Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 30 ÍTRÓTTUR ÍSF Í UPPLOYSN Tað er opið kríggj í ítróttarsambandinum, eftir at trý sersambond eru farin í andstøðu. Høvðusorsøkin er, at sersambondini ikki kunnu einas um ein býtislykil, ið skal luta pengarnar út til sersambondini. Í kvøld er aðalfundur og nýggjur forseti skal veljast 2015 2016 13. APRÍL: 13. APRÍL: 13. APRÍL: »Samgongan« í ÍSF telur 13 sersambond, sum harvið hava meirilutan. Tey eru: Fótbóltssamband Føroya Fimleikasamband Føroya Róðrarsamband Føroya Borðtennissamband Føroya Badmintonsamband Føroya Bogasamband Føroya Frælsur ítróttur Føroya Ítróttarsamband fyri Breka Skjótisamband Føroya Judosamband Føroya Ríðisamband Føroya Nýstovnaður Ítróttur Sersambandi fyri Súkkling og Triathlon »Andstøðan« í ÍSF telur trý sersambond. Tey eru: Hondbóltssamband Føroya Svimjisamband Føroya Flogbóltssamband Føroya Fíggjarnevndin leggur fram uppskot um, at 1,2 milliónir krónur skulu játtast til føroyskan ítrótt í altjóða høpi. Fimleikasambandið og Hondbóltssambandið fáa ágóðan av pengunum í fyrstu atløgu. Fimleikasambandið, Svimji­ sambandið og Hond­bólts­ sambandið verða kalla inn til fund í Menta­mála­ ráðnum, har tey leggja fram sína áskoðan á nýggja býtis­ lykilin. Her verður mælt til at halda fast við at marka 1,2 milliónir krónur til altjóða kappingar. Petur Elias Petersen leggur frá sær av persónligum ávum. Tað skapar rok, tí hann ikki vil svara spurningum í døgunum aftaná. Andstøðan svarar aftur, at tey vóru boðin á fund og svaraðu teimum spurning­ um, ið vóru settir. Tað er øllum greitt, at tað er innan­ hýsis stríð í ÍSF. Nýggja samgongan heldur fast um samlaðu upp­ hæddina, ið verður latin føroyskum ítrótti, men strikar átekningina, ið markar 1,2 millión til altjóða lut­tøku. Fíggjarnevndin hækkar upphæddina við 300.000 krónum, so 1,5 millión nú fer í »stóra pott« og skulu øll 16 ser­ sam­bondini nú býta hesar pengarnar millum sín eftir býtis­lyklinum. Katrin Abrahamsen leggur frá sær starvsnevndarsessin í ÍSF. Eftirfylgjandi sendir »sam­ gongan« út tíðindaskriv og hartar »andstøðuna«, fyri at hava lagt fram síni sjónarmið í stríðnum í býtis­ lyklinum uttanum ÍSF fyri landsinsmynduleikum. TRÓNDUR ARGE T að er stór ósemja – onkur vildi enntá sagt innanhýsis kríggj – í ÍSF. Tey 16 sersambondini eru farin í tvíningar, tí tey kunnu ikki koma ásamt um ein býtislykil, ið skal deila tær áleið 11 milliónir krónurnar út. Tey eru deild upp í samgonguna, sum telur 13 sersambond, meðan andstøðan telur tey resterandi trý sersambondini. Hóast andstøðan er í stórum undir­luta, so er talan um trý av stóru og mest virknu ser­sam­bond­ un­um á altjóða ítróttarpallinum. Tað er nú vandi fyri, at Flogbóltssambandið, Hond­bólts­ sambandið og Svimjisambandið taka seg úr ÍSF. Stríðið um 1,2 millión Tað eru altíð ósemjur at finna í einum slíkum felagskapi, ið hevur fleiri limir, sum hava síni egnu áhugamál. Higartil er tað tó ikki komið til skarpskeringar í ÍSF. Hesa ferð er tað tó ein møguleiki fyri, at trý sersambond taka seg úr felagskapinum. Í samband við at Fim­leika­sam­ bandið og Hondbóltssambandið skipaðu fyri kappingum í Føroyum, var ein altjóða pulja á 1,2 milliónir játtað frá Mentamálaráðnum. Í hesum førinum vóru millum annað pengar latnir til bæði Fimleikasambandið og Hond­ bólts­sambandi í samband við fyriskipan av aljtóða kappingum. Hetta var eisini ein pulja, ið skuldi stuðla føroyskum ítróttarfólk, sum skuldi luttaka í altjóða kapping uttanlands. Býtislykilin fyri pengarnar, sum ÍSF deilur út til tey 16 sersambondini, verður nú broyttur soleiðis at pengarnir skulu deilast meiri javnt út til allar partar, meðan tað ikki verður møguligt at søkja í samband við serligar kappingar ella fyriskipan av kapping. Her er eisini ósemja um, at ÍSF skal hava strikað ein tekst, ið tryggjar at hesar 1,2 milliónir krónurnar halda fram at verða útdeildar eftir sama leisti. – Tann dagin tað eru størri vansar enn fyrimunir fyri Flogbóltssambandið at verða í ÍSF, so eru vit ikki partur av felagskapinum longur, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, í samrøðu við Rás2 og legði afturat: – Tað gevur lítla meiningn at verða í einum felagsskapi, bara tí tú altíð hevur verið í honum. Tað at ÍSF møguliga fer í tveir partar kann eisini gerast í semju. Tað kann eisini vera, at sersambondini eru vaksin frá hvørjum øðrum og vilja gera tingini á ymiskan hátt. Tað nýtist ikki at verða nøkur gøla. Í løtuni ber ikki til at savna tey 16 sersambondini, sigur Magnus Tausen. Starvsnevndin ikki viðtøkufør Í løtuni sita bara tvey fólk í starvsnevndini í ÍSF. Tey eru Petur Ove Petersen, ið er fyribils forseti, og Anna Rein nevndarlimur. Í seinastuni hava Petur Elias Petersen, fyrrverandi forseti, Sølvi Reinert Hansen og Katrin Abrahamsen lagt frá sær í úrtíð. Í øllum trimum førinum tykist ósemjan hava spælt sín leiklut í, at tey ikki ynskja at halda fram. Serliga kom tað óvart á, at Petur Elias Petersen brádliga valdi at leggja frá sær. Tíðindini blivu varpaði um alt landið við einum tíðindaskrivi tíðliga um morgunin, men eftir­ fylgjandi vildi fráfarandi ÍSF forsetin einki siga um hví – annað enn persónligar orsøkir. Onkur ábending tóktist liggja í skrivinum, har Petur Elias Petersen millum annað skrivaði: – Tit, ið taka eftir og eru partur av umhvørvinum og hava ábyrgdina, ansi væl eftir felag­