur.
Øll tøl frá altjóða stovnum og
ST-felagsskapum vísa, at sleppa
kvinnur at útbúgva seg og ganga
í skúla, so loysir hetta samstundis
mangar av sosialu trupulleikunum.
– Fíggjarliga loysir tað seg at
gera íløgur í kvinnur og tað eiga
vit eisini at hava fyri eyga. Okkum
mangla 2000 kvinnur í Føroyum
og tær koma neyvan heimaftur
uttanso, at vit hava veruliga javn
støðu og javnbjóðis møguleikar
fyri kvinnur og menn, sigur hon.
Eyðgunn Samuelsen vendir
aftur til hetta við, at pápar hava
eins langa barsilstíð, sum mammur
hava. Tað gangar øllum og sjálvandi
fyrst og fremst familjuni.
– Men eisini hetta er ein íløga,
sum loysir seg, sigur hon.
Ein tann størsti trupulleikin hjá
Føroyum er haldføri í búskapinum.
Hetta hongur í stóran mun saman
við, at aldurssamansetingin í sam
felagnum broytist so nógv.
Fleiri verða eldri og færri eru
á arbeiðsmarknaðinum. Tí er av
bjóðingin hjá politiska myndug
leikanum at fáa ungfólk at flyta
heimaftur, so aldursamansetingin
rættar seg eitt sindur uppaftur.
– Og fyri at hetta skal eydnast,
so er neyðugt við javnstøðu á øllum
økjum. Annars fara vit framhald
andi at mangla nógvar kvinnur
og so hava vit sama trupulleika
uppá langt sikt, sigur Eyðgunn
Samuelsen, landsstýriskvinna.
– Hetta er eitt politiskt mál,
sum skal loysast, men tað krevur
so sanniliga eisini, at vit hava ein
fleksiblan arbeiðsmarkna, leggur
hon afturat.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
Fyri at hetta
skal eydnast,
so er neyðugt
við javnstøðu
á øllum økjum.
Annars fara vit
framhaldandi at
mangla nógvar
kvinnur og so
hava vit sama
trupulleika uppá
langt sikt«
Eyðgunn Samuelsen
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna
– Vit framvegis eru nakað afturút. Sjálvt um vit
hava javnstøðu, so vísa tøl, at hetta ikki er galdandi
á øllum økjum, sigur Eyðgunn Samuelsen
MYND: ÁLVUR HARALDSEN