Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Róðrarblaðið Nýggir kustar í kappróðrinum T að var ikki frítt, at tað fór eitt sindur av einum skjálvta ígjøg­ num kappróðrarumhvørvið, tá ið tað frættist, at formaðurin tíggju tey seinastu árini, Jan Herman Hansen, fór at leggja frá sær, og at allir hinir nevndarlimirnir uttan ein høvdu tikið avgerð um at takka fyri seg. Á ársaðalfundinum varð nýggj nevnd vald, og hvat fyriskipan viðvíkur er ætlanin at halda fram soleiðis, sum tað hevur verið tey seinastu árini. Nýggjur formaður er Tóki H. Nicla­ sen. Aðrir nýggir nevndarlimir eru Annika V. Dalsgarð, næstformaður, og hinir nevndarlimirnir eru Havgrímur Hansen, Sámal Christianson, Kar-lot Hergeirsson og Kristian Eli Zacharia­ sen, ið er einasti av gomlu nevndar- limunum, sum heldur fram í nevndini. Nýggi formaðurin hevur í fleiri ár verið ein av eldsálunum í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. – Eg havi ongantíð sjálvur róð, men eg havi altíð verið ógvuliga áhugaður í kappróðri. Tað er stór avbjóðing at manna bátarnar, tí tað er so nógv annað, sum kappróðurin kappast við. Um tað skal eydnast at fáa ungfólk at rógva, so er tað neyðugt, at tað er væl skipað fyri, tí ungdómarnir velja tað tilboðið, sum er best. Á Tvøroyri hava tað síðstu árini serliga verið genturnar, sum hava luttikið í barnarórðinum og genturóðrinum umborð á Firvaldi og Huldu. Tvørabáturin hevur verið mannaður, men hann rør tíverri ikki í ár. Meðan bátarnir á Tvøroyri eru mannaðir við kvinnum, so eru bátar í Vági mannaðir við dreingjum og monn­um, sigur Tóki H. Niclasen, sum nú hevur høvuðsábyrgdina av øllum kapp­róðrinum í Føroyum, og hann heldur fram: – Ódnartøkini eru gott tiltak, har tað eisini ber til hjá okkum at hitta róðrarfólk og tey, sum kring landið eru um róðrarfólkini. Uppgávan hjá Róð­rarsambandinum er at syrgja fyri dømingini og at taka tíðir í FM kapp­ róðrunum og annars at ansa eftir, at alt fer rætt fram, og at bátarnir eru, sum ásetingarnar siga, at teir eiga at vera. Um tillagingar annars skulu gerast fara vit at tosa við feløgini um. Tað eru jú tey, sum manna aðalfundin hjá Róðrarsambandi Føroya. Tað ræður um at fáa tingini at rigga og at stuðla og samstarva við feløgini, sigur nývaldi formaðurin, sum ikki ætlar sær at fremja stórar broytingar FM kappróðrar í 2016 4. juni í Klaksvík 11. juni í Hvalvík 18. juni í Runavík 2. juli í Vági 9. juli í Sørvági 16. juli í Vestmanna 28. juli í Havn Tóki H. Niclasen er nýggjur formaður í Róðrar­ sambandi Føroya Ein av uppgávunum hjá RSF er at taka sær av at døma og at taka tíðir