mánadagur 23. mai 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍSF
Hilmar Jan Hansen
Undan ÍSF-aðalfundinum
fríggjakvøldið var mikið
rumbul, tí trettan sersam
bond vildu fara ein veg og
trý av teimum størstu ein
annan veg. Pengar hava
fyrst og fremst skilt part
arnar so mikið avgerandi
sundur, at einki hevur
sæð út fyri nakrari líkinda
semju.
Stríðið er ikki nakað
nýtt, men heldur enn at
bjarga
felagsskapinum,
rýmdu tríggir av fimm
starvsnevndarlimum
av
skútuni, tá harðast leik
aði á og mest var brúk
fyri
teimum.
Katrin
Abrahamsen
var
fyrst
at siga seg frá, og síðani
stakk forsetin, Petur Elias
Petersen, brádliga í sekkin,
áðrenn fyrrverandi for
setin,
Sølvi
Reinert
Hansen,
fór
honum
á
baki. Eftir stóð ÍSF við eini
starvsnevnd, ið ikki var so
mikið sum viðtøkufør.
Á aðalfundinum fekk
ÍSF nýggja leiðslu, og nú
fæst so at síggja, hvussu
nýggi ÍSF-forsetin og teir
fýra nýggju starvsnevnd
arlimirnir
klára
upp
gávuna, ið stendur fyri
framman. Tað snýr seg um
at savna ÍSF aftur, eftir at
felagsskapurin hevur fing
ið bæði buglur og skøvur í
lakkið.
Opinleiki krevst
Ein av útmeldingunum
eftir
aðalfundin
hevur
verið, at nú skal lurtast
eftir teimum trimum ser
sambondunum, ið hava
verið ónøgd við, hvussu
hini trettan hava verið
samd um at býta inntøk
urnar hjá ÍSF. Hetta eru
inntøkur upp á umleið
ellivu
milliónir
krónur,
sum nøkulunda helvt um
helvt koma frá veddingar
pengum og játtan á løg
tingsfíggjarlógini.
Sum nú er, er ÍSF ein alt
ov afturlatin felagsskap
ur, og eitt nú er bara eitt
ans høvi at síggja, hvussu
roknskapirnir
hjá
ser
sambondunum síggja út,
og tað er á sjálvum aðal
fundinum. Allar hinar 364
dagarnar á árinum er tann
deildin stongd, tí opin
leikin er eingin!
Her krevst ein avgjørd
broyting, tí bæði Menta
málaráðið
og
almenn
ingurin mugu hava krav
uppá at síggja roknskapir
nar hjá øllum sersam
bondunum, tí tey liva av
almennum
pengum
og
skulu tí sjálvandi eisini
gera alment greitt, hvussu
pengarnir verða brúktir –
um teir altso verða brúktir
og ikki bara verða settir á
bók.
Júst hetta við, hvussu
allar hesar milliónirnar
fara, hevur tað alstóran
týdning
at
fáa
greiðu
á, skal nøkur vón vera
fyri einum reinum og
gjøgnumskygdum ÍSF.
Treytir fylgja við
Sum nú er, eru tað rossa
handlar, ið gera av, hvussu
tær
ellivu
milliónirnar
verða sprændar út í ser
sambondini, men skal ÍSF
hava nakran livandi kjans
at halda fram sum savn
andi
felagsskapur,
má
leggjast á annan bógv.
ÍSF eigur at fáa ser
sambondini – eitt og eitt
– at greiða sær gjølla frá
sínum virksemi og sínum
ætlanum, áðrenn nakar
býtislykil verður gjørdur.
Setast skulu upp nakrar
sakligar treytir fyri at fáa
stuðul til sítt virksemi, og
tær eiga millum annað at
byggja á, hvussu tað sær
út við barnaarbeiði, ung
dómsarbeiði, elituarbeiði,
landsliðsarbeiði og altjóða
avbjóðingum annars, um
framt
møguliga
øðrum
arbeiði, sum ítøkiliga er
fremjandi fyri ítróttin.
Hóskandi kann hvørt
sersamband fáa eina fasta
grundupphædd og eina
upphædd eftir tali á íðk
andi, og síðani eigur nógv
tann størsti parturin av
teimum
ellivu
millión
unum at vera eftir til veru
ligt ítróttararbeiði, og skal
býtið av teimum peng
unum grundast á tær sak
ligu treytir, semja fæst um.
Tíðin er farin frá at siga,
at »øll skulu hava líka« í
krónum og oyrum, tí tað
mennir einki. Býtislykilin
kann ikki bara vera eitt
rokniark, men má og skal
vera ein hugburður, ið
sigur, at her ræður fyrst og
fremst at gagna føroysk
um ítrótti – og ikki bara
sær sjálvum og sínum ser
sambandi.
Standa sína roynd
Komandi
vikurnar
og
kanska mánaðirnir eru av
gerandi fyri, um ÍSF yvir
livir ella ikki, tí ætlar ÍSF
at koyra í sama spori og
stíli sum higartil, er eingin
ivi um, at bæði Hondbólts
sambandið, Flogbóltssam
bandið og Svimjisamband
ið siga farvæl og takk.
Hetta eru sersambond,
ið umboða fleiri túsund
íðkandi
og
hetta
eru
ítróttargreinar, allir før
oyingar kenna til og hoyra
um, og sum breiður áhugi
er fyri úti í almenning
inum. Um hesi trý sersam
bondini stinga í sekkin og
melda seg út, er ÍSF yvir og
farið!
Spurningurin
er
so
eisini, um hini trettan,
ið so krampagtiga hava
roynt at skavað pengar
inn undir seg, uttan at
hava víst minsta áhuga
fyri, at tað í føroyskum
ítrótti skal bera til at hugsa
og
gjøgnumføra
stórar
tankar, tá ikki hava grivið
sína egnu grøv. Játtanin á
løgtingsfíggjarlógini
fer
óivað at síggja øðrvísi út, og
lógin um ítróttarvedding
kann so skjótt verða broytt
tilsvarandi...
Tí má roknast við, at øll
eru til reiðar at strekkja seg
langt, so tað skal bera til at
bjarga ÍSF. Men tað krevur,
at eingin stuðulskróna til
sersambondini er auto
matisk, men at veruligar
grundgevingar mugu liggja
aftanfyri. Tað ber ikki til,
at summi bara leggja seg
afturá og taka ímóti peng
um, meðan onnur arbeiða í
sveittabroti á ítróttarligum
hungursmarki!
hilmarjan@sosialurin.fo
Eftir ÍSF-aðalfundin er stríðsøksin løgd til
síðis – ið hvussu er í eina løtu – og næstu
vikurnar ella kanska mánaðirnar fæst so at
síggja, um tað veruliga ber til at finna eina
felags kós fyri føroyskan ítrótt ella ikki.
Eydnast tað ikki, fer ÍSF við vissu í tvíningar
FYRIBILS FRIÐUR Í ÍSF
KRISTIAN JOHANSEN »NÝGGJA
NEVNDIN SKAL FÁA EIN KJANS«
Kristian Johansen er for
maður í HSF. Hondbólts
sambandið er eitt av teimum
trimum sersambondunum,
ið hava verið í andstøðu
mótvegis hinum 13 sersam
bondunum. Eftir aðalfundin
fríggjakvøldið fór Kristian
Johansen tó avstað betur
nøgdur enn undan fund
inum.
– Vit hava víst okkara
ónøgd áðrenn við tí, sum er
farið fram. Vit hava sagt sum
so, at nú vilja vit geva nýggju
nevndini ein kjans og vóna
tað, at vit framyvir kunnu
arbeiða væl saman, segði
Kristian Johansen eftir aðal
fundin fríggjakvøldið.
Fundurin fríggjakvøldið
gjørdist sera drúgvur. Hann
byrjar klokkan 18 og varð
ikki liðugur fyrr enn klokkan
21.30. Ein av orsøkunum til
langa fundin var, at Kristian
Johansen, Magnus Tausen
úr
flogbóltssambandinum
og Jon Hestoy úr svimjisam
bandinum fóru at samráð
ast sínamillum, tá ið fundar
steðgur var. Hvat tosaðu
andstøðumenninir um hesa
løtuna?
– Vit vildu lodda dýpið, tí
at nógvir persónar eru still
aðir upp, og tað hevði ikki
tænt nøkrum endamáli at
farið út í stríðsval. Tað var
ein vanlig samráðing, sum
altíð fer fram ímillum ymsu
sambondini.
Júst Jon Hestoy gjørdist
ein av fýra nýggju limunum
í starvsnevnd ítróttarsam
bandsins. Og tað kemur
neyvan óvart á nakran, at
formaðurin í hondbóltssam
bandinum fegnast um, at
ein av hansara sameindu er
komin í starvsnevndina.
– Hetta er ein nýggj nevnd,
og Jon Hestoy er ein royndur
maður, sum hevur virkað í
ÍSF í nógv harrans ár. Tískil
er tørvurin á honum eyka
stórur, tí at starvsnevndin er
spildur nýggj, segði Kristian
Johansen at enda.
neli@sosialurin.fo
Formaðurin í hondbóltssambandinum er av tí
áskoðan, at nýggja nevndin í ÍSF skal fáa sín kjans
Keldur vilja vera við, at
tað vóru tey trý sersam
bondini, ið einans høvdu tapt
gjøgnum kvøldið, ið ásann
aðu, at um tey ikki skuldu
sita eftir við ongum, so var
hetta seinasta skotið í byrs
uni.
Inni í fundarhølunum á
Panorama gekk ein fundar
stjóri og undraðist yvir hvar
fundarfólkið bleiv av. Siga
rettin var vorðin til eina
sigar, og einki útlit var fyri,
at fundurin kundi takast
uppaftur í bræði.
Kreppa avlýst ella?
Ein góðan hálvan tíma seinni,
og nógvar sigarettir, komu
lyklapersónarnir loksins aft
ur, og nú var stemningurin
totalt broyttur.
Partarnir vóru komnir til
eina semju, ið innibar at tey
trettan sersambondini fingu
trý umboð í nevndini um
framt forkvinnuna, meðan
hini trý fingu eitt umboð.
Harvið var kreppan á
aðalfundinum avlýst, og eina
lítla løtu vórðu stríðsøksir
nar lagdar til síðis.
Spurningurin eftir fundin
er tó, um hvussu leingi frið
urin varar. Høvuðsónøgdin
hjá teimum trimum sersam
bondunum var altíð tann
fíggjarligi leisturin. Har er
einki broytt.
Serliga í Hondbóltssam
bandinum er ónøgdin til at
taka í. Kristian Johansen,
formaðurin, staðfesti enn
einaferð eftir fundin, at fel
agið má spara trý prosent
á fíggjarætlanini næstu ár
ini, tí tey missa pening við
nýggja býtinum.
Harvið tykist, at tað enn
er langt millum partarnar,
og ósemjan verður nú einans
flutt frá aðalfundinum hjá
FSF til nevndarfundirnar hjá
starvsnevndini.
Havandi í huga, at and
støðan valdi Jon Hestoy,
kvøldsins mest atfinningar
somu rødd, í starvsnevndina,
so kann talan gerast um
nakrar rokfullar fundir.
Myndir: Álvur Haraldsen