Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 166 - 2. september 2004 Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar bæði Heidi og ÍSB Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt stuðulssáttmálar við bæði Heidi Andreasen og ÍSB, og eru sátt- málarnir báðir gald- andi til árslok næsta ár. Hetta kemur væl við hjá Heidi, sum í næstum fer á para- lympisku leikirnar í Athen, og ÍSB, sum støðugt økir um sítt virksemi og síni til- boð til brekað STUÐULSAVTALA tíðindaskriv Frá 17. til 28. september fara vit enn eina ferð at fylgja við, hvussu gongst Føroyum í paralympisku leikunum. Leikirnir, sum verða í Athen, eru teir sættu við føroyskari luttøku, og hetta verður aðru ferð, at svimjarin Heidi Andreasen er við til paralympiskar leikir. – Eg eri sera spent til hes- ar leikirnar, men hevði ikki kunnað gjøgnumført tað, uttan at fingið stuðul frá onkrum. Tað hevur ótrúliga stóran týdning fyri meg, at onkur stendur aftanfyri, tí tað krevur nógv at vera við í so stórum kappingum, sigur Heidi Andreasen. Síðsta árið hevur eiðis- gentan búð í Havn og vant dagliga við Havnar Svimji- felag. Hon fer í hylin hvønn einasta dag, og vanliga er talan um venjing í tveir til tríggjar tímar, so svimj- ingin fer við rættiliga nógv- ari tíð. – Tað er ikki annað at gera, enn at hanga í og gera sítt besta, tí eg svimji so sjáldan saman við teimum, eg skal kappast ímóti, at eg má finna tíðirnar hjá teim- um fram á internetinum, um eg skal finna útav, hvussu væl tað gongst hjá mær sjálvari, sigur Heidi. »Kappast« á internetinum Hóast tað altso bara um- vegis internetið ber til dag- liga at »kappast« við onnur, er líkt til, at hon dugir væl at fáa burturúr. Bara tað, at hon hetta síðsta árið hevur sett tvey heimsmet, gevur greiðar ábendingar og seri- øst arbeiði saman við venj- aranum, Remi Lamhauge. – Heidi hevur vant mið- víst síðani í januar fram ímóti paralympisku leikun- um, og eisini hava vit verið til tvær kappingar uttan- lands, fyrst í Danmark í februar og síðani í Sheffield í mai, greiðir venjarin frá. – Í Danmark fekk Heidi vant saman við norska landsliðnum og pørtum av tí danska, og tá vóru tvær venjingar um dagin, sum góvu nógv. Nú vit skulu til Athen, fara vit eina góða viku frammanundan úr Føroyum til Danmarkar, so síðsta hondin kann leggjast á fyrireikingarnar, áðrenn farið verður til Grikkalands fáa dagar undan leikunum. ÍSB nógv virksemi Umframt at Heidi Andrea- sen og Tryggingarfelagið Føroyar hava skrivað undir ein stuðulssáttmála, er eis- ini sáttmáli gjørdur millum Ítróttasambandið fyri brek- að og Tryggingarfelagið Føroyar. – Við tí nógva virksemi, vit hava, hevði tað verið sera tungt - fyri ikki at siga ógjørligt - hjá ÍSB at havt gongd í øllum. Tí eru vit sera glað fyri stuðulin, ið hevur ómetaliga nógv at siga fyri okkum, sigur Egga Jensen, formaður í ÍSB. – Somuleiðis fegnast vit um, at tryggingin velur at stuðla Heidi Andreasen, nú hon aftur stendur framman fyri einari stórari avbjóð- ing, sum í nógvar mátar er rættiliga krevjandi. Størstu ítróttagreinirnar, sum kunnu íðkast innan ÍSB, eru svimjing og boc- cia, men eisini er eitt sindur av borðtennis, frælsum ítrótti og bogaskjóting, um- framt at ÍSB er farið undir fimleik á motiónsstigi og stavbólt. Egga Jensen sigur, at ÍSB eisini hevur tikið upp samstarv við fleiri skúlar, og millum annað verður nú leygardagin skipað fyri einum stórum barnadegi í badmintonhøllini í Gunda- dali. – Hjá okkum er tað soleiðis, at vit noyðast at gera eitt uppsøkjandi ar- beiði fyri at finna nýggjar íðkarar, so tí er umráðandi hjá okkum at hava gott samstarv nógvar vegir, sigur hann. Glað fyri at stuðla Eisini Tryggingarfelagið Føroyar fegnast um, at tað er gjørligt at stuðla bæði Heidi Andreasen og ÍSB. - Okkara vón er, at stuðulin veruliga kann koma bæði Heidi og ÍSB til góðar, ikki minst tá stór tøk skulu tak- ast, sum eitt nú at Heidi fer til paralympisku leikirnar, sigur Heðin Mortensen frá marknaðardeildini á Trygg- ingarfelagnum Føroyar. Eisini Brynhild Setberg, deildarleiðari á Tryggingar- felagnum Føroyar, fegnast um, at felagið kann veita bæði Heidi og ÍSB eina hjálpandi hond: – Vit eru sera glað fyri, at vit hava fingið møguleikan at stuðla í hesum førinum, og ikki minst fegnast vit um, at vit kunnu gera um- støðurnar hjá Heidi Andre- asen lættari, sigur hon. – Allir føroyingar eru góðir við Heidi, sum samstundis má sigast í allar mátar at vera eitt gott fyri- dømi fyri føroysk ungfólk. At vit so eisini kunnu vera við til at hjálpa henni fram á leið, eru vit sera fegin um. Føroyski miðverjin fór fyrrapartin í gjár saman við hinum útisetunum á lands- liðnum til Sveis og kundi tísil ikki spæla í donsku steypakapp- ingini í gjárkvøldið ÚTISETI Jóannes Hansen Í gjárkvøldið skuldi felagið hjá Jón Róa Jacobsen, Frem, spæla í donsku steypakappingini. Teir skuldu spæla á útivølli ímóti Brønshøj, sum eigur heimavøll á Tingbjerg stadion. Frem venjarin, Ebbe Skovdahl, gramdi seg undan stuttu ferðini úr Valby og til Tingbjerg um, at saknur fór at vera í Jón Róa Jacobsen, sum var upptikin av landsliðsør- indum. Dysturin í Brønshøj var tann einasti í donsku steypakappingini í gjár- kvøldið. Næsti dysturin í triðja umfarinum verður týskvøldið. Tá skal Fremad Amager spæla á útivølli ímóti Gladsaxe Hero. Teir tríggir føroyingarnir í Fremad Amager fara ikki at vera við í tí dystinum. Tá fara teir at vera upptiknir av fyrireikingunum til stóru avbjóðingina á heimavølli næsta mikukvøld ímóti Fraklandi. Tíðliga fyrrapartin í gjár fóru Jón Rói Jacobsen og hinir útisetarnir í Danmark, sum hava fingið landsliðs- boð, úr Keypmannahavn og til Sveis. Ferðalagið úr Føroyum skuldi fara avstað seint seinnapartin í gjár. Dysturin í Sveis verður spældur kl. 1630 føroyska tíð leygardagin. Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt stuðulssáttmála við bæði Heidi Andreasen og Ítróttasambandið fyri brekað. Frá vinstru: Heðin Mortensen og Brynhild Setberg frá Tryggingarfelagnum Føroyar, Heidi Andreasen, ÍSB-svimjari og Egga Jensen, formaður í ÍSB Barna- dagurin hjá ÍSB ÍTRÓTTUR Tíðindaskriv Leygardagin 4. septem- ber fer Ítróttasambandið fyri Brekað at skipa fyri einum barnadegi. Dag- urin verður hildin í HBF-høllini í Gunda- dali. Hesin dagur skal bera dám av ítrótti sum ítriv, ið øll kunnu vera við í. Øll børn og ung, sum hava okkurt brek, eru vælkomin saman við foreldrunum. Her verð- ur høvi at royna seg í ymiskum ítrótti og spøl- um. Eisini verður høvi hjá bæði børnum og foreldrum at hoyra meiri um, hvørji tilboð ÍSB hevur til børn og ung. ÍSB vónar, at nógv fara at taka undir við hesum tiltaki, og at øll fara at fáa ein góðan, virknan og hugnaligan dag sam- an. Barnadagurin byrjar kl.10.30 og endar kl.13.30. Jón Rói var ikki við C M Y K 22 Nr. 166 - 2. september 2004 23 G+@+Ps^_lºpd∞q^3- qbi/..33.*/..33/*0/.330 _^p^iq=mlpq+lifs^kq+cl Do^spqbfk^o KŁdboºld rjs≠ifkd^o+ Sosialurini veitst tú ikki tað? www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo -tað loysir seg 23