Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. Deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 07 Vestur 11 9 2 0 40 13 +27 29 2 EB/Streymur 10 8 2 0 35 6 +29 26 3 FC Suðuroy 10 6 1 3 30 15 +15 19 4 NSÍ II 11 6 0 5 26 32 -6 18 5 Giza Hoyvík 10 5 0 5 19 18 +1 15 6 KÍ II 10 5 0 5 21 23 -2 15 7 Víkingur II 11 4 1 6 14 23 -9 13 8 HB II 11 2 1 8 20 33 -13 7 9 B71 11 1 3 7 13 31 -18 6 10 AB II 11 1 2 8 10 34 -24 5 MÁLMASKINAN Í VÁGUM ER VÆL SMURD Fjøruti mál í ellivu umførum ber oddasess og trygga kós móti uppflyting við sær hjá 07 Vestur - saman við EB/Streymi, sum eigur besta málmunin Jóannes Hansen Tað gongur við tann spent­ ar ál hjá 07 Vestur og EB/ Streymi. Higartil hev­ur hvørki liðið tapt, og einki heftir fyri teimum. Spurn­ ing­urin er ikki, um hesi bæði fara at tryggja sær sess í bestu deildini næsta kapp­ ingar­ár, men heldur nær tað verður. At gongdin er so góð og kósin móti Effo-deildini so mikið trygg leggur upp til, at tað verður hugsað um næsta ár og fyrireikingarnar til nýggju og stóru avbjóð­ing­ ina, ið tá fer at bíða. Toppliðini trumla alla mót­støðu niður. 07 Vestur hevur skorað 40 mál í ellivu dystum, og EB/Streymur hevur skorað 35 mál í tíggju dyst­um. Málmunurin hjá 07 Vestur er +27, og hjá EB/ Streymi er hann +29. Tá ið Skála í fjør vann fyrstu deild og harvið upp­ flyt­ing, spældi liðið eftir tí kon­sept­inum, sum skála­ menn vóru vísir í, at teir vóru noyddir at nýta, tá ið setn­ ingurin fór at vera at verja plássið í bestu deildini. Hjá 07 Vestur og EB/ Streymi verður avbjóðingin frá nú av og fram til fyrsta oktober, tá ið síðsta umfar er á skrá, at vinna dystirnar og samstundis at fokusera á fyri­reik­ingarnar undan næsta kappingarári – bæði við­víkj­andi spælarum og spæl­skipan. Danski Søren Nielsen er í Vágum fyri at skjóta mál. Tað gongur væl við tí setning­ inum. Leygardagin var hann tví­faldur málskjútti, tá ið 07 Vestur vann 5-1 á útivølli ímóti AB, sum ofta hevur arg­að 07 Vestur. Næstsíðsta leygardag vann Víkingur 2-1 á útivølli ímóti FC Suðuroy, sum verð­ ur roknað at vera einasta lið­ið, ið kann hótta tey bæði fremstu. Í gjár tapti Víking­ ur 4-0 á útivølli ímóti EB/ Streymi. Tað var bara eitt mál á muni, inntil tað rest­ aðu tjúgu minuttir, men so skrædn­aði. Hjá FC Suðuroy gekk hesa­ferð betri á heima­ vølli, men tað leyp ikki so nógv av ímóti blaðunga HB lið­num, sum bara læt eitt mál fara ígjøgn­um. Tað skoraði Búi Egilsson, tá ið seinni hálv­leik­ur var fimm minuttir gamal. Um FC Suðuroy skal hava nakran møguleika at gera nakað við tvey tey fremstu fæst at síggja, tá ið EB/ Streym­ur grundlógardag fer at spæla útsetta dystin á Vágs­eiði. Henda saman dagin fara KÍ og Giza Hoy­vík at spæla í Klaksvík. Dystir­ nir vórðu útsettir orsaka av fjórð­ings­finaluni í kapp­ing­ ini um løg­mans­steypið. Leygardagin kiksaði Giza Hoyvík á heimavølli ímóti teim­um næstbestu hjá NSÍ, sum vóru væl mann­að­ir. Átta av teimum á list­anum hava fyrr í ár verið á besta lið­num. Ein annar á list­anum var André Olsen, sum higar­til hevur spælt við barn­dóms­ fel­ag­num B68. Steffan Kalsø var inntil fyri seks árum síðani fastur mað­ur á KÍ liðnum, har hann í 2010, tá ið KÍ var í fyrstu deild, skoraði sekstan mál. Nú er hann aftur í KÍ eftir fleiri ár á flatlondum. At mál­ tev­inum ikki bilar nakað sást ímóti B71, sum eftir 4-2 tap fram­vegis er undir strikuni. Steffan Kalsø var trífaldur KÍ málskjútti. joannes@sosialurin.fo KÍ - B71 4-2 (1-2) 1-0: Steffan Kalsø 7. 1-1: Kári Hvannastein 29. 1-2: Johan Hendrik Lydersen 42. 2-2: Jógvan Isaksen 55. 3-2: Steffan Kalsø 56. 4-2: Steffan Kalsø 63. EB/Str. - Víkingur 4-0 (1-0) 1-0: Jóhannes Hansen 32. 2-0: Leif Niclasen 70. 3-0: Rói Olsen 84. 4-0: Ragnar B. Danielsen 90. Giza Hoyvík - NSÍ 1-2 (1-1) 0-1: Debes Danielsen 17. 1-1: Ahmed Keita 36. 1-2: Debes Danielsen 59. AB - 07 Vestur 1-5 (0-2) 0-1: Holgar Durhuus 18. 0-2: sjálvmál 40. 0-3: Tóki á Lofti 53. 1-3: Hørður Askham 56. 1-4: Søren Nielsen 61. 1-5: Søren Nielsen 90. FC Suðuroy - HB 1-0 (0-0) 1-0: Búi Egilsson 50. Tólvta umfar Leygardagin 28. mai Víkingur - Giza Hoyvík NSÍ - AB 07 Vestur - KÍ HB - EB/Streymur B71 - FC Suðuroy faroesoccer.com Máltindurin: Søren Nielsen 07 Vestur . . . . 10 Gunleif Magnusarson 07V . . . . 9 Leif Niclasen EB/Streymur . . . . 9 Búi Egilsson FC Suðuroy . . . . . . 9 Mamuka Toronjadze FCS . . . . . 9 FÓTBÓLTUR Myndir: Sigmar Mørkøre