hósdagur 19. mai 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016
SOSIALURIN 57
23
– Vit velja at vaska soleiðis, at
tað ikki er sjónliga skitið, sigur
William Smith.
Í okkara grannalondum eru
ATP mátarar tó nýttir allastaðni
í tí almenna. Heilsufrøðiligir
stovnar, svimjihallir, sjúkrahús og
stórkøkar í Danmark nýta reglu
liga ATP mátarar at kanna rein
førið. Eisini heilsurøktarar hjá
kommunum og vaskifyritøkur
sum vaska fyri tað almenna nýta
ATP mátaran.
Statens Serums Insitut er ein
stovnur undir danska heilsu
málaráðnum, og stovnurin hevur
millum annað sum endamál at
fyribyrgja smittuvanda. Statens
Serums Insitut viðurkennur
mátaran og skrivar soleiðis á
heimasíðu síni:
»ATP mátarin er ein góður máti
at kanna reinføri, og verður nógv
nýttur á sjúkrahúsum og í mat
vøruídnaðinum«.
Reinførisroyndirnar hjá Viku
skiftis Sosialinum vísa, at tað
sum heild er ov skitið í almenna
rúminum. Bert tvey almenn støð
standa reinførisroyndina.
Men tá William Smith verður
spurdur, um tey á Landssjúkrahús
inum ætla at byrja at gera reglu
ligar reinførisroyndir á Lands
sjúkrahúsinum, er svarið avgjørt.
– Vit á Landssjúkrahúsinum
hava ongar ætlanir um at innføra
hesar kanningar. Men vit fara at
halda á fram við at vaska, so tað
ikki ongantíð er sjónliga skitið,
sigur smittuverjufrøðingurin at
enda.
Tá VikuskiftisSosialurin gjørdi
reinføriskanningar á Landssjúkra
húsinum, vóru úrslitini rímulig.
Bíðirúmið hjá læknavaktini var
sera reint, meðan knøtturin á lyft
ini má sigast at vera rímuligur,
hóast hann ikki var reinur.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
Grøni knøtturin á einum
handilskortterminali
er seks ferðir so skitin
sum ein vesikumma
William Smith,
smittuverjufrøðingur
á Landssjúkrahúsinum
SAVNSMYND
MYNDIR: BIRGITH LASSEN
Kortterminalur í handli
Royndin er gjørd í einum tilvildarligum handli í Havn. Talið er
ovurhøgt og er ein ábending um, at starvsfólkini í handlinum
ikki hugsa um at vaska knøttaborðið á korterminalinum
sum kanska fleiri hundrað ymiskt fólk nerta við hvønn dag.
Kanska burdu handlar sett sprittdunkar um við kassan, so
kundarnir ikki bera skittin við sær heim.
Steðgiknøttur í bussi
Nógv fólk nerta við henda skitna
knøttin hvønn dag. Antin skulu
busssjafførarnir spritta knøttarnir
nakrar ferðir um dagin, ella mugu vit
sum ferðandi ansa eftir ikki at nerta
beinleiðis við knøttarnar.
Úrslit
2335
ATP VIRÐI
555
ATP VIRÐI
Framhald á næstu síðu
Kanningin:
ATP VIRÐI
25
Undir
Nóg reint til matgerð
300
Minni enn
Nøktandi
300
Meir enn
Ikki nøktandi
2000
Yvir
Álvarsamt
Soleiðis lesur tú tølini