Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 20 Veitslan Náddi tú ikki at fara í Veitslu í septembur í fjør? Nú fært tú møguleikan aftur. Vælvitjaði og vældámdi leikurin, sum er bygdur á kenda danska filmin ”Festen” eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukov kemur aftur á pall í Norðurlandahúsinum. Veitslan er lagað til føroysk og norðurlendsk viðurskifti við luttøku úr Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark og Føroyum. Veitslan verður sýnd sum partur av Nordic Performing Arts Days 2016. Løgtingið bíðar eftir Eik DANJAL AV RANA Stutt fyri ársskiftið fekk formansskapurin í løgtinginum heimild og fígging frá løgtinginum til at keypa gróthúsini, sum Eik banki húsast í í miðbýnum í Havn. Síðani er tó lítið frætt frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um gongdina, uttan tað, at ein avtala er gjørd við Eik Banka um keyp av húsunum. Løgtingsformaðurin sigur, at enn er lítið nýtt at frætta, og at málið stendur í sama stað sum tað gjørdi fyri nøkrum mánaðum síðani. Orsøkin er, at áðrenn Løgtingið kann flyta inn, má Eik flyta út. Sum skilst er ætlanin hjá Eik at útbyggja høvuðssætið Yviri við Strond at húsa teimum, sum í dag eru í miðbýnum. – Tað sum tað so ella so strandar á, er møguleikin hjá Eik at flyta út, og tað er tengt at einum byggiloyvi, sum teir skulu hava yviri við Strond. Fyrr enn tann parturin er avkláraður, er ikki so nógv meiri at siga um tað, sigur Páll á Reynatúgvu. – Vit hava fingið heimildina at keypa bygninin og hava gjørt avtaluna við Eik, men teir mugu fyrst tryggja sær, at teir hava tak yvir høvdið. So vit bíða eftir byggimálsumsitingini, nær Eik fær síni byggiloyvi upp á pláss, sigur løgtingsformaðurin. Líkt er tí til, at ætlanirnar at flyta inn í bygningin áðrenn summarið vera nakað útsettar. Partur av ætlanini við at keypa Eik Banka í miðbýnum er at selja Gamla Apotek, sum nú verður nýtt til flokshøli hjá flokkunum. Løgtingsmenn hava leingi funnist at vánaligu umstøðunum á Gamla Apotekið og fólk eru eisini farin at ilskast inn á, at bygningurin stendur sum eitt skrímsl á Vaglinum. Páll á Reynatúgvu sigur tó, at einki verður gjørt við Gamla Apotek, fyrr enn støðan við Eik banka er avklárað. – Gamla Apotek verður viðlíkahildið á einum minimumsblussið, tí tað hevur í longri tíð verið eitt kjak um, hvat skuldi henda, um tingfólk skuldu flytast í onnur høli og so, sigur hann. – Hendan óavkláraða støðan hevur vart ov leingi, og tí valdi eg at handla skjótt, tá tað stóð okkum í boðið at keypa Eik Banka. Gamla Apotek fer tó at standa í líknandi líki sum nú, til hin spurningurin er avkláraður, og verður nýtt á líknandi hátt sum nú, til Eik er vorðin endalig ogn hjá løgtinginum, sigur Páll á Reynatúgvu. Hetta hendir... MANGT OG HVAT 1. juni 2016 tekur Borgny Brünings-Hansen við sum prestur fyri Føroyska Kirkjuliðið Sankta Ólavs í Keypmannahavn.   Borgny Brünings-Hansen hevur lisið gudfrøđi á Lærda Háskúlanum í Århus. Síðan 2004 hevur hon verið prestur í Kolding próstadømi, fyrst sum lánsprestur í Seest og Nr. Bjert og síðan sum sóknarprestur í Ødis og Seest sóknum.   Hon er uppvaksin í Dali á Sandoynni. Borgny Brünings-Hansen er gift við Thomas, og saman hava tey tvey børn, Anna Dorthea og Johannes, ávikavist 12 og 8 ár.   Borgny verður skipað í embætið av Ejgil Bang Olsen prósti, sunnudagin 5. juni kl. 16:00 í Hans Egedes kirke – Vardegade 14 á Eysturbrúgv. Nýggjur prestur settur Eik fer ikki úr grótbygninginum í miðbýnum, fyrr enn ter hava fingið loyvi at byggja út Yviri við Strond