mánadagur 23. mai 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
FØROYINGUR NÆRKAST OL
Tað kann vera, at Pál Joensen fær ein landsmann við sær til OL í Rio í summar. Rógvarin, Sverri
Sandberg Nielsen, smurdi alla mótstøðuna av í Luzern um vikuskiftið. Eisini onnur føroysk ítróttarfólk
hava gjørt um seg uttanlands hetta vikuskiftið – her eru tey stuttsøgdu ítróttartíðindi
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Heini Vatnsdal og Finnur
Justinussen vóru báðir við
frá byrjan, tá ið Fremad
Amager hetta vikuskiftið
var á vitjan hjá Brabrand
í uppflytingarspælinum í
triðbestu deildini. Dysturin
endaði
við
1-1-javnleiki,
men Fremad Amager liggur
framvegis væl fyri í mun
til uppflyting til næstbestu
deildina. Teir eru nummar
tvey, trý stig røttu megin
uppflytingarstrikuna.
Viljormur Davidsen og Vejle
flyta ikki upp í Superliguna.
Tað er greitt, nú Vejle í
gjár tapti 4-3 ímóti Lyngby,
sum longu hevur tryggjað
sær uppflyting. Viljormur
Davidsen
spældi
allan
dystin
á
vinstra
bakki.
Føroyingarnir í Vendsyssel
FF sleppa eiheldur upp í
Superliguna, eftir at teir í gjár
taptu 1-0 á heimavølli ímóti
HB Køge. Hallur Hansson
fekk óhepnan leiklut og varð
vístur av vølli í 60. minutti,
áðrenn teir úr Køge fingu
sigursmálið smáar tíggju
minuttir
áðrenn
leiklok.
Brandur
Hendriksson
var ikki við vegna skaða.
Julian
Johnsson
hevur
fingið sekkin sum venjari
í Svendborg, sum spælir í
triðbestu donsku deildini.
Orsøkin er, at liðið einans
hevur vunnið ein av teimum
seinastu
sjey
dystunum,
og at tað nú er í stórum
n i ð u r f l y t i n g a r v a n d a .
Kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum
hevur fyri fyrstu ferð í
søguni spælt seg víðari í
donsku steypakappingini.
Tær hittu Herlev IF úr
Sjællandsseriuni, sum er
ein deild hægri enn Køben
havnerserian, har ÍF Føroyar
spælir, men hóast hetta,
so vunnu tær føroysku
3-2. Málini skutu Monika
Sumberg, Rakul Johannesen
og
Ása
Klakstein.
Í kvøld kl.21.00 skal Gunnar
Nielsen spæla ímóti sínum
gamla
íslendska
felagi,
tá ið hann og teir úr FH
Hafnarfirði fara á vitjan hjá
Stjarnan. Megna Gunnar
og teir at vinna hendan
dystin, so taka teir odda
sessin frá júst Stjarnan.
Tað mátti bæði longd leiktíð
og
brotssparkskapping
til, áðrenn týski steypa
vinnarin
varð
funnin
leygarkvøldið.
Dysturin
ímillum Bayern München
og
Borussia
Dortmund
endaði málleysur, men í
brotssparkskappingini var
Bayern München og hevur
harvið vunnið greipuna.
Hetta var seinasti dysturin
hjá Pep Guardiola, sum nú
skal venja Manchester City
Eisini
í
italsku
steypa
kappingini endaði tað við
málleysum javnleiki, har AC
Milan og Juventus hittust. Í
longdu leiktíðini var Alvaro
Morata tó á blettinum og
avgjørdi finaluna til fyri
muns fyri Juventus, sum
harvið endurvinnur steypa
kappingina og eisini kann
kalla
seg
greipuvinnara.
Við
einum
harðvunnum
2-0-sigri á Sevilla, kann
FC Barcelona
nú
eisini
kalla
seg
steypavinnara
í Spania. Copa del Rey-
finalan endaði annars við
0-0-javnleiki, men í longdu
leiktíðini syrgdu Jordi Alba
og Neymar fyri sigrinum.
Dysturin var hart spældur,
og dómarin gav ikki færri
enn 13 gul kort og trý reyð.
Hóast Francesco Totti ikki
hevur fingið eins nógva
leiktíð sum hann plagar í
Roma í ár, so er hann í ferð
við at leingja sáttmálan við
felagið. Tað váttar venjarin
hjá
teimum,
Luciano
Spalletti. 39 ára gamli Totti
hevur spælt 601 dystir í
Seriu A, allar við Roma.
Tað røkist fyri, at José
Mourinho verður nýggjur
venjari
hjá
Manchester
United. Hóast Louis van
Gaal megnaði at vinna FA
Cup við felagnum í ár, so
tykist tað ikki at hava vera
nóg mikið, og nú skrivar
BBC, at tað einans ganga
fáir dagar áðrenn sáttmálin
partanna millum verður
a l m a n n a ku n n g j ø r d u r.
FIMLEIKUR
Team
Alda
hjá
Havnar
Fimleikafelag
hevur
um
vikuskiftið luttikið í Nordic
Cup
í
Helsingør.
Tær
megnaðu at vinna seg í
finaluna, har tær gjørdust
nummar trý og samanlagt
fingu eitt fjórða pláss í
kappingini.
FLOGBÓLTUR
Í kvøld fer HM/EM-undan
kappingin hjá kvinnum av
bakkastokki í høllini á Hálsi
í Havn. Í kvøld klokkan 20
leika Føroyar og Írland,
týskvøldið klokkan 20 leika
Føroyar og Liktinstein, og
mikukvøldið klokkan 18.30
leika Føroyar og Kýpros,
sum verður mett at verða
sterkasta
mótstøðuliðið.
Jóan Petur av Stongunum,
landsliðsvenjari,
sigur
í
samrøðu við Rás2, at málið
er at gerast nummar tvey
í bólkinum. Megna tær
tað, so sleppa tær víðari til
næsta umfar í EM-undan
kappingini.
Skuldi
tað
eydnast at vunnið fyrsta
plássið, so spæla tær seg
víðari til næsta umfar í
H M - u n d a n k a p p i n g i n i .
FR. ÍTRÓTTUR
Ársins fyrsta TF-stórkapping
hevur verið á Tórsbreyt um
vikuskiftið, og her vórðu
tvey nýggj føroysk met sett.
Fyrsta metið átti Rebekka
Fuglø, sum á 1.000m kutaði
eitt sekund av sínum egna
føroyska
meti.
Nýggja
metið
eitur
nú
2.53,68.
Á
100m-teininum
gjørdi
Margit Weihe Fríðmunds
dóttir ein ordans vørr, tá
ið hon rann hendan kenda
sprint-teinin upp á 13,54
sekund.
Hetta
er
besta
føroyska tíð við el-tíðtøku,
og javnsett við metið hjá
Elini Rasmussen heilt afturi
frá 1994. Við hondsteðgaðari
tíð skulu 24/100 sekund
leggjast afturat, og eftir
hetta
roknistykkið
eiga
tær nú báðar tvær metið.
HONDBÓLTUR
Hørður
Trygvason
og
Brandur Halgirsson, eru
saman við U16-liðnum hjá SG
Flensburg-Handewitt tætt
við at spæla seg í finaluna
um týska meistaraheitið.
Fyrra
hálvfinalan
ímóti
SG Kronau/Östringen varð
vunnin 29-20. Hørður fekk
nakrar løtur í málinum,
meðan Brandur var ímillum
bestu leikararnar á vøllinum.
Jóhan á Plógv Hansen og
Bjerringbro-Silkeborg eru í
DM-finaluni. Tað er greitt,
eftir at teir í gjár vunnu
31-28 í seinnu hálvfinaluni
á útivølli ímóti verandi
meistarunum
úr
KIF
Kolding Købehavn. Jóhan
skeyt
seks
mál.
Fyrra
finalan verður mikukvøldið,
og
tá
er
mótstøðuliðið
Team
Tvis
Holstebro.
RÓGVING
Sverri Sandberg Nielsen
nærkast
OL
í
Rio.
Tað
ger hann eftir at hann
vant burturúr mótstøðu
monnunum í innleiðandi
OL-kvalifikatiónini í Luzern
í gjár. Hann var hálvtfjórða
sekund frammanfyri næst
besta rógvaran, sum var
úr Ungarn. Sverri róði teir
200m upp á 6.53.65. Tveir
teir fremstu rógvararnir úr
hvørjum riðli halda fram í
kappingini.