Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 21 KLUMMAN Barbara Holm Tann perfekti kroppurin finst ikki Hon vaknaði ein dagin og valdi at gera nakað við sína ónøgd. Hon kendi seg feita, vildi ikki út millum fólk og hataði sín kropp. Hon hevði fingið nóg mikið av fitanum, og meldaði seg tí til eina fitnesskapping. Hon fekk tann sokallaða perfekta kroppin. Einki sjónligt feitt, sterkar vøddar og sunnan lívsstíl. Men hvat? Einki broyttist. Sjálvsálitið gjørdist ikki størri. Óttin at fara út millum fólk hvarv ikki. Hendan kvinnan eitur Taryn Brumfitt og er stovnari av rørsluni »Body Image Movement«, og hevur millum annað gjørt ein stuttan dokumentar um sítt lív og um rørsluna. Body image rørslan. Er tað nakað vit hava tørv á at hoyra nakað um í Føroyum, hugsar tú kanska, kæri lesari. Er hetta ikki bara ein onnur politiskt korrekt áðrenn/ aftaná mynd, har man sær eina kvinnu góðtaka sínar rundu formar, og so skulu vit øll fegnast um tað? Tað er tað faktist ikki og jú, vit hava tørv á tí í Føroyum. Tí ert tú ein persónur, sum javnan svimur, íðkar ítrótt í venjingarmiðstøðum ella líknandi, so hevur tú ivaleyst upplivað tær ungu kvinnurnar, sum fjala og skammast av sínum kroppi, tí okkurt ikki er »perfekt«. Tað kann vera nøkur kilo eru ov nógv. Bróstini eru ov lítil ella ov stór. Húðin ov hvít ella hvat veit eg. Eg havi í øllum førum sæð ungu genturnar, sum lata seg í svimjidraktina heima við hús, áðrenn tær fara at svimja, tí tær tora ikki at skifta í skiftirúminum. Tað áhugaverda og inspirerandi við Taryn Brumfitt er, at hon gjørdi nakað við sína kropsligu ónøgd og tveittu eyka kiloini. Hon gjørdist fitnessdrotning bert fyri síðani at skilja, at tað er eingin kroppur, sum við venjing, mati og mátibandi í hond kann gerast perfektur. Tí hvat er perfekt? Spyrt tú Taryn, so er einki sum eitur so. Tað er bara spurningur um, tú hevur ein »perfektan« hugburð til tín egna kropp. Og ikki fyri at vera kliche’ut, men tit vita væl, at útsjóndin, kroppurin, klæðini, hárið og alt annað hevur einki at siga, um tú innast inni heldur, at tú kundi nú eisini sæð meira perfekt út. Tað er tá tú góðtekur tín kropp júst sum hann er, at hann í veruleikanum gerst perfektur – fyri teg og fyri onnur. Og mátibandið hevur als einki við sakina at gera. Ivaleyst kundu vit føroysku kvinnur eisini latið okkum inspirerað av rørsluni hjá Brumfitt. Vit kundu helst allar trongt til at hoyrt nøkur vísdómsorð um, hví hugburðurin til kroppin er tað einasta, sum hevur týdning, í leitanini eftir tí perfekta kroppinum. Hevur tú hug at lesa meira um rørsluna og síggja stutta dokumentarfilmin, so kanst tú fara inn á heimasíðuna bodyimage movement.com.au Hvussu fer tónlistarliga framtíð Føroya at ljóða? Tað sleppa vit at hoyra í vár, tá framkomnastu næmingarnir í Tórshavnar musikkskúla fara at hava tríggjar konsertir í Norðurlandahúsinum sunnudagin 22. mai klokkan 16. Fyrsta konsertin verður við rútmiskum tónleiki, onnur við klassiskum, og til triðju cross-over konsertina arbeiða næmingarnar saman tvørturum tónlistarligu mørkini, og tá kemur altíð okkurt nýtt og spennandi burturúr. Tónleikarar á veg er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar musikkskúla og Miðnám. HM/EM 23. til 25. mai verður HM/EM kapping í flogbólti í Ítróttarhøllini á Hálsi. Føroyar, Írland, Liktinstein og Kýpros luttaka í kappingini, og føroysku venjararnir hava góðar vónir undan kappingini. Vinnarin fer víðari í HM, meðan tvey tey bestu koma víðari í EM. Kýpros hevur vunnið kappingina fyri smátjóðir tey nógvu seinastu árini, men Føroyar hava spælt væl upp móti teimum fyrr. Líkt er til, at Føroyar má vinna tveir av teimum trimum dystunum, um tær skulu koma víðari til EM, meðan allarhelst mugu allir tríggjir dystirnir vinnast, um Føroyar skulu koma víðari til HM. Nordic Performing Arts Days Í næstu viku verður Norðurlandahúsið miðdepil fyri norðurlendskum leiklistadøgum, har ljós verður varpað á interaktivitet, nýggj rák og norðurlendskt samstarv í norðurlendskari og altjóða leiklist. Føroyski áskoðarin kann gleða seg til eitt tyssi av fjølbroyttum norðurlendskum framførslum og tiltøkum hesar dagarnar. Skráin bjóðar upp á eitt nú forkunnugar gestaleikir við bestu leiklistafólkunum í norðurlondum, New Nordic Drama, mentanarráðstevnur, ListaPrát, útferðir við framførslum, norðurlendskar gestir og mangt, mangt annað. Her verður nakað fyri allar smakkir, allar sansir og fyri allar aldursbólkar. Dagarnir 2016 er størsta leiklistarliga tiltak í Føroyum í nýggjari tíð. Sí nlh. fo fyri skrá.