Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðíndi síða 8 Varð­ veita gamlan siðaarv Síða 8 Gott veð­ur og hampuligur streymur Føroyskur flokspolitikkur byrjaði við strí­ðnum um ríkisrættarligu við­ur­skiftini fyri 110 árum síðani. Hóast nógv vatn er runnið í ánni, síð­ani vit fingu floksbýti á tingi, so eru tað ikki øll, sum eru kom­in víðari. Nýggja samgongan hevur sett sær fyri aftur at seta gongd á stjórn­ar­skip­an­ar­ar­beiðið, sum steðg­aði upp í 2011. Tað vóru nógv tek­in um, at vit kundu funnið ta tjóð­ar­semjuna, sum allir flokkar á tingi kundu taka undir við. Men tað klár­aði politiska skipanin kort­ini ikki. Sam­bands­flokk­ur­in hokn­aði, tá harraboð komu úr Keyp­manna­ havn. Tá Kaj Leo Holm Johannesen var for­maður í Sambandsflokkinum vísti hann fleiri ferðir, at hann og Sam­bands­flokk­ur­in vildu flyta seg. Tað merk­ir, at Sambandsflokkurin ikki bara vildi siga nei til broytingar og vera í­móti øllum tillagingum í rík­is­rætt­ar­ligu støðuni. Hann fór so langt sum at siga, at Før­ oy­ar, Danmark og Grønland áttu at broytt ríkisfelagsskapin til ein ríkja­fel­ags­skap millum sjálv­støð­ ug­ar tjóðir. Helst tók hann munnin ov full­ an. Men tað var tekin um broyting. Men ta broyting hevur nýggi for­mað­ur­in, Bárður Nielsen, manað so dyggi­liga í jørðina. Hann fer upp á for­hond á bakbeinini. Sum sið­ bund­in og ser­a treiskur sam­bands­ mað­ur varpar hann alt tos um broyt­ing­ar av borðinum – við tí pá­ skoti, at Tjóðveldi vil hava loys­ing og at Javnaðarflokkurin er ó­reið­i­ ligur. Jamen, sjálvandi vil Tjóðveldi hava loysing. Tað er jú tí, at hann er ein tjóð­veld­is­flokk­ur. Fyri tað um Javn­að­ar­flokkurin og fyri so vítt heldur ikki Fólka­flokk­ur­in vilja hava loysing, so eiga teir og allir hin­ir flokk­ar­nir at vera við til at tryggja okk­um eina stjórnarskipan, sum er gjørd til føroyska sam­fel­ ag­ið. Tað eig­ur Sam­bands­flokk­ur­ in eis­ini at vera við til. Og nei, vit eiga ikki at lata okk­um diktera av danska stats­min­ist­ar­a­num, sum heilt víst tosar í­móti betri vitandi. Hann kennir og skilir før­oysk­an tjóð­skap so væl – betur enn nak­ar ann­ar dansk­ur pol­it­ik­ari nakr­an­ tíð hev­ur gjørt. Uttan iva er hann trýst­ur av em­bæt­is­monn­um – og treisk­um sam­bands­monnum sum Bárði og Ed­mundi. Stjórnarskipanina eiga vit at gera í Føroyum soleiðis, sum vit vilja hava hana. Tað eru eisini vit, sum gera av, um hon er innanfyri ella utt­an fyri grundlógina, sum hig­artil hevur tilpassað seg allar broyt­ing­ar. Endamálið við at føra politikk er júst at gera broytingar! Politikkur er at vilja broyta Um vikuskiftið høvdu Fram­søk­in Ung, politiska ung­ manna­fel­agið hjá Fram­sókn, aðalfund. Umframt fyri­ lestr­ar og kunn­ing um løg­tings­ar­beið­ið, so var sum vant eis­ini nevnd­a­r­val á skránni. Nýggja nevndin hjá ung­manna­felagnum er nú mann­að við bara mann­fólk­ um, tó ein kvinna er mill­um varalimirnar. Í nevnd­ini eru Jógvan í Dímun Høj­gaard, Bjarni Rasmussen, Bjarni Kárason Petersen, Al­eks­ and­ur Leitisstein Olsen og Pætur Ják­upsson. Til­taks­ lim­ir eru Tumm­as Johan Sig­vard­sen og Hanna Vang. Nevndin skipaði seg eft­ ir fund­in við Jógvan í Dím­ un Høj­gaard sum formanni, eft­ir at formaðurin síðstu árini, Bjarni Kárason Pet­ er­sen legði sessin frá sær, Bjarna Ras­mus­sen sum næst­for­manni, Bjarna Kár­ a­son Pet­er­sen sum kass­a­ meistara, Aleks­andur Leit­ is­stein Olsen sum skriv­ara, og Pætur Ják­ups­son sum nevndarlimi. Stendur illa til við javn­ støð­uni í ung­manna­fel­ag­ num hjá Framsókn, so er sama skilið í Løgtinginum – men við øvugtum fortekni, tí har hevur flokkurin bara kvinn­ur, Honnu Jensen og Ruth Vang. Fimm menn og eingin kvinna Í 110 ár hava stjórnar­mál darvað føroyskan politikk Meðan annar stóri and­støðu­ flokk­urin, Sam­bands­flokk­ ur­in, slær beinini undan stjórn­ar­skip­an­ar­ar­beið­inum, áðr­enn tað er byrjað, so eru heilt aðrir tónar at hoyra frá Fólka­flokk­i­num. Forkvinnan í Havnar Fram­burðs­felag hevur sent út fráboðan, har fel­ag­ið heils­ar arbeiðinum væl­ komn­um. Í fráboðanini sigur fólka­ floks­fel­a­g­ið, at tað er gleð­ i­ligt, at sjøtul nú er settur á stjórn­a­r­skip­an­ar­ar­beið­ið. – Hetta arbeiðið hevur ver­ið drúgt í politisku skip­ an­ini, og nú má røkka ella støkka. Felagið vísir á, at eft­ir frá­ boð­an­ina hjá løg­manni um, at stjórn­a­r­skip­an­ar­ar­beiðið fór av bakka­stokki, hava pol­ it­isku út­meldingarnar verið held­ur iva­sam­ar. – Tað er sera harmiligt, at á­vís­ir flokkar gera sær dælt av at fara í skotgravirnar og finna fram sama gamla o r ð a ­l j ó ð ­i ð , heldur enn at seta seg til sam­ráð­ing­ar­ borð­ið og geva a r b e i ð i n u m ein veru­lig­an møgu­leika. Nú er um­ráð­andi, at flokkarnir taka lógv­a­tak saman og finna ta neyð­uga semjuna, sum ber á mál til frama fyri før­oysku tjóðina og føroyska fólk­ið, skrivar Havnar Fram­ burðs­fel­ag, sum vísir á, at søgan hev­ur víst okkum, at tá vit før­oy­ingar standa saman, er hetta besta styrkin og sterk­asta vápnið til tess at vinna Før­oyum rættindi. Sum dømi um tað vísir fel­ag­ið á makrelmálið, sum vit øll fegnast um í dag. – Sagt varð, at hetta fór aldr­in at bera á mál, men við fastari trúgv og samanhaldi komu vit á mál. Viðvíkjandi stjórn­ar­skip­an­ar­ar­beið­i­num er tað okkara vón, at fáa staðfest, at evsta vald før­oy­ inga liggur hjá føroyingum og ong­um øðrum. Soleiðis bendir nógv á rætti­liga breiða semju í Løg­ ting­i­num um at taka upp­aft­ ur arbeiðið við stjórn­ar­skip­ an­ini. So er bert at vóna, at Sam­bands­flokkurin velur aðra leið enn 110 ára gomlu nei-kós­ina. Fólkflokkur vil hava semju Ungmannafelag: Bara menn Tingbólkur: Bara kvinnur Nýggi sambandsformaðurin hev­ur broytt kós Sambands­ floks­ins í stjórn­ar­mál­i­num. Fyri ein sikkurheitsskyld held­ur hann, at best er ikki at tosa um málið: – Tað verður snakkað um at staðfesta sjálv­s­ av­gerð­ar­rætt­in, men vit hava fullan sjálvs­avgerð­ar­ rætt. Tað krev­ur bara eina fráboðan frá okk­um um, at vit loysa, so eru vit meldað úr danska ríki­num. Tað skal eingin nýggj lóg til tað, segði Bárður Niel­sen við in.fo fríggjadagin. Man tað nú vera so lætt? Kunnu bara loysa frá Danmark