mánadagur 23. mai 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB
Nú kundi alt
verið so deiligt,
men at missa
tveymáls leiðslu
móti botnliðnum
má ikki koma
fyri. Stuttligt at
unglinin Bjarki fekk mál. COYF.
KRISTIAN JOENSEN KÍ
Vit liggja Nr 1
Vit liggja Nr
1. Gott veður,
fantastiskir
áskoðarar,
nógvir kjansir til okkum, men bara
eitt mál. Men never mind, Vit eru
Nr 1 Vit eru Nr 1.
SÆBJØRN LEITI ÍF
Vit burdu vunni
men tað bleiv
mál leyst so
vit fingu 1 stig.
Eg haldi ikki at
gøtumenn skulu
døma ÍF dystir
Koyr á ÍF.
ALLAN ENGHAMAR HB
Tað gongur
bara ikki
okkara
veg tíðina.
Vit mugu
kempa
víðari.
LISSI MOURITSEN B36
1 stig er jú
stig! Koyri á
hvítir!
Einki er
liðugt
fyrðenn alt
er liðugt!
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Altíð stuttligt at
vinna í Gundadali.
Bleiv kanska í so
spennandi í løtum,
men undirhaldandi!
3 stig. Det er så vigtigt! Soleingi
vit skora meira mál enn hitt ligið,
so skal tað nokk ganga, tað heila!
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað kennist hugaligt í KÍ
leguni. Síðsta FM heitið er
seytjan ár burtur. Tað vil
siga, at tey, sum eru yngri
enn miðskeiðis í tjúgunum
minnast lítið ella einki til,
at bláa og hvíta liðið seinast
fegnaðist um at hava vunnið
FM heitið.
Í gjár tók KÍ toppin. Tað
er eitt lið aftur til Víking,
tvey stig aftur til NSÍ og B36,
og tyað eru átta stig aftur til
HB!
Norðoyingar eru øgiliga
spentir í fótbólti, og KÍ eigur
nógv viðhaldsfólk. Tá ið tað
ikki gongur so væl, er tað
sum alla aðra staðni. Hóast
lutfalsliga nógv møta upp til
heimadystirnar, so sæst tað
á áskoðaratalinum, tá ið úr
tøkan er soltin.
Tað er ongantíð komið
fyri, síðani KÍ vann FM í 1999,
at klaksvíkingar hava verið
fremstir eftir tólv umfør.
Soleiðis er tað nú. Munurin
er tann, at meðan tað fyri
seytjan árum síðani vóru
seks dystir frá tólvta umfari
og fram til kappingarlok,
so eru tað nú fimtan umfør
fram til kappingarlok.
Í góðveðrinum í gjár vóru
nógvir áskoðarar kring vøll
in, tá ið Petur Reinert bríksl
aði fyri síðstu ferð, og tað var
søt sjón at síggja máltalvuna
vísa 1-0. Kanska ein helm
ingur ella færri enn so av
ákoðarunum sóu við egnum
eygum málið, sum vísti seg at
vera avgerandi.
Heimaliðið legði øgiligt
trýst á frá fyrsta bríksli. Páll
A. Klettskarð hevði stóran
møguleika beinanvegin, men
landsliðsspælarin hevði ikki
marginalirnar við sær ígjár.
Hann var fleiri ferðir í góðum
støðum og rakti bæði undan
og eftir steðgin sólpan.
Jóanns Bjartalíð skoraði
sigursmálið, áðrenn sekund
vísarin hevði verið fyrstu
ferðina runt. Hann sneiddi
seg leysan í høgru. Predrag
Markovic, sum loysti av í
TB málinum, fekk hondina
á, men bólturin datt inn um
strikuna.
Tað vórðu ikki skorað
fleiri mál. At munurin bara
var eitt mál bar við sær, at
áskoðararnir sótu sum á nál
um. TB beit í løtum frá sær,
og tættast við at javna vóru
gestirnir, tá ið fríspark frá
Albert Adu rakti í stólpan
aftanfyri Kristian Joensen,
sum spældir við alt størri
myndugleika.
Fagnaðurin var stórur, tá
ið tað var veruleiki, at klaks
víkingar høvdu vunnið fulla
úrtøku, og nú hava spælt
ellivu ferðir á rað uttan
at tapa. Fyri sjeyndu ferð
eydnaðist tað í gjár at halda
mótstøðumonnunum frá at
skora.
– Vit fegnast um sigurin
og oddasessin, men vit hugsa
ikki um FM. Tað var misvís
andi, at talan bara var um
1-0, men nú hevur tað ikki
so stóran týdning. Men tað
kendist strevið, tá ið mun
urin bara var eitt mál. TB
spældi ikki sum botnlið, og
bæði seinnapartin av fyrra
hálvleiki
og
fram
ímóti
dystarloki royndu mótstøðu
menninir at pressa okkum.
Vit fegnast um vinnara
hugburðin, og nú ræður um
framvegis at halda fokus á
rætta staðnum og at arbeiða
nógv og við eyðmýkt, sigur
KÍ
liðformaðurin
Jonas
Flindt Rasmussen.
TB
miðvallarin
Heini
Mikal Mortensen ásannar, at
nú sær tað ikki so gott út. TB
datt fyri fyrstu ferð í ár niður
um strikuna:
– Ferð eftir ferð standa
vit okkum leikliga væl ímóti
stinnaru liðunum. Hóast tað
er tætt, so koppar tað ikki
okkara veg, og tað er tungt.
Nú skulu vit spæla ímóti B68,
NSÍ og ÍF, og vit kenna dags
skránna. Tað er alneyðugt
at skava stig saman, so vit
kunnu sleppa leysir úr botn
inum.
Funnu ikki
málið í Fuglafirði
Tá ið síðsta bríksl ljóðaði í
fínum líkindum í Fuglafirðí í
gjár, so vísti máltalvan fram
vegis 0-0. Undan steðginum
var tað ikki so nógv veiggj í,
og tá var talan um fáar upp
lagdar málmøguleikar. Eftir
steðgin var tað meiri undir
haldandi:
– Vit eru vónbrotnir, tí vit
ætlaðu at vinna fulla úrtøku.
Soleiðis sum tað tørnaði út,
so var tað kanska á góðari
leið, at tað endaði javnt.
Bæði liðini arbeiddu fyri at
vinna, og møguleikin spøkti
fyri at missa javnleikin. Tá ið
fyritreytirnar verða havdar í
huga, so er tað á góðari leið at
hava vunnið sjey stig burtur
úr trimum teimum seinastu
ferðunum, og um tað næstu
ferð eydnast at vinna heima
dystin ímóti Skála, so verður
tað á heilt góðari leið –
tíggju stig í fýra dystum er
meistaraformur! sigur B36
venjarin Eyðun Klakstein.
Hjá ÍF er tað stórur
smeitur,
at
álopsessið
Adeshina Lawal ikki er førur
fyri at spæla. Smeiturin
kendist ikki so stórur í gjár
av, at Tóri Traðará vardi
málið í staðin fyri Oliver
Korch.
– Vit halda okkum hava
møguleika at lyfta okkum
longri upp á talvuna, og ímóti
B36 høvdu vit møguleikar at
skora avgerandi málið, men
tað eydnaðist ikki, eisini
tí Tórður Thomsen var so
góður í málinum. Tí eru vit
vónbrotnir um úrslitið. Men
samstundis mugu vit ásanna,
at teir høvdu eisini møgu
leikar at skora mál, sigur ÍF
miðvallarin Karl Løkin.
B68 gevur ikki
skarvin yvir
2-2 á Svangaskarði bar við
sær, at AB fyri fyrstu ferð
í hesum kappingarárinum
lyfti seg upp um niður
flytingarstrikuna. Tað fegn
ast argjamenn um, men eftir
dystarlok í dýrdarveðrinum
á
Svangaskarði
sást,
at
gestirnir stóðu eftir við
kenslu av, at teir høvdu tapt
tvey stig í staðin fyri at hava
vunnið eitt, og tað var ikki so
undarligt:
– Vit løgdu okkum fram
um undan steðginum, og tá
ið vit øktu um leiðsluna, sá
tað ljóst út, men vit megnaðu
ikki at halda tørn. Í staðin
fyri at vinna úrtøku úr møgu
leika og økja til 3-0 og harvið
avgera, so svaraðu teir aftur
við at minka um munin, tá
ið teir vóru púra leysir mitt
fyri málinum í hornasparks
støðu, og so tevjaðu teir blóð,
meðan fjáltur var á okkara,
staðfestir AB venjarin Trygvi
Mortensen.
– Nú hava vit spælt tvær
KÍ hevur ikki verið topplið eftir tólv umfør síðani 1999, tá ið tað
eydnaðist at vinna FM heitið, sum teir í Klaksvík ikki siga seg hugsa um
KÍ ODDALIÐ
SEYTJAN
ÁR SÍÐANI
SEINAST