hósdagur 19. mai 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016
SOSIALURIN 57
22
KANNING
BIRGITH LASSEN
T
á tú hevur verið á ves
inum og gjørt tína
skyldu, vaskar tú tær
sjálvsagt um hendurnar
aftaná. Men tá tú keypur blandað
bomm og hevur rindað við tínum
gjaldskorti, hugsar tú nokk ikki
um at vaska hendurnar, áðrenn tú
stingur fingrarnar niður og posan
og oysur tínar søtu sakir í gákið.
Sannleikin er, at grøni knøtt
urin, ið tú trýstur á, tá tú skalt
rinda við korti, er gravskitin –
nógv skitnari enn vesikumman
hjá tær. Í øllum førum um tú skalt
trúgva teimum stakroyndunum, ið
VikuskiftisSosialurin hevur gjørt.
Til at kanna reinførið í almenna
rúminum hava vit nýtt eitt fram
komið tól at máta eitt sokallað ATP
virði.
Hvat er ATP?
ATP mátingar fortelja okkum,
hvussu nógv organisk evni eru til
staðar á tí økinum, vit kanna. ATP
virðið kann sostatt geva eina góða
ábending um, hvørt eitt ávíst øki
er reint ella skitið.
Men ATP mátarin kann ikki for
telja, um tað slær út upp á vanda
miklar bakteriur ella púra vanligar
kyknur frá eitt nú menniskjum ella
plantum.
ATP mátarin fortelur okkum
bert, hvussu nógv organisk evni
eru til staðar – hevur tú akkurát
gjørt reint, eigur tú ikki at finna
eitt stórt ATP virði. Men tekur tú
roynd á einum øki, sum ikki er
vaskað leingi, fært tú sikkurt eitt
høgt ATP virði.
Tað er við tí fyrilitinum, at
VikuskiftisSosialurin hevur gjørt
reinføriskanningar í tí almenna
rúminum í Føroyum. Men sambært
einum serfrøðingi, skulu vit ikki
ræðast eitt høgt ATP virði.
– Nú skulu vit ansa eftir, at vit
ikki ræða fólk. Eitt høgt ATP virði
sigur jú ikki nakað um, hvørt nakað
er vandamikið ella ei. Eitt høgt ATP
er væntað og púra vanligt á ávisum
økjum – til dømis á einum knøtti
sum nógv fólk nerta við. Men í ein
um reingjørdum køki er eitt høgt
ATP virði ikki gott, fortelur William
Smith, smittuverjufrøðingur á
Landssjúkrahúsinum.
Landssjúkrahúsið
kannar ikki ATP
Hóast ATP mátarin er nógv brúkt
ur í grannalondum okkara og í
øllum heiminum í heila tikið, eru
tað bert fáir almennir stovnar, ið
nýta hetta viðurkenda mátitólið.
Millum teir føroysku stovnarnar,
sum hava valt ATP mátingar frá, er
Landssjúkrahúsið.
Vit á Lands
sjúkrahúsinum
hava ongar
ætlanir um at
innføra hesar
kanningar.
Men vit fara at
halda á fram
við at vaska, so
tað ongantíð er
sjónliga skitið«
William Smith
Reinføriskanning
ALMENNU
FØROYAR ERU
GRAVSKITNAR
VikuskiftisSosialurin hevur við framkomnum tóli gjørt
stakroyndir í almenna rúminum sum vísa, at tað ikki verður
nóg væl vaskað í handlum, á sjúkrahúsum, kaffistovum
og øðrum almennum støðum. Bara fá støð klára reinføris
royndina. Serfrøðingur setur tó spurnartekin við kann
ingarnar og mælur til, at vit nýta eygu heldur enn tól
Mongdin av skitti
mátast í ATP. ATP
finst í sveitta, blóði, mat
restum, skitti, bakterium og
í blámusoppi. ATP gevur eina
góða ábending um, hvørt ein
yvirflata er rein ella skitin.
Eitt tal undir 300 er
nøktandi.