mánadagur 23. mai 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 21 • 23. MAI 2016
11
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Kappróðurin
er primitivur
Serfrøðingurin, sum aftur situr við árarnar, ásannar, at eitt er at venja og leggja til
rættis, og nakað annað er at vera partur av eirindarleysu kappingini
Jóannes Hansen
S
einastu árini hevur Ludvík við
Stein við sínum stóra innliti í
kappróður og góðu gávum at
miðla syrgt fyri, at vanligi føroyingurin
hevur havt betri møguleika at fáa
fatan av, hvat eirindarleysa kappingin
snýr seg um.
Nú situr Ludvík, sum restar eitt
hálvt ár tey fjøruti, saman við fleiri
javnaldrum aftur við árarnar umborð
á Eysturoyingi.
– Vit kenna okkum at vera væl
trimmaðar, og mátingarnar við øllum
handa slag av tólum, sum nú eru tøk,
siga tað sama. Men harvið er tað ikki
sagt, at vit fara at vinna, sigur Ludvík
við Stein.
Hvussu tá?
– Tíbetur eru tað fýra og ikki bara
tvey 10-mannafør, sum luttaka í ár.
Áhugin er yvirhøvur størri, enn hann
hevur verið millum 8-mannafør og
6-mannafør bæði við kvinnum og
monnum. Tá ið luttøkan í størru bát
unum er fyri uppgangandi, so vísir
pílurin rætta vegin. Tað verður vant
nógv, men tá ið bátarnir liggja borð
um borð er spurningurin, um alt hetta
siviliseraða og nørdasliga gongur upp
í eina hægri eind við tað primitiva í
okkum, sum í júst tí støðuni eigur av
gerandi leiklut, sigur Ludvík, og hann
útgreinar:
– Tað snýr seg um orkuna, viljan,
tað øðina, sum skal til fyri at útloysa
kreftirnar, og tað snýr seg um ikki at
vera púra kaldur og harvið gagnnýta
alt tað, sum í fleiri mánaðir er vant.
Talan er um liðavrik. Tað skal bara ein
svíkur til, so kiksar tað. Hetta er sum
brotssparkskapping í steypafótbólti.
Munurin er bara tann, at í kappróðri er
tað ikki bara ein men allir í senn, sum,
tá ið tað stendur mest á, skulu avrika
optimalt. Eitt er, at tað menniskjaliga
kann kiksa. Eitt annað er, at tað kann
henda so nógv annað. Eitt nú at ein
ár brotnar, eitt homluband slitnar
ella at árarnar fløkjast hjá tveimum
bátum, kanska tí annar stýrimaðurin
ikki hevur so nógvar royndir og er
fjálturstungin.
Hvør er favorittur?
– Ódnartøkini hava givið ábendingar,
men tað verður ikki fyrr enn á norð
oyastevnu, at tað ber til at svara. Í
kappingini millum 10-mannaførini eru
teir í høvuðsstaðnum óførir at luttaka
við trimum manningum. Drekin Reyði
er stinnur, og bæði Havnarbáturin og
Ormurin Langi hava havt framgongd,
so vit eru sera spentir.
Og í hinum bátastøddunum?
– Argjabáturin hevur vunnið FM
trettan ferðir, og hann er altíð stinnur.
Í Klaksvík hava teir mannað Nevið
Reyða við ungum og óimponeraðum
monnum, sum í ódnartøkunum hava
verið sannførandi. Og so er spurning
urin, um mannfólkini í Fuglafirði um
borð á Gullbrandi fara at megna at
avrika tað, sum kvinnurnar í Fuglafirði
hava framt tey síðstu árini. Og so er
tað Miðvingur, Ørvur og kanska onkur
annar eisini. So tað er heilt spennandi,
sigur Ludvík við Stein.
joannes@sosialurin.fo