hósdagur 2. september 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 2. september 2004
21
Teir skjóta framvegis
mál í Íslandi, har
Hans Fróði Hansen,
sum ikki hevur verið
úttikin fleiri ferðir,
týskvøldið aftur var á
Fram liðnum
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Í gjár varð sagt, at teir mest
sum eru givnir at skjóta mál
í Íslandi. Tað varð sipað til,
at tríggir dystir skuldu havt
verið spældir í Íslandi
mánakvøldið, og at bara eitt
mál varð skorað í øllum
trimum dystunum.
Tað var satt, at KA av
Akureyri
mánakvøldið
vann 1-0 í Reykjavík ímóti
Fylkir. Men tað var við
síðuna av, tá ið tað varð
sagt, at talan var um
málleysar uppgerðir mill-
um Grindavík og oddaliðið
FH og ÍA og Keflavík. Hes-
ir báðir dystirnir vórðu ikki
spældir fyrrenn týskvøldið,
tá ið triði dysturin var tann
millum Fram og KR. At
dystirnir
vóru
útsettir
komst av, at veðrið í Íslandi
var stak vánaligt mána-
kvøldið.
Julian Johnsson og lið-
felagarnir í ÍA vunnu 2-1 á
heimavølli ímóti Keflavík,
og FH legði seg orduliga
aftur í toppin. Teir vunnu
við ikki minni enn 4-0 í
Grindavík, har heimaliðið
longu miðskeiðis í fyrra
umfarinum misti ein mann.
Í FH tykjast teir hava skotið
papageykin, tá ið teir
keyptu útlendskan álops-
spælara. Danin Allan Borg-
vardt skoraði trý tey fyrstu
málini fyri FH, og brots-
sparkið, sum bar fjórða
málið við sær, var gjørt
ímóti honum. Ein annar
danskur spælari, Tommy
Nielsen, umsetti úr ellivu
metrum. Við sigrinum er
FH undan tveimum teimum
síðstu umførunum trý stig
frammanfyri
ÍBV
og
oddalið. Nógv bendir tískil
á, at tað skal fara at eydnast
FH at vinna meistaraskapin
fyri fyrstu ferð.
ÍA er á fjórða plássinum.
Undan
steðginum
týs-
kvøldið sá einki út. Kefla-
vík legði seg framum við
brotssparki. Eftir steðgin
svaraði ÍA tvær ferðir aftur.
Tá ið ein tími var farin,
javnaðu teir, og tá ið tað
restaðu seks minuttir skor-
aðu teir sigursmálið.
Fram uppum
Mest sum alt kappingarárið
hevur Fram stríðst fyri at
sleppa undan niðurflyting.
Eftir nógv tey flestu umfør-
ini hevur felagið hjá Fróða
Benjaminsen
og
Hans
Fróða Hansen verið niðan-
fyri strikuna. Eftir sekst-
anda umfarið er Fram
omanfyri strikuna. Teir
hava seytjan stig, og niðan-
fyri teir eru Víkingur og
KA, sum bæði hava fimtan
stig.
Týskvøldið vann Fram
grannauppgerðina
ímóti
meistarunum tvey tey sein-
astu árini, KR, 1-0. Málið,
sum teir fingu í 2. hálvleiki,
skoraði Viðar Guðjónsson.
Fróði Benjaminsen var
leikbannaður. Hans Fróði
Hansen hevur síðani venj-
araskiftið fyrr í summar
havt ilt við at vinna sær
pláss á liðnum. Tað man
hava verið við til at kosta
honum
landsliðsplássið.
Týskvøldið var Hans Fróði
allar 90 minuttirnar í Fram
miðverjuni. Sambært ísl-
endskum fjølmiðlum stóð
hann seg væl.
Rættiligt rok sást á
øllum borðum í
altjóða talvkappingini
í Klaksvík í gjár. Teir
tríggir føroysku
luttakararnir møttu
allir útlendskari
mótstøðu og skjótt
var greitt, at menn
ætlaðu sær at stríðast
fyri sigrinum
TALV
Tíðindaskriv
Føroyameistarin
Martin
Poulsen lá best fyri undan
fimta umfarinum og var
avbjóðingin í dag íslendski
altjóða meistarin Sævar
Bjarnason. Martin kom
aftur væl frá byrjanini og
fekk fyrimun við hvíta
fólkinum. Ìslendarin stóð
kroystur leingi, men vardi
seg væl og fekk eisini sett
onkra fellu fyri føroya-
meistaranum.
Martin bleiv lumpaður í
miðspælinum og misti ein
rók fyri ein bisp. Sævar
slapp sær nú í endatalv við
eini finnu meir og eydnað-
ist tað honum at vinna talv-
ið. Martin skal í seinnu
hálvu skora 4 stig út av
fimm talvum til tess at
røkka IM norminum.
Ólavur sló til
Ólavur møtti í dag odda-
fiskinum Emil Hermansson
við hvítum. Talvið gjørdist
sera spennandi og væl leikt,
við Ólavi í álopi og svian-
um í verjuni. Ólavur kom í
rúkandi tíðarneyð, men
megnaði hóast tað at halda
støðinum uppi, og brádliga
var hann sloppin út í eitt
gott endatalv. Men Her-
mansson leikti væl og
hevði møguleikan at avgera
talvið í tíðneyðuni. Tá hann
ikki fann rætta leikin, sló
Ólavur til og koppaði fav-
orittinum í einum sera
undirhaldandi talvi. Ólavur
skal hava 3,5 stig í seinnu
hálvu til IM normin.
Heini Olsen kom sær í
rættiligt ódnarveður móti
danska altjóða meistar-an-
um Jens Ove Fries Nielsen.
Við smáum óneyvum leik-
um í byrjanini, kom Heini
at standa nakað verri við
hvítum. Danin vaks við
uppgávuni og fór í eitt eir-
indaleyst álop móti hvítu
støðuni. Heini svaraði væl
aftur, men tíðin var knøpp
og at enda fall støðan sam-
an og Heini gavst. Flott
telvað av dananum og
Heini skal nú hava heili 4,5
stig í seinnu hálvu fyri at
skora sín næsta IM norm.
Ein sera torfør uppgáva.
Støðan er nú tann at
Ólavur Simonsen og Jens
Ove Fries Nielsen hava 3
stig. Emil Hermasson og
Martin Poulsen hava 2,5
stig. Heini Olsen og Sævar
Bjarnason hava 2 stig.
Landsliðsvenjar-
arnir hava tikið
átjan mans út til
komandi EM-
undankapping, sum
verður í Føroyum í
oktober mánað
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Føroyska U-19 landslið-
ið skal á heimavølli taka
ímóti trimum londum, ið
skulu dystast um at koma
víðari til EM-endaspælið
komandi summar. Mót-
støðuliðini vera Grikka-
land, Ungarn og Wales.
– Grikkaland plagar at
hava rættiliga sterk ung-
dómslandslið, og tí eru
teir helst favorittar í hes-
um bólkinum, sigur Pæt-
ur Clementsen, hjálpar-
venjari á U-19 landsliðn-
um. Hinvegin vita vit
ikki so nógv um Ungarn
frammanundan kapping-
ini. Wales plagar minna
nógv um England í
spælistíli.
Tríggjar
venjingarlegur
– Vit fara savna hópin á
venjingarlegum trý tey
komandi vikuskiftini, og
tá fara vit at hava at kalla
allan hópin savnaðan.
Tað hevur verið sera tor-
ført at savna allar leikar-
arnar samstundis, av tí at
teir spæla í rættiliga
ymiskum deildum í Før-
oyum, sigur hjálparvenj-
arin.
Higartil hava venjar-
arnir ongantíð havt allan
hópin savnaðan samstun-
dis av hesi somu orsøk,
men nú er tann endaligi
hópurin úttikin.
Tríggir av leikarunum
spæla í Frem í Danmark,
og tveir teirra koma heim
til venjingarlegurnar.
Hesir leikarar manna
U-19 landsliðið: Svenn
Jacobsen, Poul T. Dam,
Páll Mohr Joensen, John
Eivind Restorff Mourit-
sen og Emil Nolsøe
Leivsson úr HB. Tórður
Thomsen úr NSÍ. Fritleif
í Lambanum úr ÍF. Jóhan
Petur Poulsen og Ovi
Magnussen úr B68. Arn-
bjørn Theodor Hansen úr
EB/Streymi. Poul N.
Poulsen úr VB. Julian
Samuelsen úr KÍ. Jónas
Tór Næs, Gunnar Niels-
en og Bogi Hermansen
úr Frem.
Tveir føroyskir sigrar
U-19 brynjar seg til EM
3rd Klaksvík International:
Ólavur lagt seg á odda
Hans Fróði Hansen tykist at hava endurvunnið plássið í verjuni hjá Fram í Íslandi
Ólavur Simonsen hevur lagt seg á odda í talvkappingini 3rd Klaksvík International
Savnsmynd
21
Nr. 166 • hósdagur • 2. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Tey halda ondini í Vági
Gurið Mortensen fer
ikki at spæla við besta
kvinnuliðnum hjá VB
komandi kappingar,
og ivasamt er við
teimum trimum
litavisku leikarunum
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
VB hevur verið við til at
mynda oddin í kvinnu-
hondbólti seinastu árini.
Síðsta kappingarár fekk VB
silvur í lands- og steypa-
kappingini, og í 2003
struku VB-kvinnurnar av-
stað við øllum og vunnu
greipuna.
Men tað er rættiliga iva-
samt, hvussu sterkt VB-
liðið verður í ár. Longu nú
er greitt, at Gurið Morten-
sen ikki verður at síggja í
VB-búnanum. Hon er farin
til Danmarkar, har hon
lesur til fysioterapeut í
Næstved. Hetta er ein
stórur missur, tí at Guðrið
Mortensen hevur verið ein
av stuðulsspælarunum hjá
VB farnu árini, og í fjør
gjørdist hon nummar tvey í
atkvøðugreiðsluni um at
gerast ársins leikari.
Útlendingar í óvissu
Enn er óvist, hvussu verður
við teimum trimum lita-
visku leikarunum, sum
vóru í Vági seinasta kapp-
ingarár.
– Tær hava latið sínar
umsóknir og øll neyðug
pappír inn á donsku am-
bassaduna í Litava, og nú
bíða vit eftir svari frá
myndugleikunum,
sigur
Bogi Mortensen, formaður
í hondbóltsdeildini hjá VB.
Nú bíða tey í Vági spent
eftir, um Innlendismála-
ráðið fer at viðmæla ar-
beiðsloyvum
til
hesar
tríggjar
leikararnar,
og
hvørja niðurstøðu danska
útlendingastýrið
fer
at
koma fram til.
Eingin ivi er um, at
útlendsku leikararnir hava
átt sera stóran lut í teimum
góðu úrslitunum hjá VB
undanfarnu árini, og tað er
ein dyggur smeitur fyri
kvinnuhondbóltin í Vági,
um tær ikki fáa arbeiðs-
loyvi á hesum sinni.
Hava skund
Hondbóltskappingin fer av
bakkastokki
tann
10.
oktober, og tí er VB farið at
ótolnast eftir endaligum
svari frá myndugleikunum.
– Tær kvinnurnar, sum
eru í Vági, eru so smátt
farnar at venja til komandi
kappingarár, og teir lita-
visku leikararnir venja í
heimlandinum. Men vit
skulu helst hava liðið savn-
að til venjing nakað skjótt,
um liðið skal bara vera
samanspælt til kappingar-
byrjan, sigur Bogi Morten-
sen.
– Vit vóna sjálvandi, at
myndugleikarnir
geva
teimum arbeiðsloyvi, so at
vit framhaldandi kunnu
hava hondbólt á høgum
støði her í Vági, leggur
Bogi Mortensen afturat.
Útlendingar hækka
støðið
VB
fær
mannað
eitt
kvinnulið til bestu deildina
uttan styrk úr útlandinum,
men tað verður ikki á sama
støði sum í fjør.
– Tær útlendsku kvinnur-
nar hækka støðið í hond-
bóltinum, og tær draga
hinar við sær, soleiðis at
teir føroysku leikararnir
mennast munandi, sigur
Bogi Mortensen, og sipar
til
tey
góðu
úrslitini
kvinnulandsliðið fekk í
Challenge Cup í Italia.
Tær tríggjar litavisku
kvinnurnar, sum eita Aukse
Vysniaskaite, Daiva Tuo-
maite og Asta hava arbeitt í
fiskivinnuni teir seks mán-
aðirnar, tær hava steðgað í
Føroyum
seinastu
tvey
árini.
Bogi Mortensen ber ikki
ótta fyri, at tær taka arbeiði
frá øðrum vágbingum, sum
forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag hevur ført
fram, nú málið um út-
lendska arbeiðsmegi hevur
verið
frammi
í
fjøl-
miðlunum.
– Talan er um tríggjar
kvinnur, sum arbeiða her í
Vági í seks mánaðir, og tað
elvir ikki til tað stóra
arbeiðsloysi, sigur Bogi
Mortensen, og hann vísir
eisini á, hvussu stóran
týdning kvinnuliðið hjá VB
hevur fyri felagslívið í
Vági. Annaðhvørt viku-
skiftið
er
ítróttarhøllin
stúgvandi full av fólki, sum
fylgja við kvinnuliðnum
við stórum áhuga.
Silberbauer
fingið bót
Danska heimasíðan
onside.dk veit at
siga, at Micheal
Silberbauer nú hev-
ur fingið bót fyri
rúsdrekkakoyring í
Føroyum
RÚSDREKKA-
KOYRING
Stefan í Skorini
Tað var undir venjingar-
leguni hjá FC København
í Føroyum, at Micheal
Silberbauer varð steðgað-
ur av løgregluni náttina
eftir dystin ímóti HB.
Sosialurin skrivaði fyrst
um málið í blaðnum tann
13. juli.
Fyrsta royndin vísti, at
hann hevði ov nógv alko-
hol í blóðinum, og tí varð
blóðroynd tikin av mann-
inum. Heimasíðan Onside
sigur seg vita, at pro-
millan hjá Silberbauer var
0,52, og hetta er eitt vet
ov nógv sambært ferðslu-
lógini.
Í Føroyum gevur pro-
millukoyring millum 0,5
og 0,8 eina bót á 4.000
krónur og eina treytaða
frádøming av koyrikortin-
um. Men tann treytaða
frádømingin
er
bert
galdandi í Føroyum, og tí
skal Silberbauer ikki upp
til nýggja koyriroynd í
Danmark. Bótin stendur
tó við.
Í Danmark er lógin
øðrvísi, og har gevur pro-
millukoyring ímillum 0,5
og 0,8 ikki treytaða frá-
døming í fyrsta umfari,
men ikki fyrr enn við-
komandi er tikin fjórðu
ferð við hesi promillu
verður talan um treytaða
frádøming.
Silberbauer iðrar seg
– Tað var sera býtt av
mær, men eg helt meg var
føran fyri at koyra bil. Nú
havi eg fingið eina bót, og
so er hatta málið úti av
verðini fyri mítt viðkom-
andi. Eg haldi, at hetta
málið hevur verið sligið
ov stórt upp, samanborið
við tað, sum tað veruliga
var, sigur Silberbauer við
onside.dk.
Silberbauer
sjálvur
heldur ikki, at hetta málið
hevur so nógv uppá seg. –
Hatta var ikki øll verðin,
sigur hann um alko-
holnýtsluna, sum var tann
dagin, hann hevði føð-
ingardag.
Linda
Hesselberg,
ákæri hjá fútanum, vil
ikki gera nakrar viðmerk-
ingar til málið og vísir á,
at hetta er eitt persónsmál,
har tey ikki lata fjølmiðl-
um upplýsingar. Ítróttar-
stjórin í FCK, Niels
Christian Holmstrøm, vil
heldur ikki gera nakrar
viðmerkingar til málið.
Tað var Sosialurin, sum í blaðnum tann 13. juli í ár av-
dúkaði málið um rúsdrekkakoyringina hjá Micheal Sil-
berbauer í Havn eftir dystin ímóti HB, og nú hevur hann
eisini fingið eina bót á 4.000 krónur
Mynd: Álvur Haraldsen
Guðrið Mortensen verður ikki at síggja á VB-liðnum komandi kappingarár. Hinvegin er tað ivasamt, hvussu verður við teimum
trimum litavisku leikarunum hjá VB
Savnsmynd
C
M
Y
K
20