mánadagur 23. mai 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tað var ein dystur um at
sleppa at hanga í oddinum í
Effodeildini, tá ið HB og NSÍ
brustu saman í dýrdarveðri
í Gundadali í gjár. Hvørki av
liðunum høvdu ráð at tapa
hendan dystin – kanska ser
liga ikki HB, sum við einum
tapi helst fór at verða átta
ella níggju stig aftanfyri
oddaliðið.
Hjá HB kom tað dátt við,
at Christian R. Mouritsen
ikki var tøkur at spæla.
Frammanundan sótu Ári M.
Jónsson og Pál M. Joensen
eisini uttanfyri við skaðum,
so hesaferð var pláss fyri
Magnusi Egilssyni á vinstra
bakki.
NSÍ tók av
Hóast tað var HB, sum átti
fyrstu royndina eftir skjót
álop frá tí kvika Ara Mohr
Olsen, so var tað NSÍ, sum
fyrst fann vegin til málið.
Hetta var tá ið 10 minuttir
vóru leiktir. Árni Frederiks
berg í eyðkendum stíli í
høgra borði sneiddi hegnis
liga
ein
mótstøðumann
av, áðrenn hann sendi eitt
innaraskrúvað
innlegg
til aftaru stong, har Pól
Jóhannus Justinussen setti
pannuna á bóltin og legði
gestirnar á odda 1-0.
Eftir at NSÍ var komið á
odda, høvdu teir betur ráð
til at lata HB hava bóltin
og at hugsavna seg um at
halda skipanina. Tað vísti
seg at rigga í stóran mun, tí
HB fekk ikki spælt seg fram
til teir heilt stóru málmøgu
leikarnar.
Fýra minuttir fyri hálv
leikssteðgin økti NSÍ til 2-0.
Petur Knudsen varð spældur
rættiliga leysur í feltinum,
og tá ið hann skuldi gera
eitt trekk aftureftir inni í
feltinum, varð hann feldur
av Jógvani Róa Davidsen.
Klæmint A. Olsen tók sær av
brotssparkinum – hann setti
tað trygt upp undir nettakið,
og so slapp NSÍ til hálvleiks
á odda við tveimum málum.
Mál, mál, mál
Okkurt hevði HB-venjarin,
Jan C. Dam, fingið rættað
upp á í hálvleikssteðginum,
tí frá byrjan í seinna hálvleiki
var HB væl betur við og setti
beina kós ímóti NSÍ-mál
inum. Poul Ingason hevði
loyst Bartal Wardum av, og
hann skuldi bara brúka seks
minuttir áðrenn hann kom
á máltalvuna. Tað var eftir
eitt hornasparksinnlegg, at
sterki áleyparin var hægstur
og stútaði bóltin í mál til 2-1.
Tað gekk tó ikki leingi,
áðrenn NSÍ svaraði aftur.
Árni Frederiksberg sendi
Johan Jacobsen avstaði í
einum yvirlappi – hann legði
bóltin útfrá til ein púra leys
an Petur Knudsen, sum setti
bóltin í málið til 3-1 til NSÍ.
Nú fullu málini skjótt, tí
einans tveir minuttir seinni
minkaði HB aftur um mun
in, og aftur hesaferð var
tað Poul Ingason, sum var
á blettinum. Teit Jacobsen
stríddist væl í høgra borði,
haðani hann sendi eitt flatt
innlegg innfyri. Hóast hann
var væl vardur og valla sá
málið, so fekk Poul hegnis
liga potað bóltin í málið. 3-2
og aftur nærmast púra opið.
Loksins
HB hevði ein tvífaldan møgu
leika at javna til 3-3, men
hvørki Teit Jacobsen ella
Rókur av Fløtum Jespersen
fingu bóltin í málið. Teit var
tættast við, tá ið hann rakti í
stongina.
Eitt korter var eftir at
spæla, tá ið NSÍ enn einaferð
økti um leiðsluna. Aftur
var tað Árni Frederiksberg,
sum var sniðgevin handan
málið, og uppskriftin var
tann sama: innaraskrúvað
innlegg til Pól Jóhannus
Justinussen, sum hesaferð
vann ein beinleiðis luftdyst
2
TEITUR M.
GESTSSON
Fýra mál ígjøgnum sigur ikki allan
sannleikan, tí hann kom rímiligt
frá tí burtursæð frá seinasta
málinum.
3
JÓGVAN RÓI
DAVIDSEN
Ein av teimum frægastu
HB-arunum, hóast hann gjørdi
brotsspark. Frá baklinju til
baklinju – dirvi og renniorku.
2
JÓHAN T. DAVIDSEN
Vánalig upprudding áðrenn
3-1-málið, men annars ikki aðrar
týðandi villur.
2
JÁKUP F. HANSEN
Tað var á góðari leið. Hevur
nýliga fingið álitið, og nú hevur
menningin tikið dik á seg.
2
MAGNUS EGILSSON
Umstøðurnar havt í huga
– tað, at hann er vikarur – kom
hann hampiligt frá tí.
2
BARTAL WARDUM
Nærum fullkomiliga
ósjónligur í fyrra hálvleiki, og
varð eisini tikin út í steðginum.
3
RÓKUR AV FLØTUM
JESPERSEN
Tóktist at vera væl upplagdur og
átti fleiri góð síðuskifti. Tó einki
avgerandi frá hansara fótum.
4
TRÓNDUR JENSEN
Millum bestu leikararnar hjá
HB. Kreativur og setti nógv av
HB-álopunum upp.
3
TEIT JACOBSEN
Enn eitt orkufylt avrik í
borðinum, haðani hann gjørdist
uppleggjari til eitt mál og átti
onnur góð innlegg.
3
ARI MOHR OLSEN
Lá framvið í mótálopum, og
tað var tætt við at geva úrslit
tíðliga. Rann tangan tóman –
útskiftur.
3
ØSSUR DALBÚÐ
Sera góð evni at plasera
seg, var javnan um reppið at fáa
møguleikan og fekk hann at enda
– væl avgreitt brotsspark.
5
POUL INGASON
(innsk. í 46min.) Ein hálvleik,
tvey mál – sannur álopsleikari.
Dagsins leikari hjá HB.
2
FRÓÐI
BENJAMINSEN
(innsk. í 67min.) Slapp at royna
seg í miðverjuni hesaferð. Misti
uppdekkingina av Pól Jóhannusi
við 4-2-málið.
SPÆLARAMETING
HB gjørdi í stóran mun tað, sum skuldi til fyri at
vinna tann sera avgerandi dystin ímóti NSÍ í gjár,
men gestirnir tóku av nærum øllum møguleikum
og vunnu 4-3. At hava fingið eitt stig burturúr
seinastu fimm dystunum má metast at vera ein
vanlukka fyri HB, sum ikki hevur megnað at lagt
omaná dreymabyrjanina og nú má rinda rokningina,
sum er, at hini liðini eru runnin undan teimum
1 til 6
FÓTBÓLTUR
DYSTURIN
HESA VIKUNA
CHRISTIAN SAT UTTANFYRI Tað kom heldur óvart á hjá
HB, at Christian R. Mouritsen ikki var tøkur til dystin ímóti
NSÍ. Orsøkin var, at hann hevði fingið eina vatnforsamling í
knæið. Skaðin er tó ikki mettur at vera álvarsamur, so líkindi
eru fyri, at hann spælir ímóti Víkingi næsta vikuskifti.
GUNDADALUR
NSÍ RAK HB
ÚR ODDA
STRÍÐNUM