Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 27 ÁRNI GREGERSEN »Øll mál skulu viðgerast í opinleika, og fólk, sum vara av, serfrøði og fak­fólk verða hoyrd og vird. Somu­ leiðis skal rættartrygdin styrkj- ast og verjast eins og rætturin hjá borgaranum til innlit og gjøg­ numskygni.« Orðini standa føgur í sam- gongu­skjalinum, sum var undirskrivað alment 14.september í fjør. Eitt krav um opinleika og gjøgnumskygni var eisini ofta sett fram í seinasta valskeiði, tá ið núverandi samgongan var and­ støða. Í dag er tað soleiðis, at trý av høv­uðsmálunum í sam­gongu­skjal­ in­um: nýskipan av fiski­vinnuni, at seta í verk menningarætlan fyri heilsuverkið og nýggj pen- sjónsskipan liggja í uttan­um­ parlamentariskum nevndum og í einari afturlatnar politikaranevnd, har ongins sleppur at siga nakað. Nevndin, sum tekur sær av at gera eina nýskipan av fiskivinnuni, arbeiðir av álvara í stillum og sjálvt um formaðurin, Johnny í Grótinum, segði, at ein kunning fór at koma frá nevndini í apríl, so sigur hann nú við Kringvarpið, at hetta ikki verður fyrr enn í næsta mánaða. Í sambandi við arbeiði hjá hesum afturlatna bólki, eru eisini tveir fylgibólkar, sum fáa nakað at vita av tí, sum fer fram, men hvørki vinnuligi fylgibólkurin ella politiski fylgibólkurin sleppa at bera teirra vitan víðari til almenningin. Stóri bólkurin, sum lands- stýriskvinnan við heilsumálum, Sirið Stenberg, hevur sett, hevur als ikki latið frætt frá sær. Sjálvt um bólkurin er stórur og tungur at arbeiða við, so er tað eydnast at fáa øll at halda tætt. Bólkurin skal gera eina menningarætlan fyri heilsuverkið, grundað á tey trý sjúkrahúsini vit hava. Seinasti bólkurin er ikki utt­ anumparlamentariskur, men settur saman av umboðum fyri politisku flokkarnar. Hesin bólkurin arbeiðir við, hvussu vit skulu skipa føroysku eftirlønirnar uppá langt sikt – altso hvuss skal hetta síggja út um 15- 30 ár. Hetta er eitt stórt øki, sum er viðkomandi fyri allar føroyingar, men samstundis er hetta eisini eitt politiskt øki, har flokkar hava sína ávísu ideologisku meining um, hvussu hetta skal skipast. Fólkaræði frammarlaga Teir tríggir samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, leggja eisini dent á, at vit hava eitt samfelag, sum byggir fult og heilt á fólkaræði. Hetta vil siga, at føroysku borg­ ararnir eisini skulu sleppa at ávirka gongdina í samfelagnum og ávirka gjøgnum demokratisku rættindini. Fyri at hetta skal virka, so er neyðugt, at borgararnir fáa eina vitan gjøgnum alment kjak um tey viðurskifti, sum ætlanin er at broyta. Til dømis hevði tað verið betri fyri fólkaræði, at alment kjak hevði verið um hesi málini, áðrenn tey vera beind í afturlkatnar bólkar til viðgerðar. Politikarar, sum sita við vald­ inum, siga mangan, at tað er lættari at arbeiða við málum, um tey fáa arbeiðsfrið. Sjálvandi er tað eisini so, men so brýtur ein við fólkaræði og letur fólk sleppa at kjakast tá ið avgerðirnar meira ella minni eru tiknar. »Aðalmálið er, at valdið og virðini skulu út til fólkið. Vit skulu skapa einar sterkar, sam­halds­ fastar og sjálvbjargnar Føroyar. Vit vilja menna eitt tíðarhóskandi vælferðarsamfelag fyri alt fólkið í Føroyum, sum kann kappast við grannalondini um at draga fólk og virksemi til sín,« stendur í samgonguskjalinum. Allir bólkarnir, sum arbeiða við hesum trimum málunum, skulu eftir ætlan vera lidnri við sítt arbeiði, áðrenn summarfrítíðina. Tað vil siga, at tað skal vera klárt hjá politisku skipanini at fara undir viðgerðina av teimum álitum, sum verða gjørd, tá ið tingið kemur saman á ólavsøku. 350 fólk á Artic Circle ráðstevnu í Grønlandi Greenland Forum er partur av Artic Circle-ráðstevnuni, sum hesa vikuna hava verið í Nuuk Sum limur í formansskapinum í Útnorðurráðnum, luttekur Kári P. Højgaard á ráðstevn­uni í Nuuk. Kári P. Højgaard er 2. vara­ formaður í Útnorður­ráðnum og er í Grønlandi í hesum sam­ bandi. 350 luttakarar eru á ráð- stevnuni. Greenland Forum er eitt slag av millumráðstevnu millum árligu ráðstevnurnar í Reykjavík. Ráðstevnan í Nuuk hevur verið hesa vikuna og høvuðsráðstevnan verður í Reykjavík 7.-9.oktober. Ein millumráðstevna verður í Quebec í Kanada í dsember og møguliga verður stevna í Føroyum næsta ár. Endalig avgerð er tó ikki tikin um hetta enn. Á raðstevnuni í Reykjavík verður tosað um ferðavinnu, shipping, flogferðslu, tilfeingi og fiskivinnu. Í gjár boðaði stjórin í Royal Artic Line frá, at teir fara í eitt samstarv við íslendska Eimskip og at teir ikki longur ætla sær at brúka Aalborg, sum høvuðshavn í Evropa. Kári P. Højgaard sigur, at ráðstevnan hevur veirð ómetaliga spennandi. Ongi føroysk almenn starvsfólk luttaka á fundinum, men elfelagið SEV hevur umboð við á ráðstevnuni í Nuuk. Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grimsson, sum er mað­urin handan Artic Circle- ráðstevnuna, endar ráð­stevn­ una á middegi í dag. Opinleikin sum ikki sæst í gerandis­ politikkinum Afturlatnar nevndir viðgera í løtuni stórmálini í samfelagnum, sum samgongan hevur sett sær fyri at broyta Royal Artic Line fer nú í tætt samstarv við íslendska Eimskip. Ikki politikkur men fyrisiting Arbeiðið í bólkunum við ongum politikarum í er fyrisiting – ikki politikkur ÁRNI GREGERSEN At politiskir bólkar arbeiða uttan at geva innlit í prosessina og hvat hvør sigur á veg til eina semju, eigur at vera so. Hetta er neyðugt fyri yvirhøvur at kunna nærkast hvør øðrum. Tað heldur Bill Justinussen, Mið­ flokkurin, men hann heldur ikki tað er rætt, at aðrir bólkar, sum arbeiða fyri politisku skipanina eru undir somu verju. – Hesir bólkar arbeiða ikki polit­ iskt, men fyrisitingarliga. Tí eiga teir eisini at greiða almenninginum frá, hvussu gongur og hvørji sjónarmið verða vend í bólkinum, heldur hann. Bill Justinussen vísir til, at bæði nevndin, sum arbeiðir við nýskipan av fiskivinnuni og nevndin, sum skal gera eina mennignarætlan fyri heilsuverkiðm, gera fyristingarligt arbeiði og ikki politiskt. Hann heldur at støðan í pen­ sjónsbólkinum er eitt sindur øðrvísi, tí í pensjónsbólkinum er bert umboð furi politsku flokkarnar. – Eg eri noyddur at siga, at tað er merkiligt at síggja hvussu hendan samgongan arbeiðir. Tá ið hon sat í andstøðu vísti hon ferð eftir ferð á, at alt skal fara fram í opinleika og at gjøgnumskygni er eitt krav. Nú er støðan ein helt onnur, sigur hann. Hann heldur eisini, at í samband við nýskipan av fiskivinnuni, so er alt vent á høvdið. Politikararnir sita í einum fylgibólki, sum í veru­ leikanum verður hoyrdur. – Tað vanliga er, at politkararnir hoyra partar í einum máli. Her er tað umvent, sigur Bill Justinussen. Bill Justinussen, Miðflokkurin, heldur, at arbeiðið í fiskivinnu­ bólk­inum og bólkinum, sum skal gera menn­ingarætlan fyri heilsu­ verkið, er fyrisitingarligt arbeiði