Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 Barbara Holm Síðani 2012 hevur 17 ára gamla Brynhild Nolsøe í Lága­bø merkt avleiðing­ arnar av HPV koppsetingini. Tað byrjaði í smáum, og verð­ur hugt afturá fyrstu mán­aðirnar aftaná kopp­ set­ingina, so sæst, at beinan veg­in vóru hjáárin at hóma. – Fyrstu mánaðirnar aft­ aná var hon ofta heldur illa fyri. Hon svímaði millum ann­að nógv, sigur Rakul Nol­søe í Lágabø, 36 ára gamla mamman at Brynhild. Men í mai í ár bar av. Hjá­árinini lupu á ungu kvinn­una, og brádliga vóru meira ella minni allir dagar merktir av møði, pínu og vónloysi. Tá var eingin ivi um hjá Rakul, at okkurt álvarsamt var áfatt. Og tær fóru til lækna. – Tá megnaði Brynhild ikki at standa. Hon svímaði lætt og hevði stóra pínu í øll­ u­m kroppinum. Flestu dag­ arnir klárar hon ikki upp úr songini í berari møði, sigur Rakul. Í heilsuverkinum fór Bryn­hild ígjøgnum allar hugs­andi kanningar og hon vitjaði flest allir serlæknar fyri at koma nærri at hvat tað var, sum bagdi. Blóðroyndir vórðu tiknar í hópatali, og ikki varð liðugt at kanna fyrr enn í august í ár. Og tá vóru boðini alt annað enn nøktandi. – Har er einki galið við henni, søgdu læknarnir. Men eg noktaði at fara heim. Eg visti, at tað mátti altso vera okkurt, tá ið hon var so illa fyri hvønn dag, greiður Rakul frá. Rakul avdúkaði sjúkuna Eingin lækni róði uppundir, at sjúkueyðkennini hjá Bryn­hild líktist tí, sum hev­ ur verið frammi aðrastaðni um kvinnur, sum hava tikið hpv koppseting, og fingið álvarsom hjáárin. Hon spurdi sjálv lækn­ arnar, um teir hildu tað kundi vera hjáárin av hpv kopp­seting. Hon hevði lisið um hjáárinini á netinum, og helt fyri, at tað líktist nógv tí, sum Brynhild upp­livdi. Rakul kravdi at fáa eina ávísing til serlækna í Dan­ mark, og so bleiv. Tað vil siga, at tær hava eina ávís­ ing - men nær tær sleppa fram­at er óvist. – Vit sleppa í fyrsta lagi framt um eitt hálvt ár. Skal dóttir mín so bara liggja í songini og einki fáa gjørt í seks mánaðir aftrat, spyr Rakul. Í hennara hugaheimi er eingin ivi um, at tað er ikki nóg gott. – Tað tykist sum, at før­ oysku læknarnir ikki vita nóg nógv um hjáárinini av hpv koppsetingini, og tí fær eingin hjálpt okkum her heima. Hví kunnu mynd­ ug­leikarnir ikki nýta orku uppá at fáa ein lækna at seta seg inn hvat hjálpir og ikki, tá ið tað eru tey somu, sum viðmæla okkum at fáa hesa koppsetingina, spyr Rakul. Hvat nú? Rakul og Brynhild fara ikki at góðtaka, at Brynhild skal bíða í seks mánaðir eftir at fáa hjálp. Hvønn dag trýstur Rakul meira og meira á, fyri at fáa hjálp til ungu dótt­ rina. – Eg fái ikki góðtikið, at hon skal liggja soleiðis í song­ini í seks mánaðir aftrat, sigur Rakul. Hon sigur seg hava frætt úr danska heilsuverkinum, at tað eru fleiri viðurskifti, sum ein kann fara undir heima við hús, sum kunnu hjálpa kvinnum við hpv hjá­árinum. Men tað kann ikki gerast uttan ein lækna. – Eg fái ikki gjørt tað sjálv, tað má vera í samráð við ein lækna, sigur Rakul. Hon heldur tað vera ør­ kymlandi, at heilsuverkið í Føroyum koppsetir ungar kvinnur við hpv, men eru ikki ein vinur í neyðini, um hjáárinini raka. – Vit sita nú bara og bíða eftir at sleppa til Dan­markar, men hon er so sjúk, at eg kann ikki bíða. Er eingin í føroyska heilsu­verkinum, sum kann seta seg inní hvussu man kann hjálpa? Ella er eingin serfrøðingur, sum vit kunnu fáa hendan vegin, spyr Rak­ ul. Tað er her sproytan er givið, og tað eigur at vera her, at hjálp kann fáast. barbara@sosialurin.fo HPV KOPPSETINGIN HVÍ ER EINGIN HJÁLP AT HEINTA Í FØROYUM? – Tað tykist sum, at føroysku læknarnir ikki vita nóg nógv um hjáárinini av hpv koppsetingini, og tí fær eingin hjálpt okkum her heima. Hví kunnu myndugleikarnir ikki nýta orku uppá at fáa ein lækna at seta seg inn hvat hjálpir og ikki, tá ið tað eru tey somu, sum viðmæla okkum at fáa hesa koppsetingina, spyr Rakul Nolsøe í Lágabø. Dóttir hennara er merkt av ógvusligum hjáárinum av hpv koppsetingini, men eingin tilbúgving er í Føroyum, tá ið slíkt hendir HPV koppsetingin Sjúkrahússtjórin: – Vit fara at taka hetta upp Barbara Holm Meðan føroysku myndugleikarnir viðmæla ungum kvinnum at taka ímóti hpv koppsetingini, so er so at siga eingin tilbúgving til reiðar, um álvarsomu hjáárinini vísa sítt andlit. At tað eru hjáárin við koppsetingini er neyvan nakað nýtt, tí í útlendskum miðlum hava vit frætt ferð eftir ferð um tær kvinnur, sum vera álvarsama sjúkar eftir, at tær hava tikið hpv koppsetingina. Men kortini er eingin tilbúgving í Føroyum. – Tað er ein felags ábyrgd millum okkum og kommunulæknarnar at finna útav hvussu vit skulu møta hjáárinum av hpv koppsetingini framyvir, sigur Johnny í Grótinum. Fyrst og fremst er neyðugt, at relevantu upplýsingarnir fyriliggja, um ein kvinna merkir hjáárin av koppsetingini, og harnæst er neyðugt, at tær kenna seg tryggar í Føroyum. – Tað er eingin ivi um, at vit hava serlæknar, sum kunnu vegleiða og hjálpa kvinnum við hjáárinum av hpv koppsetingini, og tað er okkara uppgáva at gera alt vit kunnu fyri at betra um gerandisdagin hjá okkara sjúklingum, sigur Johnny í Grótinum. Um tað finst nøkur tilbúgvingarætlan í heilsuverkinum veit sjúkrahússtjórin ikki, men hann leggur dent á, at komandi tíðina fer landssjúkrahúsið at halda eitt vakið eyga við møguligum hjáárinum av hpv koppsetingini. – Tað er eingin ivi um, at hetta økið fer at vera undir øktum eftirlitið komandi tíðina. Fyrst fara vit at fyrireika eina tilbúgving og síðani mugu vit taka støðu til hvat vit kunnu gera proaktivt, við at veita kunning og ráð um økið, sigur Johnny í Grótinum. Hann vísur á, at júst í slíkum førum er tað soleiðis, at føroyingar enda í bíðirøð saman við dønum, og tí kann bíðitíðin gerast long. – Í kjalarvørrinum av hesari hendingini kann eg bara staðfesta, at vit fara at seta okkum saman við yvirlæknunum, so vit kunnu taka støðu til hvussu vit skulu handfara slíkt framyvir, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum. Hetta skrivaði Sosialurin 26. oktober í fjør Rakul Nolsøe í Lágabø