Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 166 - 2. september 2004 Nr. 166 - 2. september 2004 19 snarskivan/ barnavognar ynskjast til keyps pdf 96,5% havgrímur/bilur til sølu PDF 120% í hædd Komandi fríggjadag, 3. sept. letur upp lista- framsýning í Leika- lund. Hesuferð eru tað teir báðir eysturoy- ingarnir Jørgen Olsen og Hilmar Højgaard, sum saman fara at sýna fram TÍÐINDASKRIV Leikalund Myndaevnini til hesa fram- sýningina eru landslags myndir. Jørgin Olsen er 37 ára gamal og hevur í fleiri ár fingist við málningalist. Hann hevur verið við á Lions C Eysturoy páska- framsýningum nakrar ferðir og hevur haft framsýning í Gamla handli í Runavík og í hølinum hjá Arbeiðsmanna- felagnum Hæddini í Salt- angará Jørgen hevur 15 nýggjar málningar við á framsýningini, og eru teir allir akryl málningar Hilmar Højgaard er 46 ára gamal og hevur somu- leiðis í fleiri ár fingist við málningalist. Hann hevur verið við á flestu Lions Club Eysturoy páskafram- sýningum. Hann hevur eisini verið við á Lions Club framsýning á Ólav- søku 2 ferðir. Umframt hes- ar, hevur Hilmar havt sjálv- støðugar framsýningar í Gamla handli í Runavík, í hølunum hjá Arbeiðs- mannafelagnum Hæddini í Saltangará og í Smiðjuni í Lítluvík. Á sumri 2000 og 2003 var Hilmar á skeiði á Listaskúlanum í Holbæk í máling og list. Hilmar hev- ur 20 nýggjar málningar við á framsýningini, og eru eisini hansara málningar allir akryl. Framsýningin letur sum nevnt upp fríggjadagin 3. september klokkan 16.00, og eru øll hjartaliga væl- komin at hyggja framvið, síggja framsýningina, fáa ein kaffimunn og heilsa uppá listamenninar. Mynd- irnar eru til sølu og eru at síggja í vanligari upplating- artíð frá mánadegi til hós- dag frá 10 til 17:30, fríggja- dag frá 10 til 19:00 og leyg- ardag frá 10 til 13. Fram- sýningin verður hangandi allan september mánað. Framsýningin, íð tekur við aftaná framsýningina hjá Hilmari og Jørgini, verður listaframsýning við myndum hjá fuglfirðing- inum Heðini Kambsdal. Eysturoyingar í Leikalund C M Y K 19 18