mánadagur 23. mai 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
Men lati okkum spola tíðina
tveir tímar aftur, tá fundurin
skuldi setast.
Stongdar dyr
– Tú kanst ikki koma inn, tí
tað skal atkvøðast um fjøl
miðlarnir sleppa á fundin.
Tað vóru boðini, ið møtti
fjølmiðlunum, tá tey komu
niðan á Panorama. Eftir at
hava spurt seg fyri millum
fjølmiðlafólk og fundarfólk,
kundi skjótt staðfestast, at
her var talan um eina heldur
óvanliga avgerð. Eingin mint
ist til, at tað áður hevur verið
atkvøtt um at loyva fjølmiðl
unum inn á aðalfundin.
Dyrnar
vórðu
latnar
upp, tá tíggju sersambond
atkvøddu fyri, at loyva fjøl
miðlunum innar, men hetta
var bara fyrsta teknið um, at
talan ikki var um ein vanlig
an aðalfund.
Meira politikkur
enn ítróttur
Orðaskiftið
á
fundinum
vísti skjótt, at tað vóru tveir
mótpolar. Á eini síðuni trý
sersambond, ið nýttu hvørt
høvi at taka orðið, og vísa
sína ónøgd, og hini trettan
sersambond, sum í stóran
mun lótu tøgnina valda. Sum
eitt fundarfólk tók til.
– Tað er óneyðugt at taka
orðið, tá man veit at man
vinnur.
Hesa løtuna var kanska
mest atfinningasama røddin
mótvegis fyrrverandi for
manninum,
Petur
Elias
Petersen, og sitandi nevnd,
umboðið hjá Svimjisamband
inum, Jon Hestoy, ið líknaði
FSF við eitt søkkjandi skip
har manningin og skiparin
eru rýmd. Ein samanbering,
ið varð hildin á lofti fleiri
ferðir gjøgnum kvøldið.
Heldur ikki tá atkvøðast
skuldi um broytingarupp
skot, ið øll vóru frá minni
lutanum, var nakað serligt
goodwill at hóma frá meiri
lutanum.
Óvæntaður steðgur
Tveir tímar vóru nú farnir,
og fundarfólkini høvdu fing
ið tvingað fundarstjóran til
at geva teimum ein steðg.
Higartil var eingin semja
í eygsjón, og partarnir vóru
longri frá hvørjum ørðum
enn nakrantíð áður, men nú
kom røringur í. Ein fyri og
annað eftir, vórðu tey sekst
an, ið høvdu atkvøðurætt á
fundinum, tikin til síðis og
niðurundir, har ein hemm
iligur fundur varð hildin
handan læstar dyr.
ÍSF
– Tað er í ordan. Tit fáa ein lítla stegð at roykja eina sigarett. Fundar
stjórin á ÍSF gav seg, hóast hugurin ikki var til tað. Aftaná góðar tveir
tímar, har ósemjan millum sersambondini hevði eyðmerkt kvøldið, og
ein semja var langt frá eygsjón, hoyrdist ein rødd úr mannamúgvuni,
ið ynskti ein stegð, áðrenn nýggji ÍSF-forsetin skuldi veljast
SIGARETTIN
BJARGAÐI ÍSF
ÍTRÓTTURIN FÆR IKKI NOKK PENGAR
Tað var ein semjusøkjandi
Elin Heðinsdóttir Joensen,
ið Sosialurin hitti eftir aðal
fundin hjá ÍSF, har hon júst
var vorðin vald til nýggjan
forseta í ÍSF.
Áðrenn
fundin
hevði
hon í samrøðu við in.fo sagt,
at hon ikki helt tað vera
eitt gott hugskot at broyta
býtislykilin, ið rok hevur
staðist um síðstu vikurnar.
Tann støðan tykist nú at
vera slept.
– Býtislykilin kann altíð
broytast, hann er bara sam
tyktur í eitt ár. Í nýggju
tilgongdini er ætlanin at
hoyra hvat sersambondini
hava at siga um fíggjarleist
in, og um tað er nakað, ið má
broytast, sigur Elin Heðins
dóttir Joensen, og leggur
afturat.
– Tað týdningarmesta
er at lurta eftir hvat tey
ymisku sersambondini hava
á hjarta. Kritikkurin hevur
jú verið, at tey ikki føla seg
hoyrd. Um vit skulu hava
eina semju, so er týdningar
mikið at lurta eftir teimum.
Nýggi
forsetin
metir,
at stríðið í veruleikanum
botnar í, at tað er ov lítið av
peningi í føroyskum ítrótti,
serliga eftir, at fleiri ítróttar
greinar eru farnar at luttaka
í útlendskum kappingum.
Tí er ætlanin at taka sam
ráðingar upp við MMR um
játtanina og um puljuna til
altjóða ítrótt, ið varð tikin av
fíggjarlóg landsins í ár.
– Vit vilja vísa á tørvin á
meira pengum, tí nógvir av
trupulleikunum botna í, at
tað er ov lítið av pengum
í ítróttinum, og eingin vil
missa nakað. Tí øll sersam
bondini hava brúk fyri
meira pengum, sigur Elin
Heðindsdóttir Joensen.
hallur@sosialurin.fo
LAGNUFUNDURIN
MAGNUS TAUSEN »NÚ GEVUR TAÐ MEINING«
Formaðurin í flogbóltssambandinum var nøgdur við úrslitið av
aðalfundinum, men vísir á, at eitt stórt arbeiði er fyri framman
Neli Heldarskarð
Í farnu viku fór formaðurin
í
flogbóltssambandinum,
Magnus Tausen, so langt
sum at siga, at flogbólts
sambandið kundi finna
upp á at fara úr ÍSF, um
viðurskiftini ikki batnaðu.
Viðurskiftini tykjast tó at
vera batnað við nýggju
starvsnevndini og nýggja
forsetanum.
– Eg segði, at um tað ikki
gav nakra meining at vera
við í felagsskapinum, so
fóru vit møguliga úr. Men
eftir hendan aðalfundin
gevur tað munandi betri
meining at vera við í ÍSF, tí
at tað sær skilagott út. Eitt
stórt arbeiði er fyri framm
an, og ongin má halda, at
tað verður lætt, tí at tað
verður tað ikki. Tað verður
ein langur vegur at byggja
nógv upp aftur, ið við tíðini
er brotið niður. Eg haldi
tó, at vit hava fingið eina
dygdargóða starvsnevnd,
segði Magnus Tausen við
Sosialin eftir fundarlok
fríggjakvøldið.
Vegna
flogbóltssam
bandið
vísir
Magnus
Tausen á, at ítrótturin í dag
krevur meira fígging enn
nakrantíð áður.
– Tað, sum vit ynskja
er, at vit fáa so góðar um
støður til at menna okkum
sum til ber. Høvuðsupp
gávan hjá ÍSF er í grund
ini sera einføld – hon er at
syrgja fyri fígging til ymsu
sambondini. Tann fíggjar
ligi parturin hevur sera
nógv at siga, og her hevur
ÍSF eina ábyrgd mótvegis
myndugleikunum at skaffa
pening. Fíggingin er vaksin
nógv seinastu árini, men
ítrótturin mennist støðugt,
og har er ÍSF noytt at fylgja
við, vóru seinastu orðini frá
Magnusi Tausen.
Nýggja nevndin í ÍSF. Frá vinstru:
Jon Hestoy, Schandorff Vang, Elin Heðinsdóttir Joensen
og John Kjær. Sigurð Rasmussen manglar á myndini