mánadagur 23. mai 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58
HPV KOPPSETINGIN
Fakta um HPV virus
HPV-infektiónin kann elva til sjúkurnar
kynsvortur, lívmóðurhálskrabba,
krabba í kynslimi, endatarmskrabba og
mandlukrabba.
80 % av seksuelt aktivum, hava í teirra lívið
havt samband við HPV infektiónina.
HPV smittar seksuelt.
Tær allar flestu infektiónirnar hvørva av
sær sjálvum og viðføra hvørki sjúku ella
sjúkueyðkenni.
Tú kanst minka um talið av kvinnum við
lívmóðurhálskrabba og kynsvortum, við at
koppseta ungar kvinnur móti HPV
Dreingir fáa ikki HPV koppseting.
Kelda: sundhed.dk
Fakta um HPV virus
HPV er ein stytting fyri Human Papilloma
Virus. Tað eru yvir 100 ymisk sløg av
HPV virusum. Okkurt slagið framkallar
kynsvortur, meðan onnur sløg viðføra
cellurbroytingar á lívmóðurhálsinum.
HPV er eisini viðvirkandi til krabbamein í
endatarminum, í kynsliminum hjá monnum
og í mandlunum. Flestu HPV sløgini elva tó
ikki til sjúku.
Cellubroytingar á lívmóðurhálsinum hava
ikki sjúkueyðkenni við sær, og síggjast tí
mangan ikki við vanliga undirlívskanning hjá
læknanum.
Tað er trupult at staðfest hvørji hjáárinini
eru av eini HPV koppseting. Sambært
danska Sundhedsstyrelsen verður neyvt
fylgt við gongdini í málinum, og einaferð
um kvartalið gera donsku myndugleikar
kanningar fyri at finna fram til hvørji hjáárin
standast av HPV koppsetingini. Summi
vilja vera við, at avleiðingarnar av hesi
koppseting eru munandi meira umfatandi
enn myndugleikarnir vilja vera við.
Greitt er tó, at koppsetingin kann elva til
pínu í vøddum og liðum. Svimbul, vaml,
krampar, møði og líknandi.
Kelda sundhedsstyrelsen.dk
Hvat er HPV?
Hjáárin: