Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 SOSIALURIN 57 FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 Graham Bonnet er enskur rokk sangari, ið byrjaði sína yrkisleið seinast í 60-unum. Bonnet er best kendur fyri sítt stutta tíðarskeið í bólkinum, Rainbow, sum saman góvu kendu útgávuna, Down to Earth, út í 1979. Bonnet vitjar Voxbotn í juni SIGURJÓN EINARSSON T að lá líkasum í kortunum, at Graham Bonnet skuldi gerast sangari. Longu sum fimm ára gamal undirhelt hann sínum foreldrum við sangi heima við hús. Sum piltur sang hann við barnakóri, har eisini onnur løgdu til merkis hansara viðføddu sanggávur. Á heilt ungum árum stovnaði hann bólkin, The Marbles, saman við systkinabarninum, Trevor Gordon, eftir at teir báðir høvdu spælt saman í bólkinum, The Blue Sect. Tætt samstarv við Bee Gees Bólkurin, The Marbles, var einans virkin í 1968 og 1969, men hetta kom seinni at eiga stóran lut í, at Bonnet yvirhøvur gjørdist partur av Rainbow. The Marbles fingu tvey hitt inn á hittlistarnar, har serliga frálíki sangurin »Only One Woman« fekk góða viðurkenning og rakk upp í topp fimm á hittlistanum í Stórabretlandi. Bonnet vaks upp í havnabýinum, Skegness í Eysturonglandi, meðan systkinabarnið, Trevor Gordon, vaks upp í Avstralia, har hann kom at kenna Gibb-brøðurnar, Barry, Robin og Maurice, í 1964, ið seinni skrivaðu seks løg fyri teir báðar á einastu útgávuni hjá bólki teirra, og vóru eisini við í upptøkuhølunum, har teir hjálptu til og sungu styðuljóð, tá »Only One Woman« varð tikin upp. Frá 1969 og fram til 1977 gjørdi Bonnet ikki tað stóra, tá tað kom til tónleik. Heldur tókst hann við at syngja og lesa bjølluljómur og eyðkennisljóð upp til lýsingar osfr., áðrenn hann aftur fór at takast við tónleik, tá hann gav útgávu út í 1979 við egnum bólki, har Bee Gees aftur átti stóran leiklut í sangskrivingini. Útgávan vann ongantíð frama millum manna, men í Avstralia fekk hon eitt sindur av viðurkenning. Stutta tíðin í Rainbow Graham Bonnet tók yvir leiklutin sum forsangari í Rainbow eftir Ronnie James Dio í 1979. Hetta hendi, tá stovnarin av Rainbow, Ritchie Blackmore, og Ronnie James Dio ikki vóru samdir um, hvønn veg Rainbow skuldi fara. Blackmore vildi hava, at bólkurin skuldi gerast meira tengdur av ídnaðinum, fyri at fáa meira vinnuliga nyttu burturúr tónleikinum. Hesum var James Dio ikki samdur í, og tí varð leitað eftir nýggjum sangara. Og tað er her, at Bonnet og The Marbles koma inn í myndina. Blackmore mintist aftur á unga mannin við tí sermerktu og sterku røddini, ið sum 19-ára gamal sang ein kærleikssang um, at tað einans var »Only One Woman«. Blackmore leitaði og fann fram til Bonnet, og bað hann koma til eina sangroynd við Rainbow. Bonnet kendi snøgt sagt ongan sang hjá bólkinum, men ávegis til sangroyndina, keypti hann eitt album og lærdi seg sangin »Mistreated« uttanat, ið hann sang fyri hinum limunum í Rainbow. Hvussu var og ikki, so fekk hann bjóðað starvið sum nýggjur forsangari í bólkinum. Hóast tónleikurin hjá Rainbow lá langt burturi frá tí, Bonnet vanliga sang, so tók hann av við nýggju avbjóðingini. Saman tóku teir útgávuna, Down to Earth, upp í 1979, ið vísti nýggja rættningin hjá bólkinum, har serliga »Since You´ve Been Gone« (ið upprunaliga er skrivað av Russ Ballard í 1976) og »All Night Long«, sum nokk – við tíðini – eru blivin millum tey meira kendu løgini hjá Rainbow. Bonnet og Rainbow passaðu tó aldrin heilt saman, har m.a. manglandi viljin frá Bonnet at lata hárið vaksa varð viðvirkandi til, at Bonnet longu fór úr Rainbow í 1980. Eftir hetta, var Bonnet við í ymiskum verkætlanum, har einans bólkurin, Alcatrazz, fekk nakað av viðurkenning í Japan, har einasta fløgan hjá bólkinum sló ígjøgnum við fittum sølutølum. Nú hevur Graham Bonnet egnan bólk, har hann fyri tað mesta syngur sangir frá hansara yrkisleið. Til konsertina á Voxbotni verður tað tó saman við hinum írestandi limunum í Starship, at Graham Bonnet fer at framføra við. Lagt er tó upp til, at Bonnet nokk fer at spæla nøkur løg hjá Rainbow, so spennandi verður at hoyra, um tann nú 68-ára gamli Bonnet enn megnar at syngja tey gomlu hittini frá Rainbow-tíðini, tá hugsað verður um, hvussu krevjandi hesi eru fyri røddina. FYRRVERANDI FOR­SANGARI Í RAINBOW VITJAR VOXBOTN TÓNLEIKUR