Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm 2015 má helst fara í søgu­bøk­ urnar sum eitt tað ringasta árið, í lívinum hjá familjuni Lágabø í Vági. Longu í 2012 byrjaði nú 18 ára gamla Bryn­ hild at fáa verri heilsu, men í mai í fjør gjørdist støðan ótol­a­ndi. Tað var fyrstu ferð, at Brynhild endaði á sjúkra­ húsinum. – Hendurnar vóru blá­ar, eg hevði sera ilt fyri hjarta og eg vildi svíma, greiðir Bryn­ hild frá. Eingin frágreiðing var um, hví áður fríska og sprelska unga kvinnan merkti slíka pínu og læknarnir søgdu at alt var sum tað skuldi. Men støðan bara versnaði. Brynhild gjørdist ógvus­ liga sjúk og einasta frágreið­ in­gin kundi vera, at hon var vorðin sjúk av HPV kopp­ setingini. Síðst í 2015 gjørdist pínan ótolandi. – Brynhild vaknaði hvønn morgun grátandi. Hon sendi mær smsboð hvønn hálva tíma úr skúlanum og for­ taldi, hvussu ilt hon hevði, tí hon var so bangin fyri at okkurt meira skuldi henda, greiðir Rakul Nolsøe í Lága­ bø frá. Hvønn morgun mátti Brynhild berja seg úr songini, meðan heilsan bara versnaði. Gavst at leita eftir hjálp frá føroyska heilsuverkinum Í oktober í fjør skrivaði Sosia­l­urin um støðuna hjá familjuni Lágabø í Vági og tá var eisini ein sam­røða við Johnny í Grótinum, sjúkra­hússtjóra, at síggja í blað­num. Eftir hetta setti Rakul Nolsøe í Lága­bø seg í samband við sjúkra­hús­ stjóran. – Eg fekk at vita, at tey ætl­aðu at fáa fatur á donsk­ um læknum, tí før-oyska heilsuverkið hevur ikki førleikarnar til at taka sær av hjáárinum av HPV kopp­ setingini. Men eg havi ongan­ tíð hoyrt nakað aftur, sigur Rakul Nolsøe í Lágabø. Tey valdu tí at tveita handklæði í ringin og góð­ taka, at eingin fór at hjálpa teimum burturúr støðuni utt­an tey sjálvi. – Vit tóku sakina í egnar hendur og leitaðu endaleyst á netinum eftir onkrum ráðum, sigur Rakul Nolsøe í Lágabø. Fleiri læknar í Danmark geva góð ráð til ungar kvinn­ ur í hesari støðuni, um­vegis netið, og tað var so­l­eiðis, at Bryn­hild fór at eta ser­ stakan kost og taka sterkar vitaminir. Men tað var ikki nóg mikið. Nýggj heilsutøkni bjargaði Brynhild Eftir umfatandi leiting á netinum fann Rakul Nolsøe í Lágabø fram til ein serstakan form fyri pínulinnan. Heilsu­ tøknin er nýggj og ikki góð­ kend av læknunum, men kannað væl av privatum granskarum. – Vit vóru desperat. Bryn­ hild tosaði hvønn dag um sína ótolandi pínu, og vit vildu royna alt, sigur Rakul Nolsøe í Lágabø. Nýggja viðgerðin inni­ heldur ein serstakan drink og trý ymisk sløg av plástri. Plástrini eru fyri pínu, fyri útreinsan og fyri orku. Tey hevur Brynhild á hvønn dag. – Eg trúði ikki uppá tað í byrjanini. Men eg vildi royna tað, tí mamma helt tað kundi hjálpa, sigur Brynhild. Tey settu seg í samband við ein føroying í Danmark, sum hevur drúgvar roynd­ ir við hesum øðrvísi við­ gerðar­hætti og fóru undir við­gerðina í november í fjør. – Eg var í so stórari pínu tá, at eg vildi bara royna alt. Tað kendist so órættvíst, at noyðast at liggja heima, með­an øll vinfólkini vóru úti og hugnaðu sær, greiðir Brynhild frá. Og í januar í ár broyttist verðin fullkomiliga hjá Lága­ bø familjuni. Venur nú seks ferðir um vikuna Tá árið 2016 fór av bakka­ stokki var eingin betring at hóma hjá Brynhild. Rakul og restin av familjuni vóru vón­brotin, tí tey ynsktu, at hendan viðgerðin saman við ser­støku kostætlanini og vitaminunum skuldi hjálpa Brynhild burturúr pínuni. – Eg visti tað kundi taka tíð, men tá januar byrjaði og eingin broyting var, gjørdist vit øll nokso vónsvikin, sigur Rakul Nolsøe í Lágabø. Men síðst í januar kom broytingin, sum tey øll høvdu bíða eftir í tað, sum kend­ist sum ein mansaldur. Bryn­hild fekk meira orku og brádliga gjørdist dagurin ikki ótolandi, strævin og oyði­leggjandi fyri ungu kvinn­una. – Eg minnist tað sum, at eg orkaði betur og betur at fara í skúla og knappliga ein dagin, var alt gott, sigur Brynhild. Í dag er Brynhild aft­ ur ein púra vanligur tann­ áringur. Hon gongur í stu­ denta­skúlanum í Hovi, hevur tvey størv aftaná skúlatíð og venur til kappróður. – Vit venja seks ferðir um vikuna. Tað er einki problem nú, greiðir Brynhild frá. Men ungan kvinnan legg­ ur ikki lok á, at sjúkan og hasi ólukku hjáárinini kost- aðu henni nógv. – Eg hevði tað ræðuligt. Eg hevði altíð so ilt fyri hjarta, men læknarnir søgdu einki var galið. Og eg visti jú tað var okkurt galið, sigur Brynhild. Hon var altíð bangin fyri, at okkurt meira skuldi henda henni. – Eg var so bangin fyri, at eg skuldi fáa meira pínu. Tí eg orkaði barasta ikki meira pínu, sigur Brynhild. Vóru til reiðar at flyta av landinum Familjan Lágabø royndu hendan øðrvísi viðgerðar­ hátt­in sum eina seinastu roynd, áðrenn tey pakkaðu kuffertini og hildu til Dan­ markar ella aðrastaðni. Í Føroyum fingu tey greitt at vita, at tað var torført at fáa hjálp, tí føroyska heilsu­ verkið ikki hevði førleikar til at hjálpa ungum kvinnum við hjáárinum av HPV kopp­ set­ingini. – Eg var púra desperat eftir at fáa hjálp. Læknarnir vistu ikki, hvat vit skuldu gera, og vit hoyrdu einki aftur frá landssjúkrahúsinum. Vit vóru klár at flyta av land­ inum, um hetta ikki riggaði, sigur Rakul Nolsøe í Lágabø. Ein onnur orsøk til, at tey vóru til reiðar at sleppa øllum og fara er, at tey vóru bangin fyri, hvat Brynhild kundi finna uppá, um lívið við konstantari pínu helt fram. – Hon segði hvønn dag, at hon ikki orkaði at liva soleiðis meira. Hon vaknaði jú hvønn dag grátandi, tí hon hevði so ilt, sigur Rakul Nolsøe í Lágabø. Rakul og Brynhild hava tosað saman um tað, sum Rakul er bangin fyri hevði hent, um Brynhild framvegis lá við pínu. – Eg var bangin fyri, at hon hevði tikið lívið av sær, tí pínan var so ræðulig. Og tað sigur hon eisini, at hon hevði, greiðir Rakul Nolsøe í Lágabø frá. Umframt, at tíðin við pínuni kostaði ungu kvinn­ uni nógv, so hevur tað eisini kostað familjuni við fimm børnum nógv. – Hetta hevur tikið hart uppá okkum. Eg føli nú, tá ið Brynhild er frísk aftur, hvussu nógv tað hevur tik­ ið uppá meg, sigur Rakul Nolsøe í Lágabø. Og hóast tað er friður á ­økinum júst nú, so er eingin vissa fyri, hvussu leingi Bryn­hild fer at vera verandi frísk. – Vit vita ikki, um við­ gerðarhátturin fer at rigga altíð, ella um pínan kemur aftur. Men vit gera tað, sum skal til. Óansæð hvat tað er, slær Rakul Nolsøe í Lágabø fast. HPV KOPPSETINGIN Áhaldandi leitingar á internetinum eftir onkrum formi fyri hjálp elvdi til, at familjan Lágabø í Vági funnu eina hátt at bjarga 18 ára gomu Brynhild undan ræðuligu hjáárinunum av HPV koppsetingini. – Vit vóru bangin fyri hon fór at taka lívið av sær, sigur Rakul Nolsøe í Lágabø, mamma Brynhild NÚ ERI EG PÚRA FRÍSK HPV koppsetingin mundi tikið lívið av Brynhild Síðani HPV koppsetingin varð innførd í donsku skipanina í 2009, hava heilsu­myndug­leikarnir har fingið 1586 fráboðanir um hjáárin av HPV kopp­setingini. 543 av hesum vórðu mettir sum sera álvarsamir tilburðir.