Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tú vart útvístur í dystinum í gjár móti HB Køge. Heilt stutt, hvat hendi? Nú sá eg at tað stóð á in.fo at eg fekk reytt fyri kjaftaslit, men tað passar so ikki. Tað sum hendi, er at HB køge leikari heldur í mær tá vit báðir detta og eg royni at sleppa upp aftur. Hann roynir at provokera meg, og so kemur dómarin yvir og gevur okkum báðum gult, og eg fái so reytt. Nú glapp uppflytingin endaliga á stigatalvuni eisini. Ætlar felagið at satsa líka nógv komandi ár uppá uppflyting? Tað eru 9 leikarar har sáttmálin gongur út. Komandi ár verður hópurin ein yngri hópur, so tað verður ikki satsa líka vilt komandi ár. Tú hevur fleiri ferðir fingið nógv rós í hesum kappingarárinum, har viðmerkjarar hava sagt teg hava støðið til Superliguna. Hvør er ætlanin hjá tær eftir summarfrítíðina? Tad er einki at ivast í at eg gjarna vil sleppa at prøva meg av á hægri støðið einaferð. Men eg havi ein langan sáttmála at fyrihalda meg til og eg havi tað eisini framúr gott í vendsyssel, so tilboðið skal vera áhugavert. Men tað gongur skjótt í fótbólti, so man veit aldrin Um stutta tíð skulu tit spæla við landsliðnum aftur móti Kosovo. Hvussu sært tú uppá tann dystin? Eg gleði meg altid sum eitt smábarn til landsdystir. Tað er einki at ivast í at tað verður ein spennandi dystur moti einum liðið sum vil út at vísa hvat teir kunnu. Vit skulu koyra í sama leistið sum vit hava gjørt og vit fara sjálvandi eftir at vinna dystin. At enda, hvørjar vónir hevur tú til komandi HM undankapping hjá Føroyum sum byrjar seinni í ár? Eg havi sera stórar vónir til komandi undankapping. Nógvir at føroysku leikarunum vísa sera høgt støðið tá vit eru samlaðir. So eg dugi ikki at síggja hví vit ikki skulu royna at spæla okkum víðari til endaspælið. Tað er sjálvandi eitt optimistiskt útgangstøðið at hava, men um man sum leikari ikki sjálvur trýr uppá tað, so kemur man ikki langt. Vikan ið fór Elin Heðinsdóttir Joensen verður vald til ÍSF foresta á hendingaríkum aðalfundin, har ósemja er millum sersambondini Hallur Hansson verður útvístur, tá Vendsyssel endaliga spælir sær av við møguleikan at flyta upp í Superliguna Jóhan á Plógv Hansen skorar sjey mál samanlagt, tá Bjerringbo-Silkeborg vinnur seg í DM finaluna í donskum hondbólti Flogbóltslandsliðið hjá kvinnum leggur hond á seinastu fyrireikingarnar undan HM/ EM undankappingini, ið verður í høllin á Hálsi frá í dag Pál Vitalis Joensen og hinir føroysku svimjararnir klára ikki eins væl og tvey onkuntíð hava til EM stevnu í London Torkil Veyhe ger um seg í donskari súkkling, tá hann millum annað vinnur sín fyrsta sigur í danskari toppsúkkling Bæði A-landsliðið og U21 verður úttikið til komandi uppgávur, men Sonni Ragnar Nattestad er avsettur til báðar úttøkurnar ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Hetta er vónandi seinastu ferð, at tað verður neyðugt at gera ein dokumentar um órættivísi í samband við sorgar­leikin á Hillsborough, tá 96 fót­bólts­ áskoðarar blivu kroystir til deyðis. Í 26 ár hevur mynduleikin í Onglandi ikki vilja viðurkent, at vantandi stýring og avgerðir hjá løg­regluni vóru høvðusorsøkin til vanlukkuna. Dokumentarurin hjá BBC er gjørdur í kjalarvørinum av, at rætt­urin í Onglandi, eftir drúgt rættar­mál »fríkendi« Liverpool við­halds­fólkini fyri kortum. Dokumentarurin er ein for­ teljing frá hendingini tann 15. apríl 1989, men tekur støðið í bæði tíðini undan og aftaná. Hví ávísir persónar enda á ávísum postum og eftirfylgjandi hvussu tað bleiv mani­pulerað við frágreiðingini um hendingina. Tosað verður við fleiri lykla­ persónar, men enn eina ferð mangla lyklapersónarnir frá løg­ regluni, tí teir framvegis ikki vilja luttaka í nøkrum dokumentari. BBC hevur heilt serligt hegnið at gera góðar dokumentarar. Tað sæst eisini aftur, tí hand­ verkið er avbera gott. Hetta er ein dokumentarur, sum handlar um nógv meiri enn fótbólt. HYGG UM: Hillsborugh vanlukkan hevur nakran sum helst áhuga IKKI HYGGJA UM: Eg veit snøgt sagt ikki hvat eg skal skriva her HVUSSU ER AT HYGGJA: Her er allur pakkin kappaður væl saman HVAT SIGUR TÚ? Hetta er ein dokumentarur, sum tey allar flestu hava gott av at síggja trondur@sosialurin.fo Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ FAKTA Hillsborough leikvøllurin var vertur fyri hálvfinaluni í FA Cup í 1989 til dystin millum Liverpool og Nottingham Forest. Longu aftaná fáar minuttir verður dysturin avblástur, tí ovn ógvir áskoðarar eru kroystir saman. 96 fólk doyggja. Louis van Gaal tykist vátta, at hann ikki verður venjari hjá Manchester United longur Jóan Petur á Stongum, venjari hjá føroyska flogbóltslandsliðnum hjá kvinnum – Tað er liðugt – Málið er at blíva minst nummar tvey Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: H allur Hansson Aldur: 23 Ítróttur: Fótbóltsleikari (Vendsyssel) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvussu eitur venjarin hjá kvinnulandsliðnum í flogbólti? 2 Hvussu eitur nýggi forsetin í ÍSF? 3 Hvussu eitur nú fyrrverandi forsetin í ÍSF? 4 Hvørjum spældi Jóhan á Plógv Hansen við áðrenn han skifti til Bjerringbo-Silkeborg? 5 Hvørjum skal føroyska fótbóltslandsliðið spæla móti 3. juni? 6 Hvussu eitur føroyski flogbóltsspælarin, sum er kosin til ársins spælara í Danmark? 7 Hvar skal venjingarlandsdysturin spælast? 8 Hvør er spælarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: Jóan Petur á Stongum 2: Elin Heðinsdóttir Joensen 3: Petur Elias Petersen 4: Skanderborg 5: Kosovo 6: Sofía Purkhús 7: Frankfurt, Týsklandi 8: Tróndur Jensen Dokumentarur: (BBC) Hillsborough vanlukkan: Frá sorgarleiki til sannleikan ÍTRÓTTAR UMMÆLI