Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 26 ÁRNI GREGERSEN P olitikkur í Føroyum er eitt stríð millum andstøðu og samgongu – eisini eitt øðrvísi stríð enn vit síggja í okkara grannalondum. Tað er í stóran mun óhoyrt í Føroyum at gera semjur, sum røkka tvørtur um valskeið. Ikki so, at tað ikki hendir, men í ger­ andispolitikkinum, kemur hetta næstan ikki fyri. – Tað er eitt stríð millum and­ støðu og samgongu. Andstøðan tekur ikki undir við uppskotum hjá samgonguni og umvent tekur samgongan heldur ikki undir við uppskotum frá andstøðuni, sigur Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin. Tað er ikki hent fyrr, at teir flokkarnir, sum sótu í andstøðu upprunaliga í seinasta valskeiði, nú sita í samgongu – og táverandi samgongan situr í andstøðu. – Men eg haldi, at tað er lætt at síggja, at táverandi andstøðan er nógv broytt, nú hon er vorðin samgonga, sigur Jákup Mikkelsen. Eisini Bárður Nielsen, Sam­ bands­flokkurin, hevur eina greiða fatan av, at hugburðurin hjá nú­verandi samgongu er nógv broyttur. – Tá ið Javnaðarflokkurin, Tjóð­ veldi og Framsókn sótu í andstøðu, eftirlýstu flokkarnir í heilum gjøgnumskygni og opinleika frá samgonguni. Nú hava tey helst gloymt hetta, tí øll avgerandi mál eru løgd nevndir, har ongin sleppur at siga almenninginum, hvat málini snúgva seg um, sigur Bárður á Steig Nielsen. Ongar hoyringar – onki kjak Fólkaræði er grundarsteinurin undir okkara stýrisskipan, men hetta verður eisini sett til viks. – Ein týðandi partur av fólka­ ræðinum er, at borgarin sleppur at taka lut í kjakinum um hvussu samfelagið skal innrættast. Tað vil siga, at fólk fáa upplýsingar at taka støðu til og siga sína meining um. Sjálvandi skulu vit, sum eru valdir politikarar taka støðu og avgerð, men fólk mugu sleppa at taka lut í kjakinum, sigur Bárður Nielsen. Teir báðir andstøðupolitik-ar­ arnir halda, at hendan samgongan hevur í stóran mun latið vera við at senda tingmál til hoyringar. Tað er ein partur av fólka­ræð- inum, at tey uppskot sum verða løgd fram, verða send til hoyringar hjá teimum, sum uppskotini raka. – Ein kann siga, at hendan sam­ gongan hevur gjørt tað til sítt vøru­ merki ikki at senda uppskot til hoyringar. Eg haldi sjálvur, at hetta er eitt demokratiskt afturstig, sigur hann. Andstøðupolitikararnir finnast eisini at øðrum mannagongdum. Til dømis, tá ið samgongan ikki vildi lata samgonguna sleppa at leggja eitt uppskot fram eftir at tíðarfreistin fyri framløgu var farin í tinginum. – Tey snakkaðu um minni­luta­ verju, men í tí førinum var hetta púra útihýst. Tað var ikki talan um at samtykkja eitt uppskot, men um at loyva viðgerð av einum uppskoti, sigur Bárður Nielsen. Jákup Mikkelsen, Fólka­flokk­ urin, heldur, at afturlatnu bólk­ arnir, sum viðgera nýskipan av fiskivinnuni, menningarætlan fyri heilsuverkið og pensjónsskipanina, eisini eru eitt afturstig. – Almenningurin eigur sjálvandi at sleppa at kjakast um hesi málini áðrenn avgerðirnar verða tiknar. Aftaná at politiskar semjur eru gjørdar, gevur tað lítla og onga meining, heldur hann. Hann heldur eisini, at sjálvandi eigur almenningurin at sleppa at taka lut í kjakinum, men at tað kortini eru tey, sum eru vald, sum eiga at taka avgerðirnar eftir bestu sannføring. Arbeiðsfrið Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, hevur ein heldur øðrvísi fatan av spurninginum um opinleika og gjøgnumskygni. Hann heldur, at skulu stórmál fáast ígjøgnum, so mugu tey ar­ beiðast væl og virðiliga ígjøgnum áðrenn tey fara út í almenna rúmið til kjak. – Tað hevur víst seg so mangar ferðir, at fara einstøku flokkarnir út við málum, sum roynt verður at fáa semju um, so detta málini niðurfyri, sigur Kári P. Højgaard. Hann heldur, at ágangurin í almenna rúminum mangan er harður og misskiljingar kunnu forpurra at mál koma ígjøgnum. – Tí er tað ikki so býtt við ar­ beiðsfriði viðhvørt. Tað fremur ofta málini, sigur Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri. Tríggir bólkar arbeiða júst nú við stórum samfelagsligum broyt- ingum. Nýskipan av fiskivinnuni til 1.januar 2018 er í einum bólki, sum landsstýrismaðurin við fiski­ vinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóð­ veldi hevur sett. Afturat hesum bólkinum eru tveir fylgibólkar – ein frá politisku skipanini og ein frávinnuni. Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýriskvinna við almannamálum, hevur ein bólk sitandi, sum skal gera eina pensjónsskipan fyri før­oyingar. Bólurin hevur sitið fleiri ár, men eftir valið er hann mannaður av nýggjum. Hesin bólkurin hevur sum hægri mál at tryggja haldføri í føroyska búskapinum fram í tíðina. Heldur ikki úr hesum bólkinum er nakað at frætta. Seinasti bólkurin er tann, sum landsstýriskvinnan við heilsu­ málum, Sirið Stenberg, Tjóðveldi, hevur sett. Hesin bólkurin skal gera eina menningarætlan fyri heilsuverkið. Ætlanin skal tó byggja á tann veruleika, at vit hava trý sjúkrahús. Bólkurin er afturlatin og er mann­aður við fakfólki – ikki politik­arum. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru nógv broytt frá tey sótu í andstøðu til nú, heldur andstøðan BROYTTUST NÓGV FRÁ ANDSTØÐU TIL NÚ AT SITA VIÐ ÁBYRGDINI POLITIKKUR Úr andstøðu í samgongu Nú er støðan broytt. Samgongan sum var, er andstøða – og andstøðan er samgonga Bárður á Steig Nielsen, Sam­bands­ flokkurin, undrast á, at hendan samgongan nú ger tað mótsatta av tí hon segði í andstøðu Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, vísir á, at aftur her er langt millum orð og gerðir