Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 Vilmund Jacobsen Tað var eitt samt bygdaráð, sum endaliga góðkendi sáttmálan á fundi hin 17. mai, og kvøldið eftir varð sáttmálin undirskrivaður. Tað er SH-Bygg, sum kemur at standa fyri arbeiðnum at byggja nýggja dagstovnin. Sambært sáttmálanum kemur dag­stovnur­in at kosta 12,6 miljónir krónur, um­framt meir­virðis­gjald, og stovnurin skal standa liðugur í juni mánaði næsta ár. – Arbeiðið at byggja dag­ stovnin er farið í gongd og komið er væl áleiðis við at stoypa grundina. Tað er Norðberg og Norðberg sum stoypa. Í Hvalbiar kommunu siga tey, at gongd er eisini komin á at smíða element­ ini, og væntandi verður stovn­urin inni­lokað­ur eina­ferð í heyst. Í síðstu viku varð sáttmálin um dagstovnin í Hvalba undirskrivaður Í dag klokkan 15 letur upp í Gráasteinshúsinum í Saltnesi forvitnislig málningaframsýning við Jóannisi Kristiansen. Leirvíksmálarin livdi frá 1918-1988. Jupiter landar umleið 2500 tons av svartkjafti. Næstur í røðini á Havsbrún er Norðingur, sum fer at landa umleið 2000 tons av svartkjafti Hampiligur streymur og gott veður – Tvey ísfiskalínuskip, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa í dag. Skipini hava mest av toski, longu og brosmu. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at eitt annað ísfiskalínuskip eisini er undir Føroyum og fær mest av longu og brosmu.  Tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og annað skipið kemur heim at landa síðst í hesi vikuni. Hitt skipið landar neyvan hesa vikuna. Aftrat hesum fiska tvey frystilínuskip í føroyskum sjógvi, og eitt føroyskt frystilínuskip fiskar í íslendskum sjógvi. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at eitt frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru ávegis til Grønlands at fiska. Um útlitini til útróður hesa vikuna verður sagt, at streymurin verður hampiligur, og veðrið verður gott. Tí er eisini væntandi, at nakað verður av útróðri. Men, hetta er vánalig tíð til útróður. - Flestu partrolarapør eru til fiskiskap ella eru ávegis til fiskiskap, men eingin kemur inn aftur at landa fyrr enn miðskeiðis ella síðst í hesi vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at seks partrolarar - trý pør - fiska gulllaks. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir fiska fiska svartkalva, ein fiskar upsa, og ein fiskar stinglaks. - Vit vænta, at djúpvatnstrolarin, sum fiskar stinglaks, kemur inn at landa fyrst í hesi vikuni og teir, sum fiska svartkalva og upsa, landa møguliga síðst í vikuni.   Fríggjadagin, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, lógu allir teir smáu trolbátarnir. - Teir fara væntandi á landleiðina, tá hon letur upp miðskeiðis í hesi vikuni, verður lagt aftrat. vilmund@sosialur Dagstovnurin í Hvalba nærkast – Ætlanin er at menna eina bioraffineringsskipan, sum á ein skynsaman og umhvørvisvinarligan hátt kann taka hávirðisúrdráttir úr algusløgum sum tara og plantuæti, sigur Fiskaaling Samstarva um at menna aling av tara Tað eru Norðberg og Norðberg, ið gera stoypiarbeiðið til nýggja dagstovnin í Hvalba Fiskaaling og felagið Tari samstarva um fleiri granskingarverkætlanir, ið hava til endamáls at menna taraaling í Føroyum. – Samstarvið skapar millum annað eitt breiðari grundar­lag fyri luttøku í altjóða granskingar­verk­ ætlanum, tí saman hava vit týdningarmiklar granskara­ førleikar innan marina økið. Harvið kunnu vit bjóða okkum fram sum vinnuligan partnara, ið ofta kann vera ein fyrimunur, og onkuntíð eitt krav. Tað veit Fiskaaling at siga. Lagt verður aftrat, at tíðliga í vár var Tari við í einum evropeiskum verk­ætlanar­ umsóknararbeiði, og verk­ ætlanin SMARTAlgae (Sustainably produced marine integrated biorefinery products from algae) varð 12.februar í ár latin Horizon 2020 granskingarskránni hjá ES. – SMARTAlgae net­verkið er samansett av níggju evropeiskum partnara­lond­ um, og er eitt av Shannon Applied Bio­technology Centre, Limerick Institute of Technology í Írlandi. Endamálið við SMART­ Algae er at saman­tvinna fram­sóknar fyritøkur og leið­ andi granskarar innan algu­ økið í eina vinnugrundaða verk­ætlan. – Ætlanin er at menna eina bioraffineringsskipan, sum á ein skynsaman og um­hvørvis­vinar­ligan hátt kann taka há­virðisúrdráttir úr algusløgum (tara og plantuæti). Fiskaaling veit at siga, at av­gerandi fyri skipanina er, at úrdráttirnir verða tiknir óskalaðir úr rávøruni, soleiðis at teir kunnu seljast sum há­virðis­úrdráttir. – Um til dømis lívvirkin evni verða tikin úr rávøruni, má framferðarhátturin vera so, at úrdrátturin eisini er lív­virkin. Leikluturin hjá Fiskaaling í SMARTAlgae er at ala hágóðskutara til víðari virking. – Verkætlanin ”Frá spora til borðisk”, sum er í gongd við fígging úr Granskingar­ ráðnum, er ein undan­gongu verkætlan, har vitanar­ grundarlagið fyri at skilja, hvussu umhvørvið ávirkar vøkstur, úrtøku og góðsku av aldum tara verður ment. Á Fiskaaling siga tey, at vitanin úr »Frá spora til borðisk« kann brúkast beinleiðis í SMARTAlgae til at ala há­góðsku­tara