hósdagur 19. mai 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016
SOSIALURIN 57
33
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
Ikki við:
Súni Olsen (skaddur í
lærkrika ein mánað aftrat),
Ahmed Mayowa Oladele Alli
(skaddur í fótliðnum),
Ahmed Mujdragic
(leikbannaður ein dyst aftrat)
Ikki við:
Adeshina Lawal (vøddaskaddur),
Bogi Reinert Petersen og Ari Ó.
Ellingsgaard (leikbannaðir).
Við aftur:
Karl Løkin (var leikbannaður).
Ivasamur: Poul Nolsøe Mikkelsen
(venur saman við hinum)
Ikki við:
Gert Drangastein
(slitið hælsinuna),
Andri Freyr Bjørnsson (knæið),
Gunnar Haraldsen (knæið),
Karstin Højgaard (fóturin) og
Árni Guldborg Nielsen (skaddur)
Ikki við:
Rógvi Joensen (skaddur)
og Joslain Mayebi (farin heim
til Kamerun orsakað av
privatum orsøkum)
Ivasamur:
Andras Gango
(brotið eina framtonn)
Talan er um tvíeggjað svørð, tí
samstundis sum tey gleðast um,
at framtíðin sær bjørt út, so vilja
tey bæði í NSÍ og HB vera við í
toppinum. Í tí kappingini hevur
tað higartil hilnast betri hjá NSÍ,
sum er tvey stig frá toppinum og
hevur vunnið tríggjar tær síðstu
ferðirnar, meðan HB er dragnað
eftir fýra tap á rað í landskapp
ingini.
Hóast HB ikki hevur funnið
málið tvær tær seinastu ferðirnar,
so siga teir lagið framvegis vera
gott:
– Vit arbeiða við at samanspæla
lið, sum er mannað við unglingum
og monnum, sum eru lítið eldri
enn unglingar, og tað gongur rætta
vegin. Vit vistu undan kappingar
byrjan, at tað fór at ganga upp og
niður. At tað fyrstu umførini gekk
heilt væl – millum annað vunnu vit
í fyrsta umfari 2-1 í Runavík - birti
ivaleyst vónir um, at kappingarárið
skuldi verða uppaftur betri, enn vit
høvdu vónað, men lagið er gott, og
venjingarnar ganga væl, sigur HB
venjarin Jan C. Dam.
Í NSÍ eru tey greið yvir, at talan
verður um heilt øðrvísi avbjóðing í
Gundadali, enn tað var í 1-0 heima
sigrinum ímóti Skála:
– Ímóti Skála høvdu vit bóltin
nógv. HB fer sjálvandi at leggja
nógv fyri í Gundadali fyri at vinna
og harvið varðveita sambandið við
okkum og toppin, sigur NSÍ mál
verjin Símun Rógvi Hansen.
Botnurin hittist
á Svangaskarði
B68 - AB DAGFINN FORNÁ
sunnudagin klokkan 15.00
Hóast B68 higartil hevur mannað
niðastu ódnina á støðutalvuni, so
heldur B68 venjarin, Páll Guðlaugs
son framvegis, at tað er møguleiki
fyri, at hansara lið eisini næsta
kappingarár verður partur av
bestu deildini.
Mánadagin tapti B68 3-1 í
Gundadali, og nú bíðar lyklaupp
gerð í botninum, tá ið AB fer at
vitja á Svangaskarði:
– Tað hevur stóran týdning
fyri okkum at vinna, og vit fara at
leggja nógv fyri. Vit rokna avgjørt
við, at tað fer at eydnast, og um
tað skuldi miseydnast, so verður
vónin framvegis har. Tað eru nógv
stig eftir at spæla um, og liðið hjá
okkum mennist. Umframt nakrar
veteranar, so arbeiða vit við 12-13
blaðungum dreingjum. Teir gera
mistøk, men teir læra eisini av
mistøkunum, og tað veit eg fer at
síggjast aftur, sum kappingin líður,
sigur Páll Guðlaugsson.
Tað var stórur lætti á Argjum, tá
ið tað mánadagin loksins eydnaðist
at vinna ársins fyrsta sigur:
– Nú hava vit fokus á avbjóð
ingini á Svangaskarði. Hóast vit
vunnu ímóti TB, so sigur stiga
talvan, at setningurin enn er at
stríðast fyri at yvirliva, og vit
ætla okkum øll stigini á Toftum.
Í fyrsta umfari javnaðu vit til 1-1
ímóti B68 við brotssparki í síðstu
løtu. Higartil hevur tað gingið illa
at skora mál. Tí var tað hugaligt,
at vit ímóti TB fyri fyrstu ferð í ár
skoraðu trý mál. Minni hugaligt
var tað, at tvey mál fóru ígjøgnum.
Avbjóðingin er at varðveita fokus
alla tíðina, staðfestir AB venjarin
Trygvi Mortensen.
Ongin panikkur á Skála
SKÁLA - VÍKINGUR RÚNI GAARDBO
leygardagin klokkan 15.00
Uppflytararnir eru ofta botnlið, og
botnlið hava sjáldan marginalirnar
á síðari síðu. Støðutalvan sigur, at
eftir ellivu umfør er Skála bara eitt
stig frá niðurflytingarstrikuni, og
tvær tær seinastu ferðirnar hava
skálamenn avgjørt ikki havt
marginalirnar á sínari síðu. Um
væl vildi við kundi úrtøkan havt
verið kanska fýra stig, men einki
er komið á kontuna.
Í morgin verður oyggjauppgerð
á Skála, tá ið Víkingur vitjar. Í fyrsta
umfari vann Víkingur 4-1 í Sarpu
gerði, eftir at Skála var framman
fyri, tá ið tað var hálvleikt.
– Tað er altíð torført hjá øðrum
at spæla á Skála, og soleiðis ætla
vit, at tað skal vera hjá Víkingi í
morgin. Vit hava alla orsøk at vera
nøgdir við, at liðið hevur ment seg
síðani uppflytingina. Síðstu dystir
nir hava víst, at vit megna at spæla
okkum úr fyrsta pressinum, og at
vit megna at hótta í álopinum.
Vit rokna avgjørt við, at tað skal
eydnast at røkka málinum, sum
er at varðveita plássið, sigur Skála
venjarin Pauli Poulsen.
Skála og Víkingur hittast aftur
á Skála hósdagin, tá ið fyrra hálv
finalan í steypakappingini verður
á skránni.
– Tað er altíð torført á Skála,
men vit kenna treytirnar. Um vit
skulu hugsa um at halda tørn um
góðu støðuna í landskappingini, so
er neyðugt at vinna, og hósdagin
skulu vit røkka góðum úrsliti, um
vit skulu halda tørn um vónina at
vinna steypakappingina fimta árið
á rað, sigur Víkinga liðformaðurin
Atli Gregersen.
JOANNES@SOSIALURIN.FO
KÍ
ÍF
AB
TB
SKÁLA
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
B36
11
7
2
2
23
12
+11
23
2
KÍ
11
7
2
2
20
10
+10
23
3
Víkingur
11
6
4
1
24
13
+11
22
4
NSÍ
11
7
0
4
25
13
+12
21
5
HB
11
5
3
3
16
12
+4
18
6
ÍF
11
4
2
5
17
26
-9
14
7
Skála
11
2
3
6
9
16
-7
9
8
TB
11
2
3
6
8
17
-9
9
9
AB
11
1
5
5
11
15
-4
8
10 B68
11
0
4
7
8
27
-19
4
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
KÍ - TB
HB - NSÍ
ÍF - B36
B68 - AB
Skála - Víkingur
KENDI TIPPARIN
Lissi Mouritsen
Tiltikin B36-fjeppari og frisør
Kendi tipparin hesaferð:
Seinast tippaði fólkatingslimurin
hjá Tjóðveldi, Magni Arge
Hann hevði bara ein rættan av fimm. Helst mundi lokalkenslan
fara avstað við honum, tí ongin av HB, Víkingi ella AB greiddu
sín setning. Magni Arge tippaði: AB - B36 x (2-3), Skála - KÍ 2 (0-1),
B68 - Víkingur 2 (2-2), ÍF - NSÍ x (0-2) og TB - HB 2 (0-0)