Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 31 21. APRÍL: 13. MAI: 18. MAI: 15. APRÍL: 13. MAI: 14. MAI: skapinum, sum má ganga fram um møguligan løtuvinning og stutt­ skygdar loysnir. Serliga eru tað seinastu orðini, sum tykjast vísa til stríðið um milliónina. Síðani hevur Petur Elias Petersen í samrøðu við Dimma­ lætting sagt, at hann ikki orkaði meir og hugurin var burtur. Tað er tó nærliggjandi at hugsa, at ósemja spældi sín stóra leiklut, tí fáa dagar seinni segði Sølvi Reinert Hansen nakað tað saman, tá hann legði frá sær sum nevndarlimur. Sostatt er nevndin heldur ikki viðtøkufør fyrr enn eftir aðal­ fundin í kvøld. Elin Heðinsdóttir Joensen komandi forseti Tey 13 sersambondini í »sam­ gonguni«, hava stillað Elina Heðins­dóttir Joensen upp til ÍSF forseta. Hon er forkvinna í Fim­ leika­sam­bandinum og verður eftir øllum at døma nýggjur forseti í ÍSF í kvøld. Andstøðan ynskti at stilla Kaj Leo H. Johannesen upp, men hann ynskti bara at taka við for­ seta­sessinum um tað var uttan stríðsval. So skulu veljast fýra limir í starvs­nevndina, harav tveir skulu veljast fyri fýra ár og tveir fyri tvey ár. Tey 13 skjóta upp at velja Schandorff Vang og Sigurð Rasmussen fyri fýra ár, og Heðin Joensen og John Kjær fyri tvey ár. Tey trý sersambondini hava skotið Gunnar Djurhuus og Jon Hestoy upp til tvey ára skeiðið, men hava ongan skotið upp, ið skal sita í nevndini í fýra ár. Ymisk argument Kjakið snýr seg í stóran mun um, at samgongan heldur at andstøðan tekur ov nógv til sín, og í fleiri førum verður víst á, at játtanin faktist verður hækkað til eitt nú flogbóltssambandið. Argumentið úr andstøðuni er, at nýggi býtislykilin ikki leggur upp til at menna altjóða arbeiði og luttøku. Hvat er og ikki skal verða ósagt her, men tað er greitt at ÍSF skal hava nýggjan forseta og starvsnevnd, umframt at tað er ein møguleiki fyri, at ÍSF ikki verður samlandi felagsskapurin hjá føroyskum ítrótti eftir aðalfundin í kvøld. ´TRONDUR@SOSIALURIN.FO Sølvi Reinert Hansen velur sum tann triði í røðini at leggja starvsnevndarsessin í ÍSF frá sær í úrtíð. - Tað er eitt frítíðarítriv, sum alt annað, og eg tímdi ikki meiri. Tað er tað, sigur Sølvi Reinert Hansen við In.fo – Trettan sersamband eru saman um uppskotið, ið er latið ÍSF. Eg haldi tað er ein týdningarmikil uppgáva at savna ÍSF aftur, sigur Elin H. Joensen við In.fo. Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, sigur í samrøðu við Rás2, at tað er avgjørt ein møguleiki fyri, at flogbólturin tekur seg úr ÍSF felagskapinum, tá tað ikki longur er ein fyri­ munur at vera við. Magnus Tausen, formaður í Flog­bólts­sambandinum, sigur í samrøði við Viku­ skiftis Sosialin, at tað var einki ynski frá andstøðuni um at fáa Petur Elias Petersen frá. Tey 13 sersambondini standa saman um at stilla for­kvinnuna í Fim­leika­sam­ bandinum, Elina Heðins­ dóttir Joensen, upp til ÍSF for­seta. Einki mótvalevni er, so alt bendir á, at ÍSF fær sín fyrsta kvinnuliga forseta. Formaðurin í Svimji­sam­ bandinum, Rókur í Jákups­ stovu, leggur í tíðinda­skrivi eftir teimum 13 ser­sam­ bondunum fyri at útihýsa and­støðuna. Millum annað verða tey ikki boðin til fund, tá nýtt forsetavalevni verður valt. Kunning vegna Svimjisamband Føroya Undirritaði(Rókur í Jákupsstovu, formaður í SSF, blðm) hevur í dag sent viðfesta skriv til tey bæði sum eftir eru í starvsnevnd ÍSF, um støðuna í Ítróttasambandi Føroya, nú upp undir aðalfundin 20. mai 2016. ÍSF Til tykkum sum ikki vita hetta, so hava 13 sersambond valt at bevíst útíhýsa tey seinastu 3 frá tveimum felagsfundum, til at finna nýggja starvsnevnd, og sum vit skilja tað eisini til at avtala sínámillum, at vilja samtykkja nógv umrødda uppskotið til nýggjan býtislykil. Vit trý onnur sersambond frættu um hetta aftaná at fyrsti fundur hevði verið, men skiltu eisini skjótt at vit ikki vóru ynskt á hesum fundum. Frættu at uppskot høvdu verið frammi til nýggja starvsnevnd, men fingu at vita at vit ikki kundu fáa at vita nøvnini, fyrr enn tey 13 høvdu havt sín næsta felagsfund, týskvøld sum uppskot til aðalfundin skuldi vera inni fríggjakvøld. Og mikudag fingu vit so fráboðan frá teimum, at tey vildu velja Elina Heðinsdóttir Joensen til nýggjan forseta, og trý onnur av sínum í starvsnevndina. Og vit uttanfyri hava so sett tvey onnur uppskot fram, meðan eitt afturat er komið frá teimum, til tey fimm plássini sum við forsetanum eru í starvsnevnd ÍSF. Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer, tá ið aðalfundurin verður, næsta fríggjadag. Men vit trý útifrystu hava sjálvsagt lítlar vónir, nú vit sum 'andstøða' ikki ein gang verða bjóðað á hesar fundir, sum koma at avgera nýggja ÍSF. Hetta er tað sum tey trettan meina við, tá ið tey siga "demokrati". Og vit í SSF kunnu tí ikki annað enn at fyrihalda okkum til støðuna, og lodda dýpið í okkara egna felagsskapi, til at betur at kunna taka støðu til hvat vit skulu gera, nú ÍSF eftir øllum at døma verður ein felagskapur ið so vítt gjørligt ikki ynskir okkum á fund. Um nakar ivast, so hava vit í Svimjisambandinum ongan trupulleika við at fara á fund við starvsnevnd ÍSF ella hini sersambondini. Og tí hava vit eisini sett hetta ynskið fram, fyrst saman við Flogbóltssambandinum til starvsnevnd ÍSF í desember 2015, og síðani eisini saman við Hondbóltssambandinum til starvsnevnd ÍSF og allan felagsskapin. Men hesar umbønir hava verið avvístar, og vit í SSF hava so einki tilboð fingið frá ÍSF ella teimum 13, út yvir til eitt regluligt Umboðsting sum vísti seg at vera eitt eiti av einum fundi. Sjálvur fáa hvørki eg ella næstformaðurin farið á aðalfund, við tað at hann er lagdur mitt meðan EM í svimjing er í London. Við svimjikvøðu Rókur Til tykkum sum ikki vita hetta, so hava 13 sersambond valt at bevíst útíhýsa tey seinastu 3 frá tveimum felagsfundum, til at finna nýggja starvsnevnd, og sum vit skilja tað eisini til at avtala sínámillum, at vilja samtykkja nógv umrødda uppskotið til nýggjan býtislykil. Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer, tá ið aðalfundurin verður, næsta fríggjadag. Men vit trý útifrystu hava sjálvsagt lítlar vónir, nú vit sum 'andstøða' ikki ein gang verða bjóðað á hesar fundir, sum koma at avgera nýggja ÍSF.