mánadagur 23. mai 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 21 • 23. MAI 2016
9
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Leikarafelag Føroya:
DAGARNIR 2016
Fimm dagar við tí besta av norðurlendska sjónleikapallinum
Í
døgunum 24. – 28. mai fáa føroyingar eitt
serstakt høvi at uppliva tað allarbesta av
norðurlendskum sjónleik, tá 16 viðurkendir
og virðisløntir leikir av pallum í Reykjavík,
Stockholm, Oslo, Helsinki, Keypmannahavn og
aðrastaðni í Evropa verða sýndir í Føroyum.
Sjónleikafestivalurin DAGARNIR 2016, ella
Nordic Performing Arts Days, er størsta sjón
leikatiltak sum higartil hevur verið í Føroyum.
Heili 100 leikarar og leiklistafólk úr 16 leik
bólkum framføra 21 sýningar á 11 pallum teir 5
dagarnar, festivalurin varir.
Skráin er sera fjølbroytt og vendir sær til
bæði børn og vaksin við øllum frá finskum
splattaraporno, svenskum klovnasorgarleiki,
Álendskum sjómannaleiki, heimasýningum av
Eitt dukkuheim til enduruppseting av væl um
tóktu føroysku leikunum Jørðin er eitrað og
Veitsluni.
DAGARNIR 2016 eru sostatt ein forkunnugur
møguleiki at ogna sær bæði klassiskar, frekar,
stuttligar, syrgiligar og óvæntaðar sjónleikaupp
livingar.
Orðaleyst splattaraporno,
klovnarí, heimasjónleikur og
føroyskir krígsveteranar
Leikbólkurin Takomo Theatre, ið bæði vann heið
urin fyri besta leik og besta leikara í Finnlandi í
2014, vitjar við leikinum Dark Side of The Mime.
Ein leikur sum tekur teg á bóli við sínum freka
skemti, men sum tú samstundis eisini fert at
elska. Takomo Theatre mælir til, at tú bjóð
ar tínum vinfólkum, familjuni, grannanum og
kanska serliga tínum argasta fígginda við til
hesa framførslu.
»Skammleyst, vágið og einastandandi stutt
ligt! Dark Side of The Mime er tann besta og
mest groteska komedian, tú nakrantíð fert at
uppliva«.
– ummælari frá Edinburgh Fringe
Svenski leikbólkurin The Miracle Nuts fram
førir hugtakandi familjuleikin Flugo!, ið byggir
á upplivingar hjá trimum klovnum í Za’atharis
leguni í Jordan – fyribilsheimið hjá hundr-að
túsund sýriskum børnum, ungum og gomlum,
sum flýggja undan einum ógvusligum kríggi.
»Akrobatisk farsa sum lyftir klovnarí á sítt
hægsta professionella stig.«
– Västerbotten Kuriren
Kendi klassikarin Eitt Dukkuheim, eftir Henrik
Ibsen. er ein tann mest spældi leikurin í øllum
heiminum. Við hesi uppsetingini hjá donsku Fix
& Foxy og Teatergrad vitja vit føroysk heim í
Nólsoy og Hvalvík, har áskoðarin verður boðin
innar í stovuna til heimasjónleik. Júst so sum
Ibsen sjálvur vildi, at sjónleikur skuldi vera: Sum
veruliga lívið, við veruligum menniskjum við
veruligum trupulleikum í veruligum heimum.
Tey sum ikki sóu áskoðara- og ummælara
rósta leikin Jørðin er eitrað á Tjóðpallinum í
vár, fáa nú aftur møguleikan. Jørðin er eitrað
er ein nýskrivaður føroyskur leikur, ið byggir á
samrøður við veteranar og avvarandi umframt
journalistiskt og vísindaligt tilfar. Hann er leik
stjórnaður av Maritu S. Dalsgaard. Av um-mæl
arunum framúr væl móttikin, lýstur sum ein
politiskur leikur og eitt nýbrot innan føroyskan
sjónleik tá ið hann varð frumsýndur á Tjóðpalli
Føroya í mars 2016.
»Tjóðpallurin sýnir ikki ein leik, ið er meinlíkur
Hollywood-drama. Tjóðpallurin sýnir ein við
komandi, føroyskan leik um føroyskar hermenn,
sum tú ikki kanst skilja. Leikurin kemur ikki við
loysnum upp á kríggj, men gevur tær í hægstu
grad nakað at hugsa um og at skammast av.«
– Røddin í KvF
DAGARNIR 2016 eru fyriskipaðir av Leikarafelag
Føroya í tøttum samstarvi við Norðurlandahúsið
og Tjóðpall Føroya, har flestu sýningarnar vera.
Men spælt verður, sum sagt eisini aðrastaðni
á forkunnugum og óvæntaðum støðum, mill
um annað á granskarasetrinum Inova, har ís
lendingar pallseta eina IKEA ferðaskrivstovu og
ein leikur er skipaður sum ein gongutúrur í Havn.
DAGARNIR 2016 eru stuðlaðir av m.ø.
A.P. Møller Fondinum, Kulturkontakt Nord og
Nordisk Kulturfond. Harumframt hevur Faroe
Ship stuðlað við flutningi av rúgvusmiklu pall
myndunum til leikirnar.
Leygardagur 28. mai 2016
14.00 Økið letur upp
Djóraframsýning
Framsýning av ymiskari útgerð
Sølutiltøk (matur og drekka)
Fiskibrunnur
Hoppiborgir
Karrusell - mekaniskur tarvur
15.00 Tyrlan kemur á vitjan
16-18 Ponyríðing (inni um ikki viðrar)
18.00 Stór ríði og rossaframsýning á
ríðibreytini. (gonguløg, rossasløg
og greðingar)
Økið letur aftur
Sunnudagur 29. mai 2016
14.00 Økið letur upp
Djóraframsýning
Framsýningar av ymiskari útgerð
Sølutiltøk (matur og drekka)
Fiskibrunnur
Hoppiborgir - Karusell
Mekaniskur tarvur
15-17 Brandstigabilurin frá
Tórshavnar sløkkiliðið á økinum
16-18 Ponyríðing (inni um ikki viðrar)
18.00 Stór ríði og rossaframsýning á ríði-
breytini. (gonguløg, rossasløg og
greðingar)
Økið letur aftur