Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Sjúklingar á afturlatnu deild kunnu enn rýma Girðingin rundan um garðin á psykiatriska deplinum er ikki meir enn 1,6 metrar høgur. Tað hevur ført við sær, at ein sjúklingur ferð aftaná ferð er rýmd av afturlatnu deild. Hóast Sosialurin fyri tveimum mánaðum setti Landssjúkrahúsið andlit til andlits við fleiri trupulleikar á psykiatriska deplinum, er enn einki gjørt við girðingina. Birgith Lassen »Tað er ikki í lagi, at einki er gjørt við henda trupulleikan enn«. Soleiðis sigur pápin at einum sálarliga sjúkum, ið hevur verið innløgd á afturlatnu deild í eitt hálvt ár. Fyri góðum tveimum mán­aðum síðan kærdi páp­in sína neyð í Sosialinum. Sálar­ sjúka dóttirin varð rýmd av afturlatnu deild heili sjey ferðir, og fyri hvørja ferð gjørd­ist hon sjúkari og sjúk­ ari. «Karmarnir á afturlatnu deild eru rættiliga ringar. Men tað ringasta er, at garð­ urin er so lágur. Dóttir mín er fleiri ferðir hoppað upp um garðin«, segði pápin 31. Marts 2016 í samrøðu við Sosialin. Dóttirin er álvarsliga sjúk og hevur alstóran tørv á friði rundan um seg. Men tá hon hoppar upp um garðin, verður løgreglan sett at leita eftir henni, og tær ferðirnar, hon er rýmd, hevur hon mill­um annað upplivað at ver­ið tvingsilshildin og tvingsilsmedisinerað. »Sum eg havi skilt tað, er hetta nakað av tí ring­asta, tú kanst gera við ein sálar­ sjúkan. Eg merki, hvussu hon verður verri og verri fyri, fyri hvørja ferð hon hevur verið útsett fyri hesum«, sigur pápin. Dóttirin er ikki rýmd aftur, síðan hon á páskum varð eftirlýst um alt landið í eitt samdøgur. Pápin hevur illgruna um, at hon slett ikki sleppur út í garðin. Og tað harmast hann um, tí dóttirin ikki hevur tørv á at kenna seg forfylgda og avmarkaða. Pápin sigur, at hann aldrin áður hevur sæð dóttir sína so illa, sum hon er nú eftir einum hálvum ári á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. »Hon hevur ligið innløgd fleiri ferðir í Danmark, og aldrin hevur hon verið so ill og ørkymlað, sum hon er nú”, sigur pápin. Hann veit ikki at siga tað fyri vist, men hann hevur illgruna um, at aftur­gondin av støðuni hjá sálarsjúku dóttirini kemst av, at hon ferð aftaná ferð verður útsett fyri trau- matiskum upplivingum sum at verða tvingsilshildin av løg­regluni. »Hví tey ikki bara hækka girðingina, tað skilji eg ikki. Tað hevði givið okkum av­ varðandi størri tryggleika, og tað hevði skapt størri ró rundanum sjúklingarnar«, sigur pápin. Sjúkrahús­ stjórin svarar Hví er einki gjørt við garðin? »Vit arbeiða við eini ítøkiligari loysn upp á garðin. Vit fara ikki at hækka garðin, men gera í staðin ein minni og tryggari garð til afturlatnu deild«, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. Nær verður loysnin liðug? »Vónandi seint í summar«. Mynd, ið varð prentað í Sosialinum 31. mars. Nú góðar tveir mánaðar seinni er enn einki gjørt við trupulleikan Mynd: Birgith Lassen