Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 SÍMUN RÓGVI HANSEN Gjørdi eitt brotsspark, men var annars ógvuliga sannførandi í feltinum. Sakleysur í tveimum teimum fyrstu. 3 JOHAN JACOBSEN Átti uppleggið til 3-1-málið, men var annars ikki eins eyðsýndur, sum hann áður hevur verið. 3 MONRAD HOLM JACOBSEN Helst tann miðverjin, sum førdi bóltin mest frameftir vøllinum. Fann væl miðvøllin. 3 PER LANGGAARD Eitt hampiligt avrik eftir at hava sitið uttanfyri tveir dystir við leikbanni. Ikki nógv at koma eftir. 3 JENS JOENSEN Átti Poul Ingason við 3-2-málið, men væl var sett inn, og Jens spældi sum heild ein góðan dyst. 3 JANNIK M. OLSEN Var serliga eyðsýndur tíðliga í fyrra hálvleiki. Kvikur og málrættaður. Bleiv útskiftur. 4 ÁRNI FREDERIKSBERG Perlu-upplegg til 1-0-málið og eitt afturat til 4-2-málið. Eyðsýndur og skapti eina rúgvu. 3 NICOLAJ KØHLERT Ein góður balansuspælari, har hann serliga tíðliga í dystinum ráddi nógv á miðvøllinum. 4 PETUR KNUDSEN Tuskaði seg til eitt brotsspark og skeyt eitt mál. Enn eitt gott avrik hjá unga miðvallaranum. 5 PÓL JÓHANNUS JUSTINUSSEN Varð nú settur longri fram á vøllin, og tað gav úrslit beinanvegin. Tvey mál og sum altíð sannførandi í nærdystunum. 3 KLÆMINT A. OLSEN Skoraði brotsspark. Var góður at halda upp á bóltin, serliga ímóti dystarenda, tá ið tíðin skuldi ganga. við Teitur M. Gestsson. Bólt­ urin stakk upp í luftina, men datt niður í málið beint áðr­ enn Fróði Benjaminsen fekk ruddað burt. 4-2 til NSÍ. Nú var spenningurin stór­ur, um NSÍ loksins fór at megna at halda leiðsluna ímóti einum av teimum stóru. Tíðin gekk og sigurin nærk­aðist Runavík, men ein hvøkkur kom í, tá ið HB í yvir­tíðini fekk brotsspark. Símun Rógvi Hansen var óansin og kom til at renna Teit Jacobsen umkoll. Øssur Dalbúð tók sær av brots­ spark­inum, og so var aftur bara eitt mál á muni: 4-3 til NSÍ. HB royndi at gúppa nakr­ar bóltar fram í evstu løt­uni, men tað var ov lítið av tíð eftir, og tað var NSÍ, sum slapp avstað við einum 4-3-sigri í hesum málríka dyst­inum. NSÍ hevur loksins prógv­ að, at teir klára tað ímóti teimum stóru. Løtan kundi valla verið betri, tí stig­ini komu sera væl við hjá teim­ um. Teir hanga nevniliga í odda­stríð­num, meðan HB, sum eina­ferð var oddalið, nú brád­liga er átta stig frá fremsta plássinum. albinus@sosialurin.fo SPÆLARAMETING Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 HB - NSÍ 3-4 (0-2) 0-1: Pól Jóhannus Justinussen 10. 0-2: Klæmint A. Olsen br 41. 1-2: Poul Ingason 51. 1-3: Petur Knudsen 59. 2-3: Poul Ingason 61. 2-4: Pól Jóhannus Justinussen 75. 3-4: Øssur Dalbúð br 93. Dómari: Eiler Rasmussen HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Jákup F. Hansen, Magnus Egilsson (Fróði Benjaminsen, 67.) – Tróndur Jensen, Bartal Wardum (Poul Ingason, 46.) – Teit Jacobsen, Rókur Jespersen, Ari Mohr Olsen (Adrian Justinussen, 72.) – Øssur Dalbúð Gult kort: Ari Mohr Olsen, Øssur Dalbúð, Fróði Benjaminsen Venjari: Jan C. Dam NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen, Jens Joensen – Johan Jacobsen, Petur Knudsen (Hans Marius Davidsen, 90.), Nikolaj Køhlert, Jannik Olsen (Jonleif Højgaard, 76.) – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen Gult kort: Johan Jacobsen Venjari: Anders Gerber FÓTBÓLTUR HB og NSÍ eru tvey lið, sum vilja spæla fótbólt, og tað speglaðist aftur til áskoðararnar, sum fingu undirhald fyri allar pengar­ nar. Ikki so nógv møsn. Góður álopsfótbóltur – tað er tað, sum vit elska og rinda fyri at sleppa at síggja! Dysturin var frálíkur – ikki tí – men dysturin kundi verið enn betur leiktur, um skipað varð fyri at vøllurin varð vatnaður áðrenn dystin. Brandbilurin stóð klárur, men ein kvinnudystur forðaði fyri, at hann slapp framat. Onkur loysn burdi verið funnin! FRÓÐI SETTI MET Í fjør setti Heðin á Lakjuni met fyri at hava spælt flestar dystir í bestu føroysku deildini (417), men nú er hann vorðin yvirhálaður av Fróða Benjaminsen. Tað hendi, tá ið 38 ára gamli veteranurin varð settur á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki og fekk sín dyst nummar 418. Tað var ein vónbrotin HB-venjari, sum vit fingu orðið á eftir 4-3-tapið ímóti NSÍ. – Sjálvandi er tað eitt vónbrot ikki at fáa nakað stig, tá ið man sjálvur fær trý mál, men hinvegin er tað eisini ringt at vinna ein fótbóltsdyst, tá ið man letur fýra mál fara ígjøgn­um, segði Jan Dam, sum tó helt, at dysturin var javnur og at teir við meiri av hepni kundu fing­ið meira burturúr. HB-venjarin hevði ikki hug at lasta verjupartin fyri tey fýra málini, sum fóru ígjøgnum, men kopp­aði tað á høvdið og rósti NSÍ-spælarunum fyri at vera vandamiklar har frammi. HB hevur einans fing­ ið eitt stig burturúr sein­ astu fimm dystunum, men tað er ikki fjáltur á HB-venjaranum. – Eg haldi, at vit hava verið ógvuliga raskir. Tað manglar bara tað neyð­ uga hepnið, sum ikki rak­ar okkum í løtuni. Aftur í dag var tað stong út heldur enn stong inn. Av­rik­ini hava so ikki verið vánalig, segði Jan, sum síðani varð spurdur, hvussu venjaratoymi hans­ara nú skal fáa HB úr aftur aldudalinum. – Tað er at venja, venja og venja – bara at koyra á. At tosa nógv við leik­arar­ nar, rósa teimum, hyggja støður ígjøgnum og læra av feilunum, sum vit gera, segði Jan Dam at enda. albinus@sosialurin.fo 18 ára gamli Petur Knudsen var ímillum teir mest eyð­sýndu NSÍ-ararnar í Gunda­dali, og hann fegn­ að­ist eftir dystin um tey trý stigini. – Vit eru sera væl nøgd­ ir. Vit vistu, at vit fingu eina trupla uppgávu, men vit vistu tó eisini, at um vit bara koyrdu okkara spæl, so høvdu vit ein góðan møgu­leika at vinna, segði Petur. NSÍ hevur nú vunnið fýra dystir á rað, og sum Petur sjálvur peikaði á í sam­røðuni, so tapti NSÍ tríggjar dystir á rað framman­undan hesa sigurs­røðina. – Vit hava vant væl, hugt eftir teimum feilum, sum vit hava gjørt, og vant eftir teimum, sigur Petur um vendu gongdina. Blaðungi miðvallarin, sum av álvara hevur fing­ ið sítt gjøgnumbrot í ár, er sonur navnframa mál­verjan, Jens Martin Knudsen, og hann dylur ikki fyri, at pápin er til stóra hjálp. – Hann gevur mær tey inn­skotini, sum eg skal hava, og hann peikar mær teir feilirnar, sum eg geri. Og tað sigur hann bart út, ístaðin fyri bara at geva mær rós, greiðir Petur frá. albinus@sosialurin.fo JAN DAM »HEPNIÐ ER IKKI VIÐ OKKUM« PETUR KNUDSEN »HAVA VANT EFTIR FEILUNUM«