Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Leygardagin vóru sand­ oyingar og rændu nátaegg vestan fyri á Sandoynni. Tað vóru tveir bólkar av bjargafólki, sum vóru í bakkanum henda dagin. Nakrir menn vóru í Lonini, har farið verður langt niður í bergið. Her hava teir hús uppi á bakkanum við motordrivnum spæli, og línan er stívliga 300 metrar long. Í øðrum lagi vóru bjarga­ fólk eisini nakað norðari á oynni. Hetta er ein bólkur, sum rænir ovaru røkurnar fram við berginum ymsa­ staðni, og her verður sið­ maðurin drigin upp aftur við handamegi. Gingið verður fram við eggini, og síðan verður farið út av, har mett verður, at eggini eru. Eins og annar sjófuglur hevur nátin eisini verið í minking í nøkur ár. Men, áðrenn henda minking byrjaði, var nógvur fuglur til, og tí hevur minking­ in kanska ikki kenst so ógvuslig, sum við eitt nú lunda og lomviga. Hóast dagurin leygar­ dagin royndist hampiliga væl í tali av eggum í mun til í fjør og fyrraári, gav ræningin als ikki tað, sum hon hevði givið, um vit fara nøkur ár aftur. Teir, sum rændu Lonina, fingu leygardagin 280 egg og teir, sum rændu á ovaru rókun­um norðan fyri, fingu 200 egg. Teir norðaru menninir fingu í ár um­leið 100 egg fleiri enn við ræning seinast og næstseinast. Teir, sum rændu í Lonini, fingu um­leið 80 egg fleiri í ár enn í fjør. Tó skal nevnast, at dagurin í Lonini í fjør royndist ikki væl til veður. Tá komið var til middags, fór at regna, og seinnaparturin gjørdist rættliga vátur. Tí góvust menn lutfalsliga tíð­ liga í fjør og fóru til hús. At nátin er nógv minkað­ ur seinnu árini, eru mong tekin um. Harry Jensen í Skúvoy hevur áður sagt, at har skúvoyingar nøkur ár herfyri fingu 200 egg, kundu teir áður fáa eini 1000 egg - á somu rókum og somu siðum. Teir, sum vóru og rændu vestan fyri á Sandoynni leygardagin, siga, at sum heild var lítið vorpið í mun til tey árini, tá fuglurin var mestur. Í Sandoynni varðveita tey gamlan siðaarv, og tað eru ikki bara menn, sum eru í bjørgunum Varðveita gamlan siðaarv Føroya fyrsta kapping í luftbyrsuskjóting var seinasta leygardag. Skotið varð úr 45 metra fjarstøðu. Øll úrslitini síggjast á facebook-síðuni - Luftbyrsuskjóting í Føroyum. Fremstu skjúttarnir gjørdust: Rógvi Mohr (211 stig), Ian D. Jacobsen, (200 stig) og Martin Berg (187 stig). Økistænastan í samstarvinum við Skálafjørðin skipar í annaðkvøld fyri fundi í Skála skúla um demenssjúkur Á fundinum, sum verður frá klokkan 19-21.30, verður ljós varpað á demenssjúkur og tær avbjóðingar, sum standast av hesum. Tað verður Sofus Joensen, ser­lækni í psykiatri, sum fer at leggja fyri um demenssjúkur. Forkvinnan í Alzheimer­ felagnum, Halldis Joensen, fer at tosa um virk­semið hjá Alzheimer­felagnum, og hon fer eisini at lýsa tær av­bjóðingar, sum eru í familjuni, tá ein av teirra kæru verður raktur av demens. Økistænastan hjá Skála­ fjarðar­samstarvinum ætlar at menna tænastuna á demens­økinum og ynskir at stuðla upp undir heildar­ ætlanina um eitt demens­ vinarligt samfelag. Í hesum sambandi fer Krist­bjørg Tofte­gaard, demens­samskipari, at greiða frá nýggja dag­ til­boðn­um á Skála, sum ætlandi letur upp í næstum. Á skránni í annaðkvøld verður eisini sangur og tón­ leikur, har Niels Midjord og Eilin Hansen fara at fram­ føra, og borð­reitt verður við kaffi­munni og onkran góð­ um afturvið. Leygardagin kom fyrsta ferðamannaskipið í ár - MS Albatros - inn á Skálafjørðin við stívliga 800 ferðafólkum umframt manning Tað eru ikki bara menninir, sum eru djarvir. Kvinnurnar tora so sanniliga eisini. Mynd: Vilmund Jacobsen Bátahugni í Hvalvík Bátahugnin, sum verður í Hvalvík leygardagin komandi, byrjar við, at bátarnir møtast út fyri Selatrað um 13.30-tíðina. Tá fer Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, at bjóða vælkomin úti á feltinum. Av Selatrað verður siglt heim til Hvalvíkar, har tjaldið við bátahylin letur upp klokkan 15 við føroyskum viðskera og onkrum leskandi. Klokkan 17 letur tjaldið aftur og verður stongt til klokkan 20.30, tá latið verður upp aftur til felagssang. Tá verður eisini møguleiki at keypa sær bakkar við smyrjibreyði, øl, sodavatn, kaffi - og eisini okkurt sterkari, um hugur er til tess. Sum nakað nýtt fer Ruben Busk, kokkur, at steikja og selja búffar av grillini frá klokkan 17-22. OK Heilsøla fer eisini at bjóða vitjandi pylsur, breyð og leskandi, og væntandi verður stóra grillin heit klokkan 14. Demens undir lupp á Skála