mánadagur 23. mai 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. mai 2016 · Nr. 58
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Tað er ongin, sum dugur betri at skeldast innanhýsis
enn føroyingar. Tað síggja vit dag og dagliga í øllum,
sum gongur fyri seg her á landið. Tað er als ikki bara
ósunt, tí samskifti er eisini vegurin fram.
Í samband við ósemjuna í ÍSF, so skal eg ikki velja
síðu. Tað er sum vanligt ”andstøðan”, ið er meiri
sinna at tosa enn ”samgongan” og soleiðis hevur
eisini verið hesaferð. Tað var eisini næstan lemjandi
tøgn, tá andstøðan gav ilt av sær á aðalfundinum hjá
ÍSF, men kanska tey 13 í samgonguni við vilja ikki
ynsktu at øsa upp ein stemning. Ná, men nokk um
tað.
Tað kann eisini ljóða sum, at eg nú fari at stuðla
andstøðuni, men soleiðis skal tað ikki skiljast. Eg
vil bara vísa á, at í gjár átti Jóhan á Plógv Hansen
sín stóra lut í, at Bjerringb-Silkeborg vann seg í DM
finaluna í donskum hondbólti. Føroyski vongurin
hevur valt at spæla fyri Danmark og eg skilji hann
so hjartaliga væl. Føroyskur landsliðshondbóltur
var at kalla ikki til, og tá ber illa til at lasta ein so
góðan og seriøsan hondbóltsspælara fyri at velja
ein møguleika, ið gevur honum størri møguleikar
í framtíðini. Eg skilji, at vit her í Føroyum halda at
Jóhan á Plógv Hansen skal velja við hjartanum, men
tað er mark fyri hvat vit kunnu forlanga av einum
øðrum persóni, tá vit ikki megna at skapa nakrar
sum helst umstøður fyri viðkomandi.
Tá vit nú deila pengar út, so tað er av stórum
týdningin at eitt nú hondbólturin fær nokk
til at kunna luttaka í EM undankappingum og
landsliðsvirksemi sum heild. Eg veit ikki um tað
bara er ÍSF, men landið og stóru fyritøkurnar,
sum mugu traðka til. Hetta kundu vit sagt um
fleiri ítróttargreinar og í hvørjum føri haldi eg við
ítróttinum.
Vit halda her í Føroyum, at vit bara kunnu forlanga
av øðrum, at tey skulu brúka alt sítt lív til ítrótt, so
vit kunnu verða stolt og errin av teimum. Vit hava
ikki ein gongd ein miðnásskúla, ið stuðlar undir
ítróttarfólki, so tey kunnu liva dreymin fult út her á
landinum.
Her í lívinum fært tú ikki tað tú forlangar ella
spyr um. Tú fær tað tú hevur uppiborið – og
hondbóltsføroyar hava ikki uppiborið Jóhan á Plógv
Hansen. Lat nú vera við at gera sama feilin eina ferð
afturat!
ÍSF og
føroyskur
ítróttur
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
■ Havi hoyrt, at effo-
liðið hjá B36 skal til
Dana cup :-)
(Víkinga fjeppari)
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
Neli Heldarskarð
Gongdin
hjá
danska
Svendborg
hevur
verið
stak ring í seinastuni. Liðið
hevur bert vunnið ein út
av teimum seinastu sjey í
triðbestu, donsku deildini, 2.
division, og hetta merkir, at
felagið úr Fyn nú er í stórum
niðurflytingarvanda.
Inntil nú hevur fyrr
verandi, føroyski landsliðs
leikarin, Julian Johnsson,
verið venjari hjá Svendborg.
Felagið hevur kunngjørt,
at føroyingurin hevur mist
venjarastarv sítt.
– Eg vil fegin takka
leikarunum, felagnum og
øll tey rundanum fyri eina
góða, men tó til tíðir harða
tíð í felagnum. Beint nú eri
eg argur og vónbrotin, tí at
eg hevði eina sterka trúgv
uppá, at vit kundu klára at
yvirliva í deildini, júst sum
vit gjørdu í fjør. Tó virði eg
avgerðina hjá felagnum, og
eg vóni, at Svendborg klárar
at yvirliva í deildini aftur
í ár. Hjartað mítt bankar
framvegis fyri felagnum,
sigur Julian Johnsson við
danska bold.dk.
Í sínari tíð sum føroyskur
landsliðsspælari
spældi
Julian Johnsson 62 dystir.
Hallur útvístur
Seinasta umfar er spælt
næstbestu fótbóltsdeildini í
Danmark. Greitt er, at hvørki
Vendsyssel ella Vejle flyta
upp.
Vendsyssel tók á heima
vølli ímóti HB Køge. Hendan
dysti tapti Vendsyssel 0-1,
og
tíverri
átti
føroyski
Hallur
Hansson
avgjørt
sín lut í hesum ósigri. Eftir
60 minuttir fekk Hallur
Hansson sítt seinna gula
kort
fyri
kjaftaslit,
og
heilt galið gekk tað eftir
81 minuttir, tá ið HB Køge
skoraði einsamalla málið í
dystinum.
Brandur
Hendriksson
Olsen og René Shaki Joensen
ikki vóru við vegna skaða.
Ungi Meinhard Olsen sat tó
á bonkinum hjá Vendsyssel
allan dystin.
Dysturin
hjá
Viljormi
Davidsen
og
Vejle
bleiv
spældur á heimavølli ímóti
Lyngby. Talan gjørdist um
sanna málveitslu, ið tíverri
fyri Viljorm og liðfelagarnar
endaði við tapi áljóðandi 3-4.
Bæði Vejle og Vendsyssel
endaðu á 53 stigum eftir
32 dystir. Hetta rakk til
eitt fjórða pláss til Vejle,
ið hevur betri málúrtøku
enn
Vendsyssel,
og
eitt fimta pláss til teir
fýra
føroyingarnar
hjá
Vendsyssel. Sjey stig vóru
upp til AC Horsens, ið endaði
á triða plássi, sum viðførir
uppflyting.
neli@sosialurin.fo
Sverri Jacobsen lærari og
ítróttarmaður, er deyður, 71
ára gamal.
Sverri Jacobsen hevur
verið sjúkur seinastta árið.
Sverri Jacobsen var lærari
í mong ár, men var helst best
kendur í almenninginum,
sum ítróttarmaður.
Fyrst
og
fremst
var
tað sum hondbólsleikari í
Kyndli og á landslinum, men
næstan líka nógv í fótbólti.
Hann spældi flestu árini við
HB og var á tí liðnum, sum
kappaðist við 66-liðið í KÍ.
Í 1979 0g 1980 spældi hann
tó nakrar dystir fyri NSÍ.
Sverri Jacobsen var við
at finna fleiri meistaraheitir
við HB.
Tað
sama
gjørdi
seg
galdandi í hondbólti. Hann
vann feliri FM við Kyndli og
hann var við, tá ið føroyskur
hondbóltur fór í altjóða
hondbóltskappingar.
Hann var við til C-HM í
Portugal í 1976 og spældi til
C-HM hevði verið í Føroyum
í 1980.
Sverri
jacobsen
var
ítróttarmaður
burturav
og royndi seg eisini í fleiri
øðrum ítróttargreinum
JULIAN JOHNSSON UPPSAGDUR
– HALLUR HANSSON ÚTVÍSTUR
Hetta bleiv eitt keðiligt vikuskiftið fyri føroyski útisetarnar í
fótbólti. Julian Johnsson bleiv uppsagdur í Svendborg, meðan
Hallur Hansson bleiv útvístur í tapið, ið merkir at Vendsyssel
ikki verður at síggja í Superlinguni komandi ár
SVERRI JACOBSEN FARIN