Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 28 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Róðrarblaðið Sámal hevur smíðað fleiri enn 80 bátar T að er Sámal Hansen í Runavík, sum hevur smíðað nógv teir flestu bátarnar, sum næstu vik­ urnar og fram til á ólavsøku fara at kappast um FM heitini í kappróðri. Tað var ikki eftirspurningurin frá øðrum, men heldur hugurin hjá hon­ um sjálvum, sum var orsøk til, at báta­ smiðurin fram um allar aðrar seinastu tjúgu árini fór í holtur við at smíða. – Síðani Niklas í Koltri gavst at smíða eini tólv ár frammanundan, var tað eitt sindur ymist, hvør tað var, sum smíðaði. Eg hevði góðan hug at royna meg, og so fór eg í holtur við at smíða, uttan at nakar hevði bílagt bátin. Tá ið hann var liðugur, sýndu Hátún brøðurnir og aðrir áhuga fyri at royna hann. Teir knýttu seg at róðrar­ felagnum í Kollafirði, og tað gekk hampuliga væl hjá teimum – kanska betri enn tað varð væntað, tá ið havt verður í huga, at teir ikki vandu so nógv. Teir góvu bátinum navnið Kjølur, minnist Sámal Hansen. – So var tað at felagið her á pláss­inum var áhugað at keypa bát­in. Felagið í Kollafirði var eisini áhug­að í honum, og loysnin varð, at báturin varð í Kollafirði, og at nýggjur Eysturoyingur varð smíðaður. Hann var fyrstu ferð við í FM kappingini í 1998. Tað gekk upp á stás, og síðani hevur eftirspurningurin eftir nýggjum bátum verið stórur. Seinni seldu kollfirðingar 10-manna­farið suður til Vágs. Nú eitur bát­urin Vágbingur, men hann hevur ikki verið við í FM kappingini í fleiri ár. Sámal dugir ikki at siga upp á stand­andi fót, hvussu nógvar bátar hann hevur smíðað, men hann er vísur í, at teir eru fleiri enn áttati, og tað er framvegis áhugi fyri nýggjum bátum. – Okkurt skiftið gjørdi eg ikki annað enn at smíða bátar, men í long­dini kendist tað keðiligt at a­r­ beiða einsamallur í kjallaranum hjá sær sjálvum. Tí havi eg nú arbeiði við síðuna av. Talan er um kvøldarbeiði og arbeiði í vikuskiftunum, so eg verði ikki órógvaður í arbeiðnum við at smíða. Nú haldi eg tað á fýra bátum um árið. Tað er arbeiði í hvussu so er eitt ár fram í tíðina í ordrabókini, og tað eru fleiri aðrir fyrispurningar, sum siga mær, at fleiri bíleggingar eru á veg. Nýggjur marknaður Síðani síðsta kappingarár eru tveir nýggir bátar úr hondunum hjá Sámali lagstir aftrat kappróðrarflotanum. Talan er um tvey 6-mannafør. Annar er Fortuna hjá vestmenningum, og hin er Gongurólvur hjá Havnar Róðrar­ felag. Í reglunum hjá Róðrarsambandi Føroya eru ásetingar um, hvørji mátini skulu vera. – Tí plagi eg at senda boð til Róðrar­sambandið, sum so møtir upp við mátibandinum fyri at kanna, um nú mátini eru, sum tey eiga at vera, greiðir Sámal Hansen frá. Tað er tá ið fyrrverandi formaðurin í Róðrar­ sambandinum, Jan Herman Hansen, í vár vitjaði og tjekkaði mátini á nýggja Gongurólvi, at myndin varð tikin. Sámal fær javnan fyrispurningar um at smíða bátar til útlendskar keyp­ arar. Teir báðir bátarnir, sum nú verða smíðaðir, fara báðir av landinum. Annar er eitt 6-mannafar, sum fer til Svøríkis, og hitt er eitt 6-mannafar, sum fer niður til Danmarkar. Í hes­um seinna førinum er talan um úti­setar á Keypmannahavnar leiðini. Fe­lagið eitur Fritids og Roklubben Tvøra­ báturin. – Tá ið tað um aldarskiftið av álvara kom ferð á útskiftingina av kappróðrarbátum, var áhugi millum útisetar at fáa fatur á teimum bát­ unum, sum vórðu skiftir út. Nú sær tað út sum, at útisetarnir vilja hava nýggjar bátar. Síðani hann fyri tjúgu árum síðani smíðaði tann fyrsta til sín sjálvan, hevur smiðurin smíðað í miðal fýra bátar um árið Sámal Hansen Róðrarsamband Føroya eigur myndina Sámal dugir ikki at siga upp á stand­andi fót, hvussu nógvar bátar hann hevur smíðað, men hann er vísur í, at teir eru fleiri enn áttati, og tað er framvegis áhugi fyri nýggjum bátum