Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 at staðfesta, at tað er hann. Tí skalt tú eisini ansa eftir at pilka nøs alment, sigur Kaj Leo millum annað. – Í Bukarest vita tey hvørjir allir spælararnir í Dinamo eru. Tey ganga høgt upp í spælararnar. Teir kendu meg, tá eg kom og tá eg fór avstað, sigur Kaj Leo í Bartals­stovu. Onga bót til Kaj Leo Tað eru eisini fyrimunir við at spæla við Dinamo Bukarest. Tað upplivdi tey, tá vin­mað­urin Per Eirikur Húsgarð er á vitjan. Tey bæði parkera uttanfyri bankan og fara inn, tá fartelefonin ringir. Tað er Per Eirikur, sum for­telur at tað gongur ein mað­ur og tekur mynd av bilinum. Marta Hansen er fyrst út og finnur útav, at tað er politiið, sum er í holt við at geva Dinamo Bukarest spæl­ ar­anum eina parkering bót. Tað er ikki fyrr enn hon boðar frá, at bilurin stendur í navninum hjá felagnum, at politimaðurin raknar við. Tá hann so sær Kaj Leo í Bartals­stovu er alt gott. – Leo, brestur úr politi­ mann­inum. Tú hevur parker­ að ólógligt, so tú fær bót – men tað fært tú ikki alíka­ væl, tí eg eri Dinamo Vista, sigur politimaðurin glaður á mál­inum, fortelur Marta Hansen. Dinamo Vista er ein íðin partur av viðhaldsfólkunum hjá Dinamo Bukarest. – Vit hava livað eitt gott lív í Bukarest. Vit hava búð væl og fyri tað mesta verið mill­um vælhavandi fólk. Tí hava vit ikki livað tað lívið, sum fólk kanska seta í sam­ band við Rumenia, sigur Marta Hansen. Hart tá liðfelagi doyði Tað fór sum ein skelkur gjøgn­um fótbóltsheimin, tá 26 ára gamli Patrick Claude Ekeng Ekeng úr Kamerun brádliga small um mitt á vøll­ inum og doyði. – Eg kendi hann væl frá venjing, har vit plagdu at spæla millum okkara eina løtu undan venjingarbyrjan. Hann dugi ikki so væl enskt, men vit hava eisini heilsa upp á familjuna, tá øll samlast undan dysti, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu, sum á myndini sæst vísa sam­kenslu við konuni hjá Patrick Ekeng. – Hon er sjálv upp á vegin og tey hava eina 2 ára gamla dóttir, sigur Kaj Leo í Bartals­ stovu, sum var á leik­vøll­ inum, tá hendingin fór fram. Hendan hendingin hevur sett sín dám á seinastu vikur­ nar í Dinamo Bukarest. Silvur heim við Eitt prógv, sum Kaj Leo í Bartals­stovu altíð kann vísa á frá tíðini í Rumenia er silvur­heiðursmerkið, ið hann og liðfelagirnir fingu í steypa­finaluni móti Cluj. Eftir at hava verið á odda 2-0, endaði tað við at Cluj vann eftir brotssparkskapping. – Tað var keðiligt ikki at enda við at vinna steypa­ kapp­ingina. Eg kom ikki inn, men eitt skifti var líkt til, at eg skuldi inn við tí fyri eyga at skjóta brotsspark, fortelur gøtumaðurin, ið tíverri var nakað skaddur undan finaluni. Abbi setur meg upp á pláss Tað er ongin vandi fyri, at Kaj Leo í Bartalsstovu ikki kem­ur niður á jørðina aftur, hóast hann hevur spælt við Dinamo Bukarest. Garant­ urin fyri tí er abbin Kaj í Bartals­stovu. – Abbi er mín størsti fjepp­ari, men hann hevur sín heilt serliga máta siga tað upp á. Tá vit hava spælt og eg ikki havi skorað, so spyr hann um eg ikki veit hvar málið stendur, fortelur Kaj Leo í Bartalsstovu brosandi frá. Hann venur í løtuni við Víkingi í Sarpugerði, meðan leitað verður eftir nýggjum avbjóðingum uttanlands. Fyrsta uppgávan verður móti Kosovo við A-landsliðnum. – Tú hevur ikki skrivað um meg fyri seinastu ferð, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu og flennur, tá samrøðan er komin at enda. Um tað blívur líka spenn­ andi og hendingarrík sum seinasta hálva árið er óvist, men tað er púra vist at Kaj Leo í Bartalsstovu ætlar sær meir sum fótbóltsspælari, hóast hetta bleiv ein upp­ living fyri lívið. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR HEVÐI GJØRT TAÐ UMAFTUR Ein stórur partur av lív­inum hjá Kaj Leo í Bartals­stovu er Marta Hansen. Tey hava verið saman í hálvt sjeyda ár. Hon hevur verið við í Bukarest og í Levanger í Norra. Tað er ikki bara ein dansur á rósum at verða saman við einum yrkis­ fót­bólts­spælara, men tíðin í Bukarest hevur ging­ið lætt og skjótt. – Eg havi tikið bachlor, meðan eg havi verið í Bukarest. Tað er farið við nógvar tíð. Vit hava eisini havt vitjan av familju og vinum, sigur Marta Hansen, ið tó eisini hevur upp­livað, at sjeikurin er nógv vekk í samband við dystir. – Tá hann eina ferð var vekk í tíggju dagar upp í slag, tá hugsaði eg fyri mær sjálvari, »hvat geri eg her?« Tað er stræv­ið, at hann er vekk í tríggj­ ar dagar í samband við hvønn dyst, sigur Marta Hansen, ið stuðlar lands­ liðs­spæl­aranum allan vegin. – Hann er ótrúliga seriøsur. Alt gongur út upp á fótbóltin. Matur, svøvn­ur og gongutúrur verður til­rættislagt eftir fótbólt­inum. Vit tillaga lívið eftir fótbóltinum og tað dámar mær væl ordiliga væl, sigur Marta Hansen, ið sigur um Kaj Leo í Bartalsstovu: – Hann er ótrúliga orku­ríkur. Tað er larmur, tón­leikur, syngur allan dagin og spælir bólt. FInnur hann ikki ein bólt, so er tað ein frukt, ið hann junglerar við. Vit finna upp á nógv saman. Millum annað ganga túr og líkandi, sum bløð­ini eisini skriva um í rumenia, sigur Martan Hansen stórbrosandi. – Eg hevði ikki vilja verið nakra aðrastaðni enn í Bukarest við Kaj Leo. Eg hevði gjørt tað um­aftur, sigur Marta Hansen at enda. Mynd: Álvur Haraldsen