Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Eins brádliga og fót­bólts­ ævin­týrið hjá Kaj Leo í Bartals­stovu bleiv veruleiki í Dinamo Bukarest, eins skjótt er tað endað. Í eitt hálvt ár hevur føroyski lands­liðs­spælarin livað sum ein stjørna í Bukarest, har øll vita hvør hann er, slatur­ bløð­ini skriva um privatlívið og sjálvt politiið letur hann sleppa frá bót. Kaj Leo í Bartalsstovu er í góðum lag og við gott mót, hóast hann hevði ynskt at hildið fram. – Hetta kann ongin taka frá mær. Eg havi fingið eina uppliving fyri lívið. Eg havi ment meg sum bæði spæl­ ari og menniskja. Tú mást minnast til, at eg kom úr 2. deild í Norra, sigur gøtu­ mað­urin, sum í feburar skriv­aði føroyska fótbólts­ søgu, tá hann púra óvæntað bleiv fyrsti føroyingurin í rumensk­um fótbólti. Venjarin var lykilin Tað var serliga venjarin hjá Dinamo Bukarest, Mircea Rednic, ið vildi keypa gøtu­ mannin til Bukarest. Hann hevði sæð Kaj Leo í Bartals­ stovu staðið seg væl í lands­ dysti móti júst Rumenia. Tá hann skuldi hava eina nýggj­an vong, fekk hann nakrar møgu­leikar at velja í mill­um. Teirra millum var gøtu­maðurin, ið hevði fang­ að eygað á venjaranum við sín­um góða bóltførleika. Kappingarárið er kom­ið at enda í Rumenia og tíverri fyri føroyska lands­liðs­ spæl­aran, so heldur Mircea Rednic ikki fram. – Eg visti at tað var venj­ arin, sum vildi hava meg. Tá eg hoyrdi at hann møguliga ikki helt fram visti eg, at hetta kundi blíva tað. Eg hevði tímað væl eitt ár aftur­ at, men eg veit ikki um eg eri keddur. Hetta er eitt stig á leiðini, sigur Kaj Leo í Bartals­stovu og leggur afturat: – Vit fingu at vita, at tað er lítil møguleiki fyri spælitíð í framtíðini, tí nýggi venjarin kemur inn við sínum egnu spælarum. Tað er ikki heilt óvanligt í Dinamo, at stór út­ skifting er á liðnum. Vit eru einir tíggju ella ellivu spæl­ arar, ið ikki halda fram, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu. Aldrin roykt ella drukkið Tey flestu mundu blíva tikið á bóli, tá føroyski lands­ liðs­spælarin brádliga skifti til rumenska stórfelagið Dinamo Bukarest. Tað kundi síggja út sum um, at gøtu­ mað­urin vann í lottu, men sann­leikin er ein annar, um tú hyggur nærri at síggja til klæntra­sliga bóltsnilling­ inum. Hann hevur altíð vant nógv og ikki minst trúð upp á, at hann fór at blíva fót­bólts­spælari. Tað skal tó meiri til at klára seg í altjóða fót­bólti. – Tú kanst ikki fáa alt her í lívinum. Eg havi millum ann­að aldrin roykt ella drukk­ið. Umframt at venja so nógv sum eg kann, so etið eg eisini sunt, sigur Kaj Leo í Bartals­stovu. – Alt snýr seg um fót­ bóltin hjá honum. Matur, svøvn­ur og onnur frítíðar­ ítriv eru altíð tilrættislagt eftir fót­bólt­inum, sigur Marta Hansen, sum hevur hild­ið saman við Kaj Leo í Bartals­stovu í yvir seks ár. Sjálvur heldur Kaj Leo í Bartalsstovu, at hann hevur evnini at spæla í rumenska stórfelagnum, um hann fekk møguleikan við uppstarti. – Eg kom til til felagið und­an endaspælinum í lands­kappingini. Tá eru nógv­ir dystir og nakað minni av venj­ing. Eg føli á mær, at eg kundi spælt við um eg fekk ein heilan uppstart. Venj­arin segði eisini við meg, at eg skuldi taka ein dag á gangin, sigur føroyski lands­ liðsspælarin. Hann leggur afturat, at størsta av­bjóð­ingin í rumensk­um fótbolti er, at tú skal hugsa nógv skjót­ ari. Tekn­iskt og krops­liga er gøtu­mað­urin fult á hædd við hinar, men leik­ferðin er væl hægri. Leggi ikki kongin Fyri Kaj Leo í Bartalsstovu er ongin ivi um, at hann er eitt stórt upp­liv­ilsi ríkari, men hann er eisini blivin ein betri fót­bólts­spæl­ari og hevur roynt lívið sum yrkis­spælari. – Eg er glaður fyri, at eg fekk møguleikan. Eg havi tikið meg fram sum bæði spæl­ari og menniskja. Hetta er eis­ini ein heilt serlig søga, tí eg eri fyrsti føroyingurin í rumensk­um fótbólti, sigur gøtu­mað­urin. Hann leggur tó dent á, at hann als ikki er til reiðar at leggja kongin og tosa um tað, ið hann hevur uppnádd. – Eg eri 24 ár og fari ikki at leggja kongin nú. Tað ganga nógv ár enn, áðrenn eg fari at hyggja aftur á mína tíð sum fót­bólts­spælari, sig­ur Kaj Leo í Bartals­stovu, ið ætlar sær víðari í yrkis­leiðini nú. – Eg havi mót upp á alt. Eg eri opin fyri tí mesta, men eg sikti høgt. Tað skalt tú gera, um tú vil koma langt. Eg veit ikki hvat tað blívur til, men áðrenn eg fór til Rumenia var tað bara í norðurlondum vit arbeiddu við. Nú havi eg prógvað, at eg kann klára meg aðrastaðni, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu og heldur fram. – Eg havi spælt við spæl­ arum, sum hava spælt í bestu deildini í Spania. Teir eru framúr, men eg føli at eg kann koma upp á tað stigið, leggur gøtumaðurin afturat. Slaturbløð og »Bomba Sexy« Fótbóltur er ein stórur part­ ur av lívinum í Rumenia. Í høvðusstaðnum ert tú eitt kent andlit, um tú spælir við einum av stóru feløgunum. Tað hevur Kaj Leo í Bartals­ stovu eisini upplivað heilt tætt at sær. Millum annað, tá eitt slatur­blað helt seg vita, at gøtu­mað­urin var gentu síni ótrúgvur við eini gentu, ið fekk heitið »bomba sexy«. Stóri trupulleikin var bara, at genta á báðum myndunum var Marta Hansen. Hon hevði bara litað sær á seinnu mynd­ini. – Eg mátti bara flenna, men soleiðis er tá tú ert fótbóltsspælari í Bukarest, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu, ið skemtiliga tekur til heitið, ið daman fekk – »bomba sexy«. Marta Hansen flennur eisini eftir hendingini, men heldur tað er óbehagiligt at vita, at fólk hava filmað hana og Kaj Leo í Bartalsstovu á gøtuni. – Vit vistu ikki, at nakar hevði filmað okkum og tað er óbehagiligt at vita, at onkur hevur gingið aftaná okkum og filmað, sigur Marta Hansen. Kaj Leo í Bartalsstovu for­telur eisini søgur um, at hann hevur upplivað at fólk hyggja nógv eftir honum, og at hann hevur upplivað at fólk hava leitað á google fyri Fótbóltsævintýrið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu í Bukarest er komið at enda, men fyri gøtumannin er hetta bara byrjanin ikki endin. – Hetta kann ongin taka frá mær nakran­tíð, sigur føroyski landsliðsspælarin, ið hevur upplivað lívð sum fótbóltsstjørna FÓTBÓLTUR HETTA KANN ONGIN TAKA FRÁ MÆR