Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 28 BARBARA HOLM S einastu árini hava vit bæði sæð og hoyrt nógv til hetta gula liðið úr Føroyum, sum er hoppað á dilluna hjá donsku liðfeløgunum, og hava tikið støðu til at súkkla til frama fyri krabbameinsraktum børnum. Um tú ikki hevur havt krabba­ mein tætt inn at lívinum, so kanst tú kanska freistast at hugsa, at túrurin til París líka so nógv er ein hugnaligur, sjálv­realiserings túrur fyri tey í gulu klæðunum. Tú hugsar kanska, at hesi tað sama kundu havt skrivað ein kekk til Krabbameinsfelagið og soleiðis stuðlað og annars bara runnið marathon ella gingið í fjøllini sum øll hini, sjálvrealiserings fólkini. Men eg havi lært, at tað snýr seg um so ræðuliga nógv meira enn pengar og tað snýr seg so slett ikki um sjálvrealisering. Fyri hvønn einstakan á liðnum eru nýggjar orsøkir til, hví tey hava valt at seta seg á Rynkeby súkkluna. Fyrr í ár varð eg biðin um at luttaka á liðnum hjá Team Rynke­ by. Tað hava verið blandaðar kenslur um hesa forkunnugu av­ bjóðing, men farna vikuskiftið beindi allan iva burtur. Meðan summi, ikki minni enn tvær kanska tríggjar ferðir, hava súkklað eitt fet fyri og annað eftir allan tann langa teinin til franska høvuðs­staðin, eri eg meira magelig og luttakið á tænastu­liðnum. Og hóast tað kann tykjast strævið at gera mat til kanska 50 fólk fleiri ferðir um dagin, at drassa taskur hendan og handan vegin, at tjekka fólk inn og út av hotellum hvønn dag, so letur man skjótt vera við at taka synd í sær sjálvum, tá ið man sær tey gulu fólkini koma berjandi á mál við upp til 200 kilometrum og einum heilum arbeiðs­degi á súkkluni aftanfyri seg. Tað er iva­leyst strævnari enn at smyrja mega nógv breyðstykki. Persónligar orsøkir Leygarkvøldið hittust so súkklarar og tænastu­lið í Kerjalon í Havn, har takast skuldi saman um dagin, og kom­andi tveir dagarnir skuldu legg jast til rættis. Fyri ein nýbyrjara á liðnum var tað áhugavert at eygleiða prátið millum liðfelagarnar, síggja tænastuovastan in aktion, og hoyra góðu og beinraknu ráð og viðmerkingarnar frá lið­ skiparan­um. Tað hevði gingið væl í Suðuroynni fyrr um dagin og súkklararnir vóru ernir. Okey, kanska tey kundu havt súkklað betri í beinari røð, men eftir umstøðunum var tað heilt okey, segði liðskiparin. Summi fortaldu týdningin av at lata vera við at reisa seg á súkkluni, um fjarstøðan til tann aftanfyri var ov stutt. Onnur fortaldu um týdningin av at hava súkklað mongu stóru brekkurnar í Suðuroynni. Og liðskiparin gjørdi greitt, at komandi dagurin eisini fór at vera strævin. »Sanniliga eisini fyri meg«, hugsaði eg, tá ið eg fekk boð um, at eg skuldi upp klokkan 5, so eg kundi náa at pakka og gera morgunmat til súkklararnir. Í sirminum sunnumorgun fór eg upp og niðan á Kerjalon, har súkklararnir høvdu sovið, at gera mat. Hóast eg tók nokso synd í mær sjálvari á vegnum niðan, so fór tað kortini skjótt av mær, tá ið sá hesi køldu, móðu fólkini stíga á súkklurnar klokkan 7.30 tann EITT VIKUSKIFTIÐ Í Kenslurnar sveima víða, tá ið tey gott 45 fólkini í gulum klæðum skulu súkkla áleið 400 kilometrar yvir tríggjar dagar. Úr Sumba til Viðareiðis, úr Vestmanna til Tjørnuvíkar vóru Føroyar súkklaðar á tamb frá leygardegnum til og við mánadagin. Fyri summi var tað óhugsandi hart. Fyri onnur ein stórsigur. Felags fyri øll er tó sum við musketerrunum á sinni – ein fyri øll og øll fyri ein. REPORTAGA Team Rynkeby