Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 32 ÍTRÓTTUR Ikki við: Lukasz Cieslewicz (knæ 1-2 vikur), Sebastian Pingel (knæ 1-2 v.), Høgni Madsen (lær 1-2 v.), Hanus Thorleifsson, (knæ 1-2 v.) og Robert Heðin Brockie (krossband). Við aftur: Benjamin Heinesen, Ivasamir: Jákup á Borg, Hørður Askham og Høgni Eysturoy (eftir skaða) Ikki við: Arnbjørn T. Hansen (langtíðarskaddur), Pál M. Joensen (óvist), Ári Mohr Jónsson (yvirbelastning) Ivasamur: Rókur av Fløtum Jespersen (lærkrikin) Við aftur: Øssur Dalbúð, Fróði Benjaminsen og Poul Ingason Ikki við: Hanus Jacobsen (Fipurspreinging, 4-6 vikur) Ikki við: Jann Martin Mortensen (fipurspreinging, ein vika) Einar Tróndargjógv (burtustaddur) Per Langgaard (leikbannaður) Andras Frederiksberg (lærkrikin, lantíðarskaddur) Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Ikki við: Esmar Clementsen (Knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Ivan Joensen (Givin í felagnum) JÓANNES HANSEN S unnukvøldið verður dusin­ ið fult. Tá verður tólvta um­far av, og tá fæst betri hóm­ing av, hvørji eru stóru avbjóðararnir hjá B36 í FM stríð­num, og um tað fer at síggja heilt svart út hjá toftamonnum. HB og NSÍ hittast í Gundadali, meistararnir í B36 eiga torføra avbjóðing í Fuglafirði, Víkingur eigur torføra avbjóðing á Skála, og úrslitini seinastu ferðirnar eru orsøk til, at klaksvíkingar mugu smyrja seg við at vera stórfavorittur á heimavølli ímóti TB, sum er eitt stig frá niðurflytingarstrikuni, og sum higartil hevur vunnið tvey stig á útivølli – 1-1 á Toftum og mál­ leyst ímóti B36. Tætt millum gyltu løturnar KÍ - TB PETUR REINERT sunnudagin kl. 15.00 At tað sær ljóst út hjá lokala felag­ num ber við sær, at fótbóltshugaðu klaksvíkingarnir og norðoyingarnir fjølgast uppaftur fleiri kring vøllin á Eiðinum. Nú er tað stutt millum avbjóðingarnar á heimavølli, og tað er hugaligt, tá ið gongdin er, sum hon hevur verið nógvu tær sein­ astu ferðirnar. Máltalvan hevur alla vikuna mint á 1-0 heimasigurin á HB, og tað, sum er eftir av hesum mánaðínum, eru tríggjar lyklauppgerðir á heimavølli: sunnudagin ímóti TB í landskappingini og bæði hós­ kvøldið og annan sunnu­dag ímóti NSÍ – ávikavíst í hálv­finaluni í steypa­kappingini og í lands­kapp­ ingini. – Hugburðurin er góður, og vit kenna tað sum góðan stuðul, at áhugin er so stórur. Vit eru sera tilvitaðir um, at um tað skal eydn­ast at varðveita góðu gongd­ ina, so ræður tað um eyðmýkt og hart arbeiði, og tað ætla vit okk­um at halda fram við, sigur KÍ lið­formaðurin Jonas Flindt Rasmussen. Meðan KÍ ikki hevur tapt tíggju tær seinastu ferðirnar, so hevur pílurin víst hinvegin hjá TB, sum nú er í vanda fyri at detta niður um strikuna. TB miðvallarin Heini Mikal Mortensen ásannar, at støðan er ikki góð, men teir hava ikki mist mótið: – Tað er neyðugt at vísa góðan hugburð og arbeiða hart fyri søkini. Tað gjørdu vit í seinna hálvleiki á Argjum, tá vit tíverri taptu tepurt. Tað er frá tí hálvleikinum, at vit skulu arbeiða víðari, sigur TB mið­ vallarin. TB hevur tapt fýra ferðir við einum máli. Í fyrsta umfari var tað við Stórá ímóti KÍ, sum vann 1-0. Tað skal annað til í Fuglafirði ÍF - B36 KÁRI J. Á HØVDANUM sunnudagin kl. 15.00 Tað er farið at líkjast sær sjálv­um aftur í Fuglafirði. Eftir venjara­ skiftið var úrtøkan full tvær ferði – ímóti B68 á útivølli og HB á heima­ vølli – men síðani hevur talan verið um tap á heimavølli ímóti NSÍ og mánadagin 3-1 tap í Gøtu. Jákup Mikkelsen er ikki nøgdur við avrikið í Gøtu: – Serliga í seinna hálvleiki løgdu vit ov lítið fyri, og tað vita spæl­ ararnir. Um vit skulu hugsa um at vinna stig, so er fyrsta treytin, at vit vinna nærdystir, og at vit eru fyrstir á returbóltum. Um hetta ikki eydnast, so eru vánirnar at verja og at skjóta mál ikki góðar, og harvið ber ikki til at vinna stig og fótbóltsdystir. Nú fáa tit vitjan av B36? – Vit hava fyri stuttum vunnið á HB, og harvið vita spælararnir, at tað ber til ímóti stóru høvuðs­ staðarliðunum. Úrslitini siga, at tey trívast ikki væl í Fuglafirði, og okkara spælarar vita, at møguleikin er har, um teir vísa rætta hugburðin og stríðast tað, sum skal til, sigur Jákup Mikkelsen. Tað kann vera, at B36 skaðalistin verður eitt sindur styttri, enn hann hevur verið. Venjarin ásannar, at tað verður neyðugt við monnum á vøllinum í Fløtugerði: – Fyritreytirnar verða øðrvísi, enn tær vóru í Gundadali ímóti B68. Ungu menninir hava víst, hvør dugur er í teimum, og eg havi álit á teimum, men tað kemur væl við, um onkrir av teimum, sum ikki vóru tøkir mánadagin, vera við ímóti ÍF, og tað hava vit mót um fer at eydnast, sigur Eyðun Klakstein. Í fyrsta umfari vann B36 4-1 í Gunda­dali ímóti ÍF. Tey bíða eftir unglingunum HB - NSÍ EILER RASMUSSEN sunnudagin kl. 15.00 Felags fyri HB og NSÍ er, at feløgini hava boðað frá, at tey arbeiða við at menna liðið av nýggjum, og at tað skal gerast við spælarum, ið eru upp­aldir í feløgunum. Felags fyri bæði feløgini er, at tey eiga tvey tey bestu U-18 liðini. Bæði liðini eru topplið í hvør sínum bólki í undanspælinum við fullari úr­tøku, og fleiri av teimum, sum eru á unglingaliðunum, hava eisini verið nógv á besta liðnum. Hjá NSÍ eru tað Jannik Olsen, Jann Benjaminsen, Mórits Heini Mortensen, Hans Marius Davidsen, Andri Benjaminsen og Aron Knudsen, meðan Petur Knudsen, sum eisini hevur unglingaaldur, higar­til bara hevur verið á besta lið­num, har hann er fastur maður. Í HB er unglingaspælarin Teit Jacobsen fastur maður á besta liðnum, og Ari Mohr Olsen og Adrian Justinussen hava verið við í flestu dystunum. Aðrir ung­ling­ar, sum higartil í ár hava verið á dóm­ ara­seðlinum á besta liðnum, eru Heri H. Mohr og Daniel Johansen. LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR Bæði í HB og NSÍ siga tey seg liva væl við trýstinum, sum er undan uppgerðini í Gundadali, og á Svangaskarði verður lyklauppgerð fyri vánirnar hjá B68 at varðveita plássið í fremstu røð TOPPURIN KANN LEYPA AVSTAÐ Upptakt