hósdagur 19. mai 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016
SOSIALURIN 57
17
tí at nógvar av teimum eru mamm
ur og hava børn í mínum aldri, so
duga tær eisini at vísa eitt slag av
móðurkærleika.
Ein gamal dreymur
Hvussu endar so ein ungur maður
úr Hvalba, ið er ein bygd mest kend
fyri at fostrað sjómenn, sum flog
tænari umborð á Atlantic Airways?
– Tað hevur altíð verið ein
dreymur hjá mær at arbeiða um
borð á einum flogfari. Líka frá tí,
at eg var umborð á einum flogfari
fyrstu ferð. Eg var fimm ella seks
ára gamal og skuldi vitja ommu í
Danmark. Á ferðini fylgdist eg við
nøkrum vinfólkum, har ein teirra
arbeiddi hjá SAS, greiðir Asger Eið
frá.
– Umborð á flogfarinum vórðu
vit víst runt og sluppu millum ann
að fram í flogskiparaklivan. Tað var
har, at hugurin til flogferðir birtist.
Tað var eisini ein onnur tíð, tá størri
virðing var tengd at tí at arbeiða í
flogvinnuni. Síðani havi eg altíð
lagt merki til manningarnar, tá tær
ganga gjøgnum flogvallar kring
heimin, og havi altíð undrast yvir
hvar tey munnu hava verið, og hvar
tey eru á veg, sigur Asger Eið.
Upprunaætlanin hjá unga
hvalbinginum var tó aldrin at ger
ast flogtænari. Heldur var hugurin
í byrjanini at vera flogskipari, men
lat tað seg ikki gera.
– Eg hevði hugsað um at lisið
til flogskipara, men av tí, at eg eri
litblindur, so bar tað ikki til, sigur
Asger Eið.
Slapp til Havnar
tvær ferðir um vikuna
Tað gingu tó umleið nítjan ár frá tí,
at Asger Eið sum fimm ára gamal
fekk hug at arbeiða umborð á ein
um flogfari, til hann var við á sín
um fyrsta túri við Atlantic Airways
sum starvsfólk. Hansara starv hjá
Atlantic Airways er tó langt frá
hansara fyrsta starv innan tæn
astu- ella ferðavinnuna.
– Tað er ferðingin, ið er so spenn
andi. Eg var fimtan ára gamal, tá eg
fekk mítt fyrsta starv innan hesa
vinnugreinina. Tá fekk eg eitt starv
sum uppvaskari umborð á Smyrli.
Tá helt eg, at tað var spennandi at
sleppa til Havnar tvær ferðir um
vikuna, minnist Asger Eið aftur á.
Gjøgnum samrøðuna fram
gongur tað fleiri ferðir, at tað at
ferðast og sleppa til nýggj støð, er
nakað, ið Asger Eið er glaður fyri.
Hann dylur heldur ikki fyri, at tann
tráanin hevur ført hann til nógv
ymisk størv kring Evropa.
Flytur av landinum
Eftir at hann hevði arbeitt umborð
á Smyrli í eina tíð flutti hann fyri
fyrstu ferð av landinum. Hóast
steðgurin í Íslandi ikki vardi
leingi, so gekk nøkur ár áðrenn
ungi hvalbingurin flutti aftur til
Føroyar.
– Leiðin gekk fyrst til Íslands,
har eg arbeiddi í móttøkuni í Sjó
mansheiminum í eitt ár. Eftir tað
fór eg til Danmarkar, har eg ar
beiddi sum 1. assistent í Netto. Síð
ani fekk eg starv umborð á Norrøni.
Fyrst arbeiddi eg í kafeteriuni, men
tá tey hoyrdu, at eg hevði arbeitt
í móttøkuni í Sjómansheiminum,
varð eg fluttur til móttøkuna, sigur
Asger Eið.
Næstu tvey árini arbeiddi Asger
Eið í móttøkuni umborð á Norrøni,
og treivst væl í sínum nýggja leik
luti.
– Tað arbeiðið dámdi mær heilt
øgiliga væl. Eg kom í samband við
nógv fólk og uppgávurnar vóru
fjølbroyttar. Eg treivst væl við at
hjálpa ferðafólkum, so at teirra
uppihald umborð var so gott sum
einaferð gjørligt, men eisini at
hjálpa teimum til upplivingar í
Íslandi, Føroyum og Danmark.
Eftir nøkur ár umborð á Norrøni
var tíðin tó komin hjá Asger Eið at
royna okkurt nýtt.
– Eg visti, at eg vildi halda fram
við at arbeiða við fólkum. So í 2011
fór eg á ferðaleiðaraskúla í Spania,
har eg tók eitt skeið upp á fimm
vikur. Aftaná tað arbeiddi eg eina
tíð á einum skíðhotelli í Norra, og
síðani fyri Star Tours í Grikkaland.
Fekk møguleikan
Á ferðaleiðaraskúlanum fingu
næmingarnir at vita, at tað ikki
var óvanligt, at tey, ið tóku skeiðið,
endaðu við at arbeiða í flogvinnuni.
Tað var søtur tónleikur í oyrunum
hjá Asger Eið, ið enn ikki hevði
slept gamla dreyminum at arbeiða
umborð á einum flogfari. So tá
kjansurin loksins kom, var Asger
Eið klárur.
– Tá eg var liðugur sum ferða
leiðari, og hevði roynt ymisk størv,
fór eg á HF í Danmark. Men so ein
dagin kom møguleikin. Atlantic
Airways søkti eftir fólki, og eg var
skjótur at taka av møguleikanum.
Eg gavst alt fyri eitt á HF, fór und
ir skeiðið hjá Atlantic Airways í
januar 2015, flutti heim og fleyg
mín fyrsta túr 12. februar 2015,
greiðir Asger Eið frá.
Rótleysur og friðleysur
Asger Eið dylur ikki fyri, at hann
sum persónur kanska hevur havt
eitt sindur torført við at sláa røtur
á einum stað, men hevur heldur
lyndi til at royna nýggj ting og
flyta til nýggj støð. Men nú heldur
hann, at hann hevur funnið sína
røttu hill.
– Eg havi ongar planir um at
fara í skúla aftur ella arbeiða aðra
staðni, tí at flúgva er tað, sum eg
vil. Eg eri rótleysur og friðleysur
av náttúru. Mangan havi eg eisini
undrast yvir, um eg nakrantíð fór
at finna mína hill, men tá eg byrjaði
at flúgva, tá kom ein friður yvir
meg. Tað er hetta, ið eg skal gera.
– Eg havi ikki tol at sita á eini
skrivstovu allan dagin langan.
Okkurt má henda alla tíðina. Eg má
hava nógv fólk rundanum meg, tí
annars keði eg meg. Tað at hjálpa
øðrum og gera onnur glað, tað er
tað, ið liggur mær fremst í huga.
Tað hoyrist og sæst, at Asger Eið
trívist væl í sínum nýggja leikluti
sum flogtænari, og at talan er um
eitt starv, ið hann hevur ætlanir
um at halda fram við í fleiri ár
aftrat.
– Tað, ið mær dámar so væl er, at
eg veit aldrin hvat dagurin hevur
at bjóðað. Okkurt óvæntað kann
altíð henda, tí man arbeiðir við
fólkum. Tey eru við til at ríka ger
andisdagin hjá mær.
– Sjálvur havi eg møguleika at
hjálpa fólkum fólkum við at gera
júst teirra ferð til tí bestu møguligt.
Tað er óansæð, um talan er um eina
ferð, ið tann ferðandi hevur spart
upp til í tvey ár, ella talan er um ein
av teimum, ið pendla millum Før
oyar og umheimin, sigur Asger Eið.
Loypið útí tað
Samrøðan nærkast endanum, men
áðrenn eg kann takka fyri meg, má
eg spyrja Asger Eið, um hann hevur
nøkur ráð til tey mannfólk, ið
kanska sita við einum dreymi um
at gerast flogtænarar, og kundu
hugsa sær at fylgt hansara fóta
sporum.
– Tað er bara at loypa útí tað, tí
vit hava brúk fyri fleiri mannfólk
um, ið vilja arbeiða sum flogtæn
arar. Lat bara vera við at hugsa um
hvat onnur halda. Atlantic Airways
er eitt gott felag. Her taka tey sær
væl av einum, so at ein følir seg
sum heima. Man kann tosa við øll,
og so sleppur man eisini at ferðast,
svarar Asger Eið.
– Man skal eisini minnast til,
at trygdin hjá okkum er fyrsta
uppgávan, meðan tænastan
kemur í næstu røð. Vit hava
eitt høvuðsendamál umborð á
flogførunum, og tað er syrgja fyri
trygdini. Eftirsum at vit kortini
eru har, so fjálga vit eisini um
ferðafólkini. Veruleikin er tann, at
mannfólk duga líka væl trygd sum
kvinnur, so tað er eingin orsøk hjá
mannfólkum at smæðast burtur,
sigur Asger Eið at enda.
– Eg hevði hugsað um at lisið til flogskipara, men av tí, at
eg eri litblindur, so bar tað ikki til, sigur Asger Eið
MYND: BIRGITH LASSEN
PRIVATMYND
»Tað er ferðingin, ið er so
spennandi. Eg var fimtan ára
gamal, tá eg fekk mítt
fyrsta starv innan hesa
vinnugreinina«