Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Róðrarblaðið Fyrireika seg sum tey professionellu R oyndi rógvarin Martin Venned er venjari hjá ÍF Kappróðri. Tað var hann eisini í fjør, og í fyrra árið var tað sonur hansara, Per, sum tók sær av venjingini í Fuglafirði. – Martin leggur venjingar skránna til rættis. Umstøðurnar í neystinum eru góðar at venja og vera saman. Bein­anvegin eftir ársskiftið fóru vit tvær ferðir um vikuna at styrkisvenja. Í mars varð báturin flotaður, og sam­ stundis hildu vit fram við styrkis­venj­ ingunum, og síðstu vikurnar hava vit bara vant í bátinum. Viðhvørt stimar Martin Venned saman við okkum, og so leggur hann okkum lag á, sigur Bett­ina Toftegaard, formaður í ÍF Kapp­róður. Tað kann ikki sigast annað, enn at tær í Fuglafirði eru farnar sera ná­greiniliga til verka. Umframt at venja í Fuglafirði hava tær longu ver­ ið í Klaksvík og saman við ella ímóti manning hjá teimum í Klaksvík kapp­ ast á málinum, har fyrsti FM kapp­ róðurin verður leygardagin fjórða juni. – Nú leygardagin vóru vit í Vest­ manna, har Fjarðastevna verður í ár. Vit luttóku í ódnartøkunum, men vit róðu eisini FM málið. Fyri trimum vikum síðani vóru vit eitt vikuskifti á venjingarlegu í Suðuroy. Vit hildu til á Tvøroyri og høvdu bátin við. Jóansøka verður í Vági í ár, so vit koyrdu ímillum og vandu í Vági. Vit ætla okkum eisini til Sørvágs, har vestanstevnan verður í ár, sigur eldhugaði 47 ára gamli formaðurin í ÍF Kappróðri, sum saman við tvíburadøtrunum er við til at manna Rádna. Dagliga samskiftið við venjaran hev­ur formaðurin í felagnum ikki so nógv við at gera: – Onnur dótturin, Kirstin, er báts­ for­maður. Tað er hon, sum hevur ábyrgd­ina av bátinum og harvið eisini sam­skiftinum við Martin Venned. Styrkirnar Døturnar royndu seg fyrstu ferð í kapp­róðri í 2010, tá ið tær vóru trettan ára gamlar. Tær hava vunnið FM fýra ár á rað – gentukappingina tvær ferðir og síðani kvinnukappingina tvær ferðir. Bettina Toftegaard svarar soleiðis, tá ið hon verður spurd, hvat tað er, sum er orsøk til stóra áhugan og góðu úrslitini: – Í okkara húsi er áhugin stórur, og kappróður, venjing og kappróðrarprát fyllir nógv. Í kappingini er tað týdn­ ingarmikið, at vit krevja nógv av okk- um sjálvum, og at vit basa krøvunum. Hesi seinastu árini hava vit vant og kappast nógva staðni. Tá hava vit lagt til merkis, at vit eru heppin her í Fuglafirði at hava so góðar um­støður. Neystið er gott og væl útgjørt, vit hava góðan drátt, sum altíð er reinur, og stuðulin yvirhøvur er stórur frá komm­ununi, vinnulívinum og pri­vat­ um. Alt hetta skundar undir. Formaðurin í ÍF kappróðri fegnast um møguleikan, sum hon hevur at vera við í seriøsari kapping saman við døtrunum og kvinnum í teirra aldri og øðrum aldri, og at tað er ein fyrimunur, at samansetingin er soleiðis: – Vit síggja, at umborð á fleiri bátum eru tað bæði yngri og eldri róg­v­arar, um enn spennið ikki er so stórt, sum tað er umborð hjá okkum. Í øllum liðítrótti hevur tað týdning, at tað eru bæði minni royndir og ungir og svangir luttakarar, sum hava eldri og meiri royndar íðkarar at stuðla seg til. Tað er ein styrki hjá okkum. Og so hevur tað alstóran týdning, at tað er onkur, sum skipar fyri, so venjingin verður miðvís og úrtøkan harvið góð. Hóast tað bara er ein eftir umborð á Erlu Kongsdóttir frá manningini, sum tvey tey seinastu árini hevur vunnið FM, so hava tey í Fuglafirði eisini góðar vónir um 5-mannafarið í ár. Tvær, sum vóru við til at manna Silju í gentukappingini, eru nú umborð á Silju, og so eru hinar nýggjar, tó hevur ein teirra áður roynt seg. Á sama hátt sum tær umborð á Rádna so hevur nýggja manningin á Erlu Kongsdóttir vant síðani fyrst í árin­ um og luttikið bæði í innandura kapp­ing­um og ódnartøkum. Kvinnurnar í Fuglafirði hava verið á venjingarlegu í Suðuroy, og tær hava longu roynt málið í Klaksvík, Runavík og Vestmanna Kappróðrarkvinnur í Fuglafirði tá ið tær fyrr í ár luttóku í innandurðakapping. ÍF Kappróður eigur myndina FM vinnarar 1983-2015 6 mannafør kvinnur Bátur Ár Jarnbardur 2015 Jarnbardur 2014 Jarnbardur 2013 Páll Fangi 2012 Gongurólvur 2011 Sølmundur 2010 Jarnbardur 2008 Jarnbardur 2007 Riddarin 2006 Jarnbardur 2005 Jarnbardur 2004 Gongurólvur 2003 Jarnbardur 2002 Páll Fangi 2001 Jarnbardur 2000 Jarnbardur 1999 Hvessingur 1998 Jarnbardur 1997 Hvessingur 1996 Gongurólvur 1995 Gongurólvur 1994 Jarnbardur 1993 Jarnbardur 1992 Jarnbardur 1991 Páll Fangi 1990 Páll Fangi 1989 Gongurólvur 1988 Páll Fangi 1987 Páll Fangi 1986 Gongurólvur 1985 Gongurólvur 1984 Smyril 1983 Kelda:drekin.fo