mánadagur 23. mai 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 21 • 23. MAI 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
17. juni bjóðar Smyril Line til ein øðr
vísi túr við Norrøna, tá skipað verð
ur fyri eini serligari Bíbliu- og tón-
leikaferð.
Sum navnið sipar til, so
verður ferðin til Hirtshals og aftur
eyðkendur við, at skipað verður fyri
bíbliutímum og sangløtum umborð á
skipinum.
Tað eru Martin Dam Joen
sen og Poul Johan Djurhuus, ið skipa
fyri túrinum,
– Ferðin eitur »Ein bíbliu- og
tónleikaferð«. Hetta er sættu ferð,
at skipað verður fyri slíkum túri, har
dentur verður lagdur á bíbliutímar
og sangløtur umborð. Tað varð ikki
skipað fyri túrinum í fjør, men áður
hevur luttøkan verið góð. Vit vóna
sjálvandi tað sama aftur hesaferð,
sigur Poul Johan Djurhuus.
Bíbliutímar og sang-
løtur umborð
Hóast ein slík ferð kann tykjast at vera
serliga ætlað teimum, ið hava sína
vanliga gongd í samkomum, mein
igheitshúsum og kirkjum, so sigur
Poul Johan Djurhuus, at ferðin ikki er
gjørd til ein ávísan bólk.
– Hetta er ikki fyri fólk úr ávísum
samkomum, men øll eru vælkomin.
Bæði fólk, ið ganga á møti, og fólk,
ið ikki ganga á møti. Øll er vælkomin,
óansæð hvørja bakgrund tey koma
frá.
Við á túrinum vera fleiri bíbliu
lærarar og sangarar, ið eru kendir frá
tí kristiliga umhvørvinum í Føroyum.
– Millum teirra, ið fara at undirvísa
eru Hjørleif Vang, Páll á Lakjuni og
Svein í Prestgarði, og møguliga kemur
onkur annar aftrat seinni, sigur Poul
Johan Djurhuus.
Tað verða eisini
kendir menn, ið hava vunnið pláss í
hjørtunum hjá nógvum føroyingum,
ið fara at leiða sangløturnar umborð
á Norrøni.
Tað verða fleiri mans, ið koma at
standa fyri sanginum. M.C. Restorff,
fløguaktuelli Svein í Prestgarði, Jó
annes S. Hansen og Páll á Lakjuni fara
at leiða sangløturnar umborð.
Opið
hús í Malta
Ferðin er tó ikki bara av
markað til tað, ið fyrigongur á skipin-
um. Í Hirtshals er nevniliga samkoman
Malta, har fleiri føroyingar hava sína
dagligu gongd. Tá skipið liggur við kai
er ætlanin, at summi í ferðaliðinum
vitja samkomuna.
– Tað verður steðga tríggjar tímar
í Hirtshals, og fólk fáa møguleikan at
fara á land í tveir tímar. Tá ber sjálv
andi til at vitja handlar, matstovur og
annað. Meðan vit liggja við kai verð
ur eisini opið hús í Malta. Fyrr hava
vit skipað fyri onkrum tiltaki, men
hesaferð verður einki fyrireikað, men
húsið er opið, flaggið er uppi, og tað
er lætt at síggja frá gongugøtuni. So
tá eru øll vælkomin inn á gólvi, njóta
ein kaffimunn og práta við fólk. Í sam
band við túrin, so koyra bussar eisini
ókeypis millum Norrøna og gongu
gøtuna.
Burtur eitt vikuskifti
Farið verður á Havnini fríggjamorgun
17. juni, og er Norrøna aftur á Havn-
ini sunnukvøld 19. juni. – Talan er um
eina bíliga ferð. Við í prísinum er at
gongd allar tríggjar dagarnar til sjálv
tøkuborðið um morgunin og kvøldið.
Alt í alt kostar tað 1.495 krónur, sigur
Poul Johan Djurhuus.
Til ber at tekna seg til »Bíbliu-
og tónleikaferðina«, við at ringja til
Smyril Line.
Ein bíbliu- og tónleikaferð
við Norrönu
Nú er ásett hvussu føroyska HM/EM
landsliðið hjá kvinnum í flogbólti
skal spæla sínar dystir í kappingini,
sum verður í Tórshavn 23. - 25. mai
í Høllini á Hálsi.
Føroyar leikar sín fyrsta dyst
ímóti Írlandi kl. 20,00 mánadagin
23. mai, og næsti dystur verður ímóti
Liktinsten týsdagin 24. mai eisini kl.
20,00.
Mett verður, at hesir báðir fyrstu
dystirnir eru teir, sum føroyska liðið
skal vinna, um møguleiki skal vera
at koma víðari til annað umfar í
EM-kappingini, tí tvey tey fremstu
liðini í bólkinum vinna sær rættindi
til hetta.
Um komast skal víðari í HM
kappingini so er eisini neyðugt, at
liðið vinnur dystin mikukvøldið 25.
mai ímóti Kýpros, tí í HM-kappingini
er tað bert vinnandi liðið, sum
kemur víðari. Kýpros hevur annars
vunnið kappingina fyri smátjóðir
tey nógvu seinastu árini. Føroyska
kvinnulandsliðið spældi ímóti Kýpros
í mai í 2015, og tá gjørdist úrslitið
3-2 til Kýpros.
Til ber at ogna sær atgongumerki
fyri kr. 150,00, sum er galdandi fyri
allar dagarnar, og harumframt verð
ur eisini møguligt at keypa dag
atgongumerki fyri kr. 100,00.
Flogbóltur: Dystirnir eru ásettir
Hinir dystirnir í kappingini verða:
23. mai kl. 17,00: Liktinstein - Kýpros
24. mai kl. 17,00: Kýpros - Írland
25. mai kl. 16,00: Írland - Liktinstein