Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STJÓRNARSKIPANARLÓG Árni Gregersen Greitt er, at tað er torført at finna eina semju millum allar flokkar um eina nýggja stjórnarskipan. Fyrsti fundurin um hetta mál var millum floks­for­ menn­irnar fríggjadagin og longu har gjørdist greitt, at tað verður torført at finna semju millum allar flokkar um hetta mál. Royndirnar seinastu, mongu árini við sama ar- beiði vísa eisini, at hetta er eitt mál, sum rørir djúpt nið- ur í DNA hjá føroysku flokk­ unum. Hóast tað var tætt við eina semju undan seinasta løg­tingsvali, so endaði tað við, at málið datt niðurfyri. Ein fylgja av hesum var, at Sjúð­ur Skaale tá valdi at fara úr Tjóðveldi og inn í Javn­ aðarflokkin, sum hann nú umboðar á Fólkatingi. Fyrsti fundurin um stjórn­arskipanina heaferð hevði til endamáls at gera eina arbeiðsgongd, so eitt løg­tingsmál kann gerast, sum byggir á úrslitið av sam­ ráð­ingunum. Í samgonguskjalinum er stjórarskipanin raðfest høgt og har stendur, at hetta mál skal sendast til fólka­ atkvøðju í seiansta lagi í 2017. Men fyri at eitt mál, sum hetta kann sendast til fólka­ atkvøðu, so er neyðugt at tað fyrst verður samtykt í Løg­ tinginum. Grundlógin Sambandsflokkurin er tann flokkurin, sum krevur greið­ ast at vita, hvat ætl­an­in er við arbeiðnum og um talan er um at gera eina stjór­ arskipan, sum er innan fyri ella uttnfyri donsku grund­ lógina. Bárður á Steig Niel­sen, formaður í Sam­bands­flokk­ inum, lat hinar floks­for­ menn­irnar vita, at er tal­an um eina skipan, sum skal virka leyst av donsku grund­ lógini, so ivast hann í um Sambandsflokkurin yvir­ høvur fer at luttaka í til­ gongd­ini. Ósemja er eisini mill­um fleiri av flokkunu, hvussu støða Føroya í ríkis­felags­ skap­inum í veruleikanum er í løtuni. Summir halda, at okkara avgerðarrættur er staðfestur longu nú, meðani aðrir vísa ál, at støðan hjá dønum mót­ vegis Føroyum og Grønlandi er broytt. Danir gera greitt nú, at Danmark á altjóða pallinum talar við einari rødd og hon er donsk – ikki føroysk ella grønlendsk. Í sambandi við, at eitt orðaskifti um viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum í Fyrsti fundurin um nýggja stjórnarskipan, sum var millum floksformennirnar fríggjadagin, hevur longu vakt tjóðaskaparstríðið STJÓRNARSKIP STRÍÐ UM SJÁ Grundlógin og ríkisfelags­skapurin eru hvør sítt Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, er ósamdur við forsætisráðharran um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark Árni Gregersen At kalla grundlógina fyri tað sama sum ríkisfelagsskapin, ber ikki til. Sjúrður Skaale, fólka­ tings­limur fyri Javn­aðar­ flokk­in, gjørdi hetta púra klárt, tá ið Fólkatingið hevði orðaskifti um ríkis­felags­ skapin. Hann vísti á, at grund­lógin yvirhøvur onki sigur um hvør stýrisskipan skal vera í Føroyum Sjúrður Skaale gjørdi vart við, at Føroyar hava eina stýris­kipan, sum regu­ lerar viður­skiftini í Før­ oy­um. Tað stendur ikki í grund­lógini. Hann segði, at tað sum hendir nú er, at ar­beitt verður við einari stjórar­skip­an, sum endaliga slær fast, at í Føroyum eru tað føroyingar og føroyska fólk­ið hevur evsta valdið. – Ríkisfelagsskapurin er munandi størri og rúmligari enn grundlógin. Grundlógin er bert ein partur av ríkis­ felagsskapinum, segði Sjúrð­ur Skaale. Sjúrður Skaale vísti eis­ ini á, at viðurskiftini broytt­ ust í 2013-14. Tá settu ES og Danmark boykott í verk móti Føroyum – altso setti ES boykott móti einum parti av danska ríkinum og Dan­ mark tók undir við hes­um. Hetta tiltakið vísti heilt greitt, at fólkarættarliga ber ikki til at seta tiltøk í verk móti einum parti av einum ríki. Tí er definitiónin hjá løgmálaráðnum á hesum øki heldur ikki haldbar. – Hetta eru so mótsig­ andi, at tað ikki ber til at brúka til nakra argu­menta­ tión, segði Sjúrður Skaale. At ríkisfelagssaakpurin virkar, síggja vit hvønn ein­ asta dag, men tá ið tað snýr seg um grundlógina, so eru ávís viðurskifti í felags­ skap­inum farin langt útum grund­lógina, legði hann aft­ urat. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Aksel V. Johannesen, løgmaður Bárður á Steig Nielsen, formaður, Sambandsflokkurin.