Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 19 FLØGUUMRØÐA: ARNOLD LUDVIG SEXTET: ICELAND Undir lampunni sæst mjørkin, og hugurin fyllir av sær sjálvum eitt sindur av sigarettroyki í myndina, ið hugaliga sveimar kring ljósglæmuna, eins og í farnum døgum, tá fólk enn royktu innandurða. Vit eru onkrastaðni í tíðargloppinum millum gomlu Perluna og nýggja Reinsaríið DAGFINN OLSEN F løgan er sett í fløgu­ spælaran. Enn einaferð verður trýst á play. Stovan er brádliga ein onnur. Undir lampunni sæst mjørkin, og hugurin fyllir av sær sjálvum eitt sindur av sigarettroyki í myndina, ið hugaliga sveimar kring ljósglæmuna, eins og í farnum døgum, tá fólk enn royktu innan­durða. Staðið er brádliga ein jazzbarr í onkrum vælvitjaðum stórbýi, ella »bara« eitt stað í Havn, har jazz­ felagið nú einaferð hevur funnið uppá at hava livandi tón­leik. Vit eru onkra­staðni í tíðar­gloppinum millum gomlu Perluna og nýggja Reinsa­ríið. Ikki so týðandi, júst hvar – soleiðis landa­frøðiliga, men heldur hvar vit eru í rúmd og tíð, – og hví? Út Arnold Ludvig hevur við sínin sextet savnað sær manning uttan­ fyri landoddarnar. Og hann er jú eftir hondini ein maður, ið óivað hevur nøkur stempul í passinum (um slík finnast enn). Fyrra fløgan við Arnold Ludvig Sextet nevndist eisini hóskandi Voyages. Felags er tó, at sum miðdepil hava hesi fólkini Danmark, hóast teirra uppruni og ferð er ymisk. Og júst sum í so mongum øðrum førum, so er tað so sunt, at onkur leitar út um bøgarðarnar, og at nýggjur íblástur kemur inn í ljóð­ myndina. Tað er av sonnum spenn­ andi og eitt bragd við hesi fløguni, eins og við fyrru fløguni. Søgan Søgan um Arnold Ludvig er søgd ofta, og kanska er keðiligt at endur­ taka. Men kókað niður í fáar reglur, so er hon henda: Arnold er sum ungur drongur limur av hópinum, ið gerst til bólkin Plúmm. Best spælandi ung­lingar Føroyum í fyrru helvt áttati­árunum, og miðskeiðis í áttati­árunum fáa teir sum heilt ungir um endan av gomlu Perluni, og jazz­lívinum har, og teir byrja at lurta eftir meira leitandi rock­ tónleiki og jazzi. Enn ungir, eru teir millum fremstu úrmælingar, tá áttati­árini siga farvæl. Og serstakt er, at hesir ungdómsvinir at kalla allir nema sær útbúgving innan tónleik, og tað var als ikki ein sjálvfylgja tá. Arnold velur at lesa tónleik í Íslandi, og ferðin gongur seinni til Canada. Har hittir hann Onnu, ið nú er kona hansara. Saman hava tey bólkin MonkeyRat. Tey fara seinni til Føroya, og síðani Keypamannahavnar. Og eftir nøkur ár í Danmark, so ríka tey aftur føroyska tónleikapallin. Arnold er úrmælingurin á bassin­um, og er kosin Føroya besti. Hann, ið sum ungur var púra ivaleysur: bassurin var framtíðin, Og tað í eini tíð, har tað ikki var vanda­leyst ella vanligt at velja sær tónleikin fram um alt. Men vanda­leyst ella bandleyst. Onki kundi steðga úrmælinginum, ið enntá sum ungur snikkaði sær sín egna bass. Ein ferð Ja, men hetta er jú ein ferð, ið vil nakað. Og ein ferð, ið sjálvandi myndar mannin. Men seinna fløgan fær heitið Iceland. Eri samdur við onkrum øðrum um­mælara, at kanska er ilt hoyra júst Ísland. Kanska kundi mangt verið dult, og tó verið við, um heitið var Island. Lat tað tó ikki skilja nakran!! Eg fari ikki at keða lesaran við at granska eitt lag fyri, og annað eftir. Løgini ERU spennandi. Tað eru tey ikki minst, tí her hava vit tón­ leikarar, ið vit ikki vanliga hoyra, og sum tí koma við nøkrum nýggjum. Í Føroyum hava vit jú altíð vandan við, at fólk ganga aftur. Ikki at tey spøkja soleiðis, sum vit vanliga hugsa, men tó spøkja tey, og eru bæði her og har, og hvar ein enn vendir sær. Soleiðis er eisni innan tón­leikin. Tí er tað so sera frískt við hesum lotinum av útlendskum, ið náttúr­ liga gevur blástrinum nakað heilt annað. Rúm Skal ein, uttan smálutir og einstøk løg, umrøða fløguna, so er at siga, at her eru fólk, ið ikki eru bangin fyri at geva hvørjum øðrum rúm. Tað gevur fløguni nakað heilt serstakt, tí her andarúm og opinleiki. Vitt til veggja, og høgt til loft. Arnold er bindandi liðið. Har er ein klettur, ið ein kann byggja á, og tað gera limrnir og vinirnir eisini. Skal nakað sigast, ið ikki er til fyrimuns, so haldi eg, at ljóð­myndina hevði eg málað øðrvísi, uttan at eg kann kalla meg ein meistara við júst hasum penslinum. Men sum bassfjeppara hevði mær dámað væl, um bass­ urin til tíðir, og kanska ofta, var fremri í myndini. Kompositiónirnar eru ikki nýskapandi. Men tað er ikki eitt minus í mínum hugaheimi.Tær eru inniligar. Ein situr aftur í einum av hesum góðu konserttiltøkunum, sum jazzfelagið myndaði í mong ár, og tað er undurfult. Har er árinið av Pastorius. Har er ein farri av bæði Karsten Vogel og Holger Laumann, men samstundis nakað heilt annað, tí Arnold her hevur savnað eina elitu, úrmælingar, ið hann svingar saman við. Bæði á palli, og á gólvinum annars. Tað hoyrist. Her er jazzur, samanspæl, rúmd og hvør og ein fær sítt spælipláss. Ørnin flýgur Navnið Arnold kemur úr enskum og týskum, og merkir eitt bland av ørn og valdsharra. Og har fer ein ikki heilt skeivur, tí Arnold Ludvig verður ikki tikin á bassinum. Meira ein lurtar eftir fløguni Iceland, meira leggur ein til merkis, at hetta er gjøgnumført, og bassurin ger í heilum okkurt, ið tú ikki legði til merkis í fyrstu syftu, og sum er flott, elegant, og ikki altíð heilt lætt at fáa at sita, men tað stendir ikki á!! Hetta er, sum bara Arnold kann gera tað. Ørnin flýgur, og hevur alt vald. Og best av øllum, so er hon lend, har ið arnartindar á oyggjum bláum geva íblastur, vón og framtíð. ØRNIN LEND Á ARNAR­ TINDUM Á OYGGJUM BLÁUM Ummæli