Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 16 TEMA Kynsnormar – Eg havi ongar planir um at fara í skúla aftur ella arbeiða aðrastaðni, tí at flúgva er tað, sum eg vil. Eg eri rótleysur og friðleysur av náttúru. Mangan havi eg eisini undrast yvir, um eg nakrantíð fór at finna mína hill, men tá eg byrjaði at flúgva, tá kom ein friður yvir meg. Tað er hetta, ið eg skal gera. Tað sigur 25 ára gamli Asger Eið, ið til dagliga starvast sum flogtænari umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways HANIN MILLUM HØNURNAR Asger er flogtænari HALLUR AV RANA T að er nakað heilt serligt at koma umborð á eitt av flogførunum hjá Atlantic Airways, ser­liga eftir at hava ferðast ein longri tein við øðrum flogfeløgum. Um­borð á føroyska flogfarinum verður ein møttur av einum gesta­blídni, ið føroyingar dáma væl at halda er sermerkt fyri fólk­ið, ið her býr. Umborð á Atlantic Airways er sjálv ímyndin av føroyska gesta­ blídninum persóngjørt í flog­tern­ unum. Tær eru tað fyrsta, ið ferða­ fólkini síggja, tá tey stíga umborð á flog­farið og verða bjóðaði væl­ komin, og tað síðsta tey síggja, tá tey stíga av flog­far­inum, og fáa eina blíða heilsan á leiðini víðari. Mill­um har hava tær úr at gera við at bjóða fólki mat og drekka, og hevur tað verið við til at stytt um túrin og stilla nervarnar hjá hundrað­tús­und­tals av ferða­fólk­ um. Men flogternurnar eru ikki einsa­mallar. Kenda heitið flog­ tern­ur, ið Sprotin skilgreinar sum ein kvinna, ið gongur ferðafólki til handa umborð á flogfari, dekkar nevniliga einans yvir kvinnur. Hóast nógv tey flestu, ið starvast um­borð á flogførunum hjá Atlantic Airways, fyriuttan flogskiparar, eru kvinnur, so eru tað nakrir fáir menn, ið seinastu árini hava ar­beitt umborð á flogførunum sum flog­ tæn­arar, ið er mannliga heitið fyri flogternur. Ein teirra er 25 ára gamli hvalb­ ingurin Asger Eið, sum er einasta mannfólk, ið burturav starvast sum flogtænari umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways. Eitt óvanligt starv At tað ikki eru nógv føroysk mann­fólk, ið hava starvast sum flog­tænari, er sjálvt heitið ein ábend­ing um. Orðið flogtænari er so sjáld­samt, at á heimasíðuni hjá Sprot­anum er tað bara í FØ-TÝ orða­bókini, at orðið er at finna. Sjálvur ivast Asger Eið um heit­ ið er tað rætta, men vísir á, at tað er tað, ið Atlantic Airways brúkar van­liga. – Eg haldi ikki, at tað er nakað kallkynsnavn fyri eitt mannfólk, ið starvast sum flogterna, men flogtænari er tað, ið vit brúka í vanligari talu. Tað er eisini tað heitið, ið Atlantic Airways brúkar, tá teir søkja eftir starvsfólkum. Tá verður søkt eftir flogternum og flogtænarum, sigur Asger Eið. Meira fokus á mær Hóast Asger Eið vanliga er einsa­ malt mannfólk gjøgnum ein heilan arbeiðsdag, so heldur hann ikki, at tað er nakar vansi í arbeiðinum. Hvørt fall ikki millum starvsfólkini, men ferðafólkini leggja kanska eitt sindur betur merki til, at tað er eitt mannfólk, ið ber teimum sushi, kaffi og annað gott. – Sjálvur haldi eg ikki, at tað er nøkur forðing at eg eri eitt mann­ fólk. Eg fái slett onga serliga viðferð frá arbeiðsgevaranum ella teimum, ið eg arbeiði saman við. Men fólk leggja merki til mín. Meira fokus er á mær, so eg má gera mítt arbeiði tví­falt so gott sum hini. – Tá fólk tosa um eina flogternu, og skuldu greiða frá hvør hon er, so siga tey kanska tann ljóshærda. Ok, hvør er tað? Tað eru 23 ljóshærdar flogternur í Atlantic Airways. Men um tey siga maðurin, so vita fólk beinan­vegin, at tað er meg, ið tey tosa um. Eg eri einasta mannfólkið, ið flúgvi fast fyri Atlantic Airways. Onk­ur annar flýgur leigutúrar og ann­að við síðuna av lesnaðinum, men eg eri tann einasti, ið flúgvi fastar túrar. Millum vinfólkini eru tað held­ ur eingin, ið hevur sagt eitt øvugt orð um, at Asger Eið hevur valt eina starvs­leið, ið vanliga verður sett í sam­band við kvinnur. Tvørtur­ ímóti, so hevur hann bara upplivað, at vinir og onnur hava stuðlað hon­ um í hansara vali. – Eg havi bara fingið jaligar við­ merk­ingar. Míni vinfólk vita, at hetta er akkurát eg. Tað hava tey lat­ið meg vita alla tíðina, og hava bara verið glað fyri, at eg fekk starv­ið. Tey vita, at eg havi funnið mína røttu hill. Einsamallur hani í høsnagarðinum Sosiala sambandið millum flog­ tern­ur og flogtænarar er vanliga gott, og er tað eisini neyðugt, tí dagar­nar verða oftani drúgvir, tá ferð­ast verður millum lond. Asger Eið trívist væl sum einsamallur hani í høsnagarðinum. – Her eru nógv konufólk, so tað kann vera sum í einum høsna­ garði onkuntíð, men tað er eis­ini stuttligt. Øll kenna hvønn ann­an og koma hvørjum øðrum nær, so hetta er eitt stak heimligt arbeiðs­ stað. Vit kenna styrkirnar og veik­ leik­arnar hvør hjá øðrum, tí vit brúka so nógva tíð saman, sigur Asger Eið, og leggur afturat. – Flogternurnar ganga nógv í bindi­klubb, og tað er ikki akkurát mín áhugi, men annars er tað fínt. Vit eru góð við hvønn annan, og av Tá fólk tosa um eina flogternu, og skuldu greiða frá hvør hon er, so siga tey kanska tann ljós­hærda. Ok, hvør er tað? Tað eru 23 ljós­ hærdar flog­ ternur í Atlantic Airways. Men um tey siga maðurin, so vita fólk beinan­vegin, at tað er meg, ið tey tosa um« Asger Eið