Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 29 SÚKKLUØRINDUM morgunin. Og leiðin skuldi ganga til Saksun, inn á Toftir og at enda til Viðareiðis. »Tað er strævið bara at koyra tann teinin«, hugsaði eg, tá ið hini fóru traðkandi avstað í sirminum, meðan eg setti meg í ein heitan bil og koyrdi aftaná. Komin til Viðareiði sunnu­ kvøldið var huglagið gott. Summi vóru errin og ovurfegin, summi troytt og hugsunarsom. Øll tó fegin um, at túrurin hevði gingið so mikið væl, sum hann gjørdi. Sama kvøld varð grillað, skipað fyri stórum felags náttúra, guitarin tikin fram og trivið var í fleiri góðar føroyskar slagarar. Rundan um borðið á Hotel Norð sótu ein áhugaverd blanding av ymiskum fólki. Har var maðurin, sum herfyri misti dóttir sína til krabbamein. Gentan, hvørs beiggi doyði av krabbamein. Konan, hvørs maður doyði av krabbamein og soleiðis kundi eg hildið fram. Tað slóð meg hetta kvøldið, at flest øll í hesum gulu klæðunum eru har, tí tey hava mist onkran til herviligu sjúkuna. Onkur er har fyri at fáa ein enda á tí, sum tey hava upplivað. Onnur eru har, tí soleiðis kunnu tey minnast og æra síni kæru. Felags fyri øll er, at tey eru har, tí tey vilja savna pening inn til tey børn og tær familjur, sum eru rakt av sjúkuni, sum vit øll ynskja til helvitis ongantíð ov skjótt. Við kenslunum og enda­málinum við Team Rynkeby í huganum var tað tí undrunarvert at frætta hetta kvøldið, at tað var blivið skeldað um nakrar ferðir, at billistar hildu súkklurnar verða ónatúrliga irriterandi at hitta á vegnum. Summi koyra eisini ópassandi skjótt framvið gula liðnum mest sum í øðini. Og heilt erligt skilji eg tað væl. Tað er irriterandi at hitta súkkluliðið sum daffar avstað 15 km um tíman, tá ið tú sjálvur liggur á 80 km um tíman og helst skal skunda tær. Men um tú hugsar um, at hesi gulu fólkini sita har, tí tey hava persónligar relatiónir til krabbamein. Tey sita har, tí tey vilja brúka teirra persónligu ræðuleikar til nakað gott. Tey sita har, so at familjur og børn við krabbamein kunnu fáa pening til at uppliva góð og stuttlig ting saman, heldur enn bara at liva í sjúkuni. Við tí í hugan­um, kanst tú so ikki góð­taka, at tú mást lækka ferðina eitt bil? Eg fari í øllum førum at læra at góðtaka tempoði hjá súkklistunum, tá ið eg skal koyra í meðal 15 km um tíman gjøgnum Evropa í summar við gulu rumpunum frammanfyri mær frá morgun til myrkurs. Tá er fínt at vita sær tað, sum hesi fitnessfólkini í venjingar­mið­ støðunum plaga at siga – súkklu­reyvin er tann besta reyvin. MYNDIR: EINAR VANG